Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 16 Sosialurin Føroyska kirkjulið í Keyp­ mannahavn hevur 100 ár á baki næsta heist, men hon hevur einki búmerki. Nú er kapping útskrivað. Í sambandi við, at í no­ vembur 2015 eru 100 ár síð­ani Gudmund Bruun próst­ur fór undir før­oysk­ ar guds­tænastur í Keyp­ manna­havn, er farið undir at fyri­reika eitt hátíðar­ hald næsta heyst við guds­ tæn­ast­um, fyrilestrum, kjak­fundum, sangløtum og borð­haldi. Ætlanin er eis­ini at royna okkurt nýtt innan kirkju­gátt. Harafturat verð­ ur nú miðað ímóti at fáa tríggjar sjón­ligar partar frá hond­ini: búmerki, heima­ síða og minnisrit. Búmerkið Lýst er við búmerkjakapping í føroyskum fjølmiðlum (So­ sial­in­um og Norðlýsinum) og ymsar aðrastaðni. Dead­ line er 3. oktobur. Ætlanin er at fáa eitt búmerki, sum er lætt at kenna aftur og sum týðiliga sipar til boð­ skapin og føroysku kirkj­ una. Í dómsnevndini, sum vel­ur trý tey bestu upp­ skot­ini, eru listafólkini Amar­iel Norðoy og Vígdis Pete­rsen, sniðgevararnir Rói Winther­eig og Poul Erik Lykkegaard, Bergur Jacob­sen prestur, kirkju­ ráðs­limirnir Jovina Dals­ gaard og Marjun Reines og Aslaug Højgaard, formaður í Kvinnufelagnum. Ein og hvør kann royna seg og kann luttaka, bert hann/ hon fylgir treytunum. Heið­ urs­lønirnar eru ávikavist 10000 kr, 3000 kr. og 1000 kr. Heimasíðan Higartil hevur kirkjan boð­ að frá sínum virksemi við tíð­indastubbum, telduposti og nú eisini á facebook. Tað verður hildið fram við hesum, men nú er ætlanin at fáa eina heimasíðu, sum verður tøk til heystar. Hon gongur undir navninum ”fokirkjan.dk”. Arbeitt verð­ur nú við upp­seting og inni­haldi. Jan­us Kamp­ mann sniðgevur síð­una. Á heimasíðuni verða m.a. stuttur søguligur saman­ dráttur, tíðindi, virksemi og upplýsingar av ymsum slagi. Minnisritið Nú kirkjuliðið gongur á 99. ári, verður hildið rímiligt at fáa eitt 100 ára minnisrit/ jubileumsrit út. Tí er farið undir at finna fram tilfar, sum liggur á goymslum ella fólk eiga, at gera samrøður við fólk, sum hava verið virkin innan kirkjugátt, og at finna myndatilfar. Liggur onkur inni við tilfarið, vil kirkjuráðið fegið hava boð um tað. Í kirkjuráðnum eru Jovina Dalsgaard, for­mað­ ur, Hervør Petersen, næst­ formaður, Oddur Hansen, skrivari, Sigga Johannesen, Marjun Reines og Ólavur Eystur­dal. Kapping um búmerki Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn eigur innivist í tí fittu og hugnaligu Hans Egede kirke á Eysturbrúgv. Í gjár, 9. september, fylti ein sera kendur klaksvíkingur, Hjalmar Waag Høgnesen, pápa­beiggi, 85 ár. Um ikki so kendur kring Føroyar, so er hann sera kendur í Norð­ oyggjum, serliga í Klaksvík, í Kallsoynni og í Kunoynni. Góði Hjalmar, eg fari her at ynskja tær til lukku við áttati fimm ára degnum. Með­an eg siti við hesum regl­ um, hugsi eg, hvussu góður tú altíð hevur verið við meg persónliga. Mangan havi eg kent fløvan av tínum kær­ leika sum smádrongur og upp í gjøgnum ungdómsárini. Eg minnist, at eg var um 10 ára gamal, tá ið tú helt, at eg skuldi uppliva okkurt annað enn at ganga uppi í Djúpumýru og spæla við ein fótbólt. Ikki tí, tú hevði onki ímóti fótbólti sum so, men man bleiv ikki rættur maður á tánn hátt. Tú tók meg við Barsskor, har tú var skipari frá 1965 til 1996, ein túr til Trøllanesar. Hetta var ein buldraligur túr­ur, tað rullaði illa og hav­ hest­arnir fingu mettuna tann dagin, men upplivingin var stór. Tú vísti mær, hvussu mann­ingin fekk mjólkar­ dunk­arnar í land í Mikladali og á Trøllanesi, og tú legði doyin á, at eg eisini fekk loyvi at hjálpa til, men lítil nytta mundi vera í mær. Eg minnist, at við báðir stóðu í stýrhúsinum, tá ið tú peikaði uppá lendingina á Trøllanesi og segði: “Hygg allur lundin í berginum, sært tú Birgir?” Eg bleiv so berg­ tikin av tí, tú segði, at eg stóð mestsum bara og stardi. Sjóverkurin var framvegis í hásæti. Brádliga sigur tú: “Hevur tú hug at koma nærri hasum fuglinum Birgir?” Í berum tankaloysi segði eg ja. Fyri at geva mær røttu upp­ livingina av túrinum, sum tú hevði biðið meg komið við, so rópti tú út á dekkið á ein av manningin, um at koma í stýrhúsið, tí tú og eg skuldi í “lítlabát” og upp á land í Trøllanesi. Tað er ikki frítt, at eg hevði hug at siga nei, men eftir stutt­ari løtu sótu við báðir í “lítla­báti” saman við ein­um, sum rói okkum inn á lend­ ingina á Trøllanesi. Eg havi ikki fyri neyðini at siga, at tað rullaði sera illa, men við hjálp frá trøllanesmonnum á lendingini, so blivu vit hvør sær syftir uppá land við ein­ um reipi. Hevði eg kunnað valt, so fór eg ikki av oynni aftur, eg var lívsforskrektur. Tú troyst­aði meg, at hetta mátti til fyri at fáa ein uppliving – og tað var tað eisini. Vit brúktu eina løtu á landi at hyggja eftir fugli og ganga niðan í bygdina. Hvar Barsskor var hesa løtuna, tað veit eg ikki, men tú tókst tær góða tíð uppi í bygdini. Prátið við bóndan gjørdist helst drúgvari, enn tú sjálvur hevði ætlað. Eg var helst spektur og sjóverkurin mestsum burt­ ur, tá ið tú sigur við bóndan, at vit mugu fara at rópa á Barsskor. Hvussu tað varð gjørt, tað veit eg ikki, men tá ið vit komu oman á lendingina, tá kem­ur “lítli­ bátur” inn ímóti lend­ingini. Eg fekk ikki stundir at hugsa um støðuna, tí stutt eftir sótu viðt báðir í bátinum við dugnaliga rógvaranum í stóru aldunum. Ein ógloymandi túrur. Góði Hjalmar, eg kann greiða frá fleiri slíkum upp­ liv­ingum, og ikki minst, tá tú segði við meg, tá eg var um 14 ára gamalur, at eingin kemur sovandi til mans, og at eg tí átti at farið og biðið mær ein kjans at egna. Eg var helst ikki so kvikur at biða mær hendan kjansin, og tí hevði tú avrátt við ein bátaeigara, at eg skuldi kom til arbeiðis eftir skúlatíð næsta dagin. Tá einki var at gera við egning, so hevði tú útvegað mær ein kjans á goymsluni hjá Hugo Gardar. Soleiðis var tú, tú dámdi ikki at ungir drongir einki høvdu til hendurnar. Vit eru nógv, sum hava nógv at takka tær fyri. Eg kundi hildið fram við stuttligum upplivingum, men tað verður at liggja hesa ferð. Hjalmar, eg veit at tú hev­ ur upplivað nógv í tínum langa lívið, bæði so og so. Tú misti pápa tín longu árið eftir at tú vart føddur, og so mistu tit sonin Gardar á ungum árum. Tú hevur ver­ ið nakað til skips – við Polo, Jóannes Patursson og eisini við norðmonnum og ís­lend­ ingum. Tað, ið vit ungu minnast teg best fyri, er, at tú í okkara eyg­um altíð hevur siglt sum skip­ari við Barsskor. Tú hevur sagt mær, at tú fórt um­borð sama dag sum Fróð­skaparsetrið varð sett á stovn í 1965, og sigldi út í eitt til 1996. Eisini minnast vit, at tú altíð tók so nógvar myndir, og fari eg ikki heilt skeivur, so eigur tú uml. 30.000 myndir. Onkra myndaframsýning hev­ur tú eisini sett upp. Góði pápabeiggi, takk fyri at altíð ert so áhugaður í, hvat fyriferst í okkara familju í Vestmanna, takk fyri at tú ert so áhugaður í, hvat okkara børn takast við, og hvar tey eru. Tað fløvar, tá ið tú ringir og vit fáa tey longu prátini um kvøldarnar. Nú ein dagin gleddist tú ómeta­liga nógv um nýggju standmyndina í Mikladali. Tú fekst tíverri ikki verið við. Eg kann ikki lata vera við at siga, at vit hava nógv at takka tær fyri, at tú altíð hevur verið ein familjukærur pápabeiggi, ikki minst tá mamma okkara doyði og pápi gjørdist einsamallur. Hann hevði stóra gleði av at vitja teg og Billu, sum vóru so góð við hann. Hann helt nógv av tykkum og tosaði ómetaliga nógv um, hvussu tað hevði verið vorðið, um hann ikki hevði møguleikan at koma á gátt hjá tykkum. Góði Hjalmar, eg fari her at ynska tær hjartaliga til lukku við áttati fimm ára føðingardegnum í gjár. Birgir Hjalmar pápabeiggi 85 ár Tað vóru nógvir minniligir túrar við Barskor Hjalmar var skipari á Barskor frá 1965 til 1996. Aftan fyri Hjalmar liggur Barskor flaggskrýddur