Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103 14 Sosialurin Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. spurningar og svar Nordplus Junior og Vaksin kunnu nú søkja um fígging til fyrireikandi vitjanir. Norðurlendska Ráðharraráðið umbiður hervið umsóknir til fyrireikandi vitjanir. Umsóknarfreistin er mikudagin tann 1. oktober 2014. Umbønin er bert galdandi fyri Nordplus Junior og Nordplus vaksin. Studningur til fyrireikandi vitjanir verður veittur til luttøku á fundum, har umboð fyri stovnar frá ymsum londum, sum ynskja at fyrireika og orða eina felags verkætlanarumsókn frammanundan komandi høvuðusumsóknarfreistina í 2015, hittast. Umbønir um umsóknir til alt virksemi og undirprogrammir verða kunngjørdar í tíðarskeiðnum frammanundan høvuðs­um­ sókn­ar­freistina tann 1. mars 2015. Fleiri upplýsingar um programmið, tess virksemi og umsóknarkrøv eru at finna í Nordplus Håndbogen fyri 2014 - file:///C:/Users/ln36190/Downloads/ Nordplus%20Handbook%202014%20(in%20 Scandinavian%20languages).pdf Stovnar, sum leita eftir einum norðurlendskum samstarvsfelaga, kunnu finna uppskot til møguligar samstarvsfelagar í Nordplus Partnersøgningsdatabase - http:// nordplusonline.org/nor/Hvordan-soeke/ PARTNERSOEK Online umsóknarskipanin til umsókn um studning til fyrireikandi vitjanir er at finna her -https://espresso.siu.no/espresso/login?0 Spurningur Hey tit, Eg ætli mær at supplera nøkur fak á miðnámsskúlastigi. Kunnu tit siga mær, hvussu eg skal bera meg at? Takk fyri! Svar Øll tilmelding sum sjálvlesandi fer fram hjá Mentamálaráðnum. Tú skalt fara inn á www.innskriving.fo Har stendur millum annað: Treytir fyri innskriving í miðnámsskúla til próvtøkur á sumri 2015 : 1. Tú skalt sjálv/ur í seinasta lagi 1. februar 2015 hava tosað við lestrarvegleiðara á skúlanum, tú hevur innskrivað teg til sum sjálvlesandi. 2. Hevur tú ikki í seinasta lagi 1. februar 2015 tosað við lestarvegleiðara og faklærara/r og avtalað fyribils pensum, ert tú ikki innskrivaður til próvtøku, og inngoldna upphæddin verður ikki goldin tær aftur. 3. Tú skalt í seinasta lagi 25. februar 2015 hava avtalað endaligt pensum við faklærara/r í tí/teimum lærugrein/ um, tú hevur innskrivað teg til próvtøku í. Skúlin vísir á faklærara. Bæði tann sjálvlesandi og faklærari skulu í seinasta lagi 25. februar 2015 hava undirskrivað pensumuppgevingarnar. 4. Tá ið tú innskrivar teg til próvtøku í lærugrein á A- ella B-stigi, skalt tú í nógvum lærugreinum hava lokið stigið beint undir. Uttan at hava lokið stigið beint undir, kanst tú ikki fara til próvtøku. Tú skalt sjálv/ur skjalprógva, at tú hevur lokið tey kravdu lægri stigini. Hetta ger seg tó ikki altíð galdandi, og tí er tað sera neyðugt, at tú tosar við vegleiðara um krøvini í teimum einstøku lærugreinunum. 5. Innskrivingin kostar 300 kr. fyri hvørja lærugrein. Tá tú hevur verið til próvtøku, fært tú peningin aftur. Eisini fært tú peningin aftur, um tú melda frá próvtøku í seinasta lagi 1. apríl. Meira útgreinað vegleiðing er á innskriving.fo Á studentaskúlanum í Hoydølum eru eisini hesar treytir: Tá tú hevur innskrivað teg á innskriving.fo, skalt tú umframt prógv (nevnd omanfyri) eisini senda navnabræv/dópsváttan til skúlan, og tá skúlin hevur móttikið hesi skjøl, fært tú navn á lærarum, sum skulu føra teg til próvtøku, og tú fært pensumlista. Vinarliga Holger og Bjørg Umsóknir um studning til fyrireikandi vitjanir Kunningartiltøk um viðari lestur í Føroyum og uttanlands. Til­takið um dagin er ætlað frá­faring­ar­flokkum í miðnámsskúlunum. Tiltakið um kvøldið er alment. Ta fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum.