týsdagur 9. september 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
18
Sosialurin
Mentanarvikan í Sunda Kommunu
Danjal av Rana
Sunda kommuna bjóðar aftur í ár til
mentanarviku. Hetta er fimta árið,
at kommunan skipar fyri hesum
tiltakinum, sum í ár er størri enn
nakrantíð fyrr.
– Fyrstu árini vardi tiltakið
nakrar fáar dagar, men við tíðini
er tað voksið í vavi, so at í ár
byrjar mentanarvikan hósdagin 11.
septembur og varar líka til leygar
dagin 20. septembur, sigur Heðin
Zachariasen, borgarstjóri í Sunda
kommunu.
Tað var í 2005, at Hósvíkar,
Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Sunda
kommunur
løgdu
saman
við
bygdunum Gjógv og Saksun í
nýggju Sunda kommunu. Høvuðs
endamálið við samanleggingini var,
at Sundalagið skuldi taka tey tungu
tøkini í felag.
Heðin Zachariasen metir, at
hetta hevur eydnast til fulnar.
– Í dag hava vit alt tað, sum ein
kommuna eigur at bjóða í dagsins
samfelag. Hetta hevði ikki, haldi eg,
verið gjørligt hvør sær. Vit hava í
dag eina góða og sterka kommunala
umsiting, ið er nógv meiri professio
nell enn áðrenn. Størstu fram
brotini, áðrenn vit løgdu saman,
komu eisini, tá vit lyftu í felag,
so sum røktarheimið Mørkin og
felagsskúlin á Oyrarbakka.
Heðin Zachariasen metir, at
bygdirnar í kommununi eru vorð
nar væl betur samansjóðaðar, hesi
skjótt 10 árini síðani kommunu
samanleggingina. Bygdirnar hava
altíð havt nógv samskifti síná
millum, eisini áðrenn brúgvin um
Streymin varð tikin í nýtslu í 1973,
men Heðin Zachariasen heldur, at
tað er týðiligt, at tað nú er talan
um eina eind og ikki 11 einstakar
bygdir ella fimm-seks kommunur,
sum fyrr.
– Mentanarvikan er grundfest
í hesum, at tað nú er ein størri
kommuna. Hon spælir eisini ein
stóran týdning í tí, at samansjóða
bygdirnar og fólkið, her býr, sigur
Heðin Zachariasen.
Fá, men virkin
– Hetta er jú ein spjadd kommuna,
og avbjóðingin hjá okkum er
at forankra tiltakið í fólkinum,
so at øll kenna seg eiga ein lut í
mentanarvikuni. Tað haldi eg, vit
hava megnað, sigur hann og vísir á
ta stóru undirtøkuna, sum tiltakið
fær. So gott sum øll áhugafeløgini í
økinum taka lut í mentanarvikuni
á ein ella annan hátt, eins og at
skipað verður fyri tiltøkum í øllum
bygdunum í kommununi.
– Mentanarvikan hevur fingið
størri og størri undirtøku frá
fólkinum og verður betur og betur
vitjað fyri hvørt ár, sigur Heðin
Zachariasen. Vit leggja dent á, at
fáa so nógv fólk sum møguligt
at taka lut á ein ella annan hátt,
og tað, haldi eg, eydnast væl. Tó
at vit einans eru 1700 íbúgvar í
kommununi, so er tað eitt virkið
fólk.
Heðin Zachariasen sigur, at nógv
verður gjørt, fyri at fáa borgararnar
at taka lut í fyrireikingunum.
– Skúlin og barnagarðarnir
arbeiða
saman
um
tiltøkini.
Mentanarvikan
verður
nýtt
sum evnisdagar í skúlanum, og
á hendan hátt arbeiða tey við
onkrum, sum er viðkomandi fyri
kommununa
og
nærumhvørvi,
sigur Heðin Zachariasen. Endaliga
úrslitið verður so víst fram á
mentanarvikuni.
– Tað, at stuðulin frá borgarunum
er so góður, gevur okkum í bý
ráðnum eyka megi at halda á og at
menna mentanarvikuna.
– Vit miðja hvørt ár eftir, at
mentanarvikan skal fevna so breitt
sum til ber. Tí fegnast vit um, at í ár
hava vit tiltøk í øllum ellivu bygd
unum í kommununi, sigur Heðin
Zachariasen.
– Tað er av alstórum týdningi,
at mentanarvikan og onnur tiltøk,
vit skipa fyri í kommununi, er
forankrað í lokaløkinum, sigur
borgarstjórin í Sunda kommunu.
Vit leggja okkum veruliga í selarnar
eftir, at fáa allar bygdirnar at
luttaka og at tryggja okkum, at
vit hava eitt breitt tilboð til allar
borgararnar.
Mentanin og vinnan
hoyra saman
– Tað er eisini av stórum týdningi
fyri okkum, at vinnan í kommununi
tekur lut í mentanardegnum. Ment
anin í økinum hevur í stóran mun
grundfesti í vinnuni í økinum, sum
veitir stuðul til feløg og tiltøk.
Heðin Zachariasen er serliga
spentur upp á vinnukvøldið, ið
verður í Eydnuni á Oyrarbakka
mánakvøldið 15. septembur.
– Vit hava avgjørt, at nýta hetta
høvi, at seta sjóneykuna á vinnuna í
kommununi. Í ár er tað ferðavinnan,
sum verður sett í miðdepilin. Guðr
ið Højgaard, stjóri í Visit Faroe
Islands,
Eirik
Suni
Danielsen,
eigari av Gjáargarði og Magni Arge,
fyrrverandi stjóri á Atlantsflog, fara
at hava framløgur undir heitinum
“Ferðavinnan – vinnumøguleiki”,
sigur Heðin Zachariasen.
Hann vísir á, at Sunda kommuna
allarhelst er ein hin mest vitjaða
kommuna í landinum, hvat ferða
fólkum viðvíkur.
– Vit plaga at siga, at ferðafólk í
Føroyum vitja antin Saksun, Gjógv
ella Tjørnuvík. Øll hesi trý støðini
liggja í Sunda kommunu. Og um
fólk ikki steðgar á her, so eru tey
nógv, sum koyra um brúnna og
ígjøgnum tunnilin. Ferðavinnan er
ein vaksandi vinna í Føroyum, og
vit í Sunda kommunu vilja gjarna
vera við, har tað hendir, sigur
borgarstjórin.
Mentanarvikan spælir ein
stóran leiklut í at samansjóða
bygdirnar og fólkið, her býr,
sigur Heðin Zachariasen,
borgarstjóri í Sunda kommunu
Heðin Zachariasen, borgarstjóri
Øll eiga lut í mentanarvikuni