Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað verður Meta av Fløtum, sum skal standa odda fyri Heilsuhúsinum í Tórshavnar Kommunu. Tórs­havnar kommuna hev­ur sett hava í starv sum leiðara á nýstovnaða Heilsu­ húsi­num, ið er ein partur í Heilsu- og um­sorg­an­ar­tæn­ astu­ni. Í alt vóru 7 umsóknir til starv­ið. Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkra­røkt­ar­frøð­ ingur og hon hevur eisini diplom­leiðslu­út­búgving. Seinastu 12 árini hev­ur hon starvast innan leiðs­lu í eldrarøktini bæði í Heima­ tænastu­ni í suður­streym­ oy­ar­økinum og sum røktar­ heims­leiðari á Lágar­garði. Eldrarøktarøkið verður kommunalt á nýggjárinum og í Tórshavnar kommunu verð­ur økið skipað í sam­ skip­að­um leiðslubygnaði við heitinum Heilsu- og um­ sorgan­ar­tænastan. Sum leiðari á Heilsu­húsi­ num hevur Meta av Fløtum sam­stundis yvirskipaðu leiðslu­na og ábyrgdina um hen­di fyri alla Heilsu- og um­sorgan­ar­tænastu­na, tvs. fak­liga, fíggjar­liga, starvs­ fólka­liga og fyri­sit­ing­ar­liga. Dagurin nærkast, tá skotar kunnu siga bretum farvæl og stovna sítt egna ríki. Í Føroyum savnast fólk hetta viku­skiftið at minnast fólka­at­ kvøðu­na í 1946, sum fór um pen­ sjóns­aldur í fjør. Hon er grund­ar­ lag­ið undir einum politiskum flokki í Før­oyum, Tjóðveldinum, sum varð stovn­að­ur í 1948 at fáa framt fólk­ sins vilja, sum fólkaatkvøðan hevði víst. Skotar valdu sær næstan sama dag, sum føroyingar, at gera av, um loys­ast skal frá Onglandi ella ikki, 18. september. Bretska samveldið er gamalt, um enn samveldið millum Skotland og Ong­land ikki er so gamalt, sum okkara. Tað var um sama mundið sum pokurnar gjørdu um seg í Før­ oy­um og týndu stóran part av fólki­ num, at Skotland varð lagt undir Ong­land í 1707. Um hetta mundið var okkara »ríkis­felagsskapur« á leið líka gamal, sum skotska-bretska sam­ veld­ið er í dag. Báðir partar í Onglandi og Skot­ landi hava lovað, at teir fara at fylgja fólksins vilja á fólka­at­kvøðu­ ni í næstu viku. Tískil er tað ein reell­ur møguleiki, at Skotland fær full­veldi, um fólkið velur tað. Øðrvísi var í Føroyum í 1946, tí málið um fólkaatkvøðuna hev­ur verið so gruggað til, at vit fram­ veg­is ikki eru samd um, hvat enda­ málið var við fólkaatkvøðuni, hó­ ast staðfest er, at ein meiriluti av teimum sum atkvøddu, valdu loys­ ing frá Danmark. Enn snýr føroyska sjálv­stýris­ stríð­ið seg um hesa fólkaatkvøðuna. Stríð­ið er og var svart og hvítt, og tí gong­ur tað ongan veg. Fullveldistilgongdin, sum var, vísti í ávísan mun, at okkurt kundi flyt­ast. Men av tí at allir flokkar ikki vóru við í tilgongdini, og tí at teir tríggir (í 1998) og seinni fýra (í 2002) fullveldisflokkarnir ikki vóru eins sannførdir og Tjóðveldi, so datt øll fullveldisætlanin á gólvið hend­an desemberdagin í 2003, tá eitt misálit á Anfinn Kallsberg, løg­ mann, hótti samgonguna. Alt bendi á, at Tjóðveldi fór at taka undir við misálitinum, sum varð reist á fólka­floks­for­mannin fyri søgur um fíggjar­ligt óreglusemi í privatu for­ tíð hansara. Hetta endaði við, at Anfinn Kalls­berg tveitti Tjóðveldi úr sam­ gonguni og skrivaði út nýval. Vit hava flutt okkum eitt sindur síðani heimastýrislógina í 1946. Sam­bandsflokkurin fekk okkum ikki aftur í amtsstøðuna – og Tjóð­ vel­di fekk ikki loysingina. Aðrir flokkar eru, sum ikki hal­ da, at ríkisspurningurin er alt og eitt. Spennandi verður at síggja, hvønn týdning skotska støðan fær á kjakið hjá okkum hesum við­víkj­ andi. Eru enn ósamd um enda­ málið við fólkaatkvøðuni Kanska skotskt fullveldi Føroyska kvinnulandsliðið fór mikudagin úr Føroyum. Kvinn­ur­nar skulu spæla HM- undankappingardyst móti Skotlandi 13. septembur og móti Norður-Írlandi 17. sep­ tem­bur. Men ein í ferðalagnum slapp ikki við. Tá ferðalagið skuldi innskrivast á flog­vølli­ num í Kastrup hósmorgunin fekk hjálparvenjarin, Alex­ an­dar Djordjevic, boð um, at hann slapp ikki við. Orsøkin er tann, at av tí at Alexandar Djordjevic er serbi, tørvar honum visum fyri at sleppa inn í Stóra- Bret­land. Hann hevði einki vis­u­m, og so var eingin bøn, hann mátti verða eftir í Kast­ rup. Virgar Hvidbro, aðal­ skrivari í Fótbóltssambandi Før­oya sigur, at FSF keypti ferða­seðlarnar gjøgnum eina ferða­skrivstovu, og tey hildu ikki, at hjálparvenjaranum tørv­aði visum. Í dag vísti hetta seg so ikki at passa. Helst kemur Alexander Djor­ dje­vic heimaftur. Aleksandar sat eftir í Danmark Meta standa á odda fyri Heilsuhúsinum í Havn Face­ book kann verða sár­andi Per Højgaard Vikuskifti s 8-9 Djúp boring á landi Jana Ólavsdóttir Tíðargrein s 10-11 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hósdag fríggjadag Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið leygardag Seinnapart: Fleyr til gul av útsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin mil- lum 11 og 14 stig. Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og regn av og á. Hitin millum 11 og 14 stig. Lot til andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin lot av suðri og møguliga regn eitt skifti. Mánad- agin stívt andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 12 og 16 stig. Veðrið hósnáttina: Eitt brúgvalag við Føroyar fer spakuliga í landsynning. Veðrið fríggjanáttina: Hitabrúgvin sunnanfyri Føroyar kemur hendavegin. 3-8 m/s 5-10 m/s 1-6 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 1-6 m/s