Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Føroyska felagið er við at gerast eitt samfelag, har hvør einstakur bara hugsar um seg sjálvan So bersøgin var Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónistanna, á evnisdegi í Suðuroy leyg­ ar­dagin um viðurskiftini hjá pensjónistum. Í hesum sambandi hugsar hann um umstøðurnar hjá pensjónistunum og hann sigur, sum rákið í sam­fe­lag­ num er nú, eru Før­oy­ar á veg aftur í tíðina, tá ið fólka­ pensjón var ein ol­mussa. Sum í gomlum døgum Hann hugsar serliga um førda politikkin hjá samgonguni. Samgongan hevur sam­ tykt, at hvør einasti før­ oy­ing­ur skal gjalda minst 15 prosent av lønini í ein pensjóns­grunn. Í løtuni hava vit so sam­ haldsfasta og fólkapen­sjón­ ina afturat. Men Arne Thorsteinsson ávarar føroyingar ímóti at lata seg lumpa. Hann sigur, at veruliga ætlanin hjá politikarunum við hesum tiltøkum, er ikki at tryggja føroyingum nakað luksuslív á ellisárum við eini góðari eftirløn. – Tað er pura greitt, at ætl­ anin hjá politikarunum er, at tá ið fólk hava spart upp til sína egnu, privatu pensjón, skal almenna fólkapensjónin avtakast. – Samstundis skal al­ menna fólkapensjónin aftur verða ein olmussa, ella ein fátækraveiting, sum hon var í gomlum døgum. – Fáa politikarar makt, sum teir hava akt, eru vit á veg aftur í olmussutíðina, har fólk fingu eitt slag av fátækra­hjálp. Ísakaldir vestanvindar Formaðurin í landsfelagnum hjá pensjónistunum ávar­ar eisini um gongdina við­víkj­ andi Samhaldsfasta eftir­ lønargrunninum. – Hann er nú lagdur undir Fíggjarmálaráðið og tað skal ikki undra meg at hann endar í landskassanum, áðr­ enn vit vita av, sigur Arne Thorsteinsson. – So endar hann í stóra­ potti og kann brúkast til onnur endamál, leggur hann afturat. Hann veit, at tað er polit­ i­skar kreftir, sum vilja hava, at samhaldsfasti og fólka­ pensjónin verða løgd saman til eina fátækraveiting, har tey, sum hava sína egnu pensjón, einki skulu fáa. – Hugsjónarliga eru vit á veg aftur í olmussutíðina. Tað hevur kanska sín upp­ runa í tíðarandanum, sum er skaptur av ísakøldum vestan­ vindum, har hvør einstakur bara hugsa um seg sjálvan og har "eg, og mín egni nalvi eru tað mest áhugaverda í allari verðini", ljóðar breiðsíðan frá Arna Thorsteinsson ímóti sitandi samgongu. 45% Í Føroyum er fólkapensjónin nógv lægri enn tann danska. Tað staðfestir Arne Thorsteinsson, formaður í landsfelagnum hjá pensjónustunum. Hann vísir á, at í Føroyum er Fólkapensjónin og brennistudningur, 45 prosent av brutto­tjóðar­ úrtøkuni. Í Danmark er fólkapensjónin og eldrakekkurin, 55 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Sostatt rindar føroyska samfelagið nógv minni til pensjónistar enn danska samfelagið ger. – Tað er bara ein spurningur um raðfesting, og í Føroyum verður grót og betong raðfest framum fólkapensjónistar, sigur hann. Áki Bertholdsen – Vit skulu sleppa øllum ætlanum um at stovna ein serligan politiskan flokk, sum serliga skal røkja áhugamálini hjá pensjónistum. Tað eru ráðini frá Finni Jo­hansen, nevndarlimi í Lands­felagnum hjá pen­sjón­ ist­unum. Pensjónistafelagið hevði evnisdag í Trongisvági. Pensjónistar í Føroyum eru ikki nøgdir við ta viðferð teir fáa frá politikarum og mangan hava røddir verið frammi um, at tað einasta rætta er beinleiðis at stovna ein politiskan flokk, sum skal hava til endamáls at røkja áhugamálini hjá pen­sjón­ istum. Men tað mælir Finnur Jo­ hansen staðiliga frá, tí hann sigur, at tað fer ikki at føra til nakað úrslit. – Tað einasta vit fáa burt­ ur úr tí, er eitt øgiligt stríð, sigur hann. Skifta ikki Hann er sannførdur um, at tá ið fólk eru komin í pen­ sjónistaaldur, munnu tað bara vera nøkur heilt fá undantøk, sum eru sinnað at skifta flokk. – Tey hava kanska valt sama flokk eitt heilt lív og fara ikki at skifta fólk á gam­ als­aldri, sigur hann. Hinvegin mælir hann pen­ sjónstum til at gera meiri um seg í í flokkinum, tey annars velja. – Pensjónistar fáast ikki at skifta flokk. Men teir kunnu fáast til at skifta valevni, heldur hann. Tí sigur hann, at pen­sjón­ istar skulu hugsa seg betri um, hvørji valevni tey velja í teimum flokkum, tey annars eru von at velja. Í hesum sambandi heldur hann ikki, at pensjónistar skulu hugsa um oddafólkini í teimum ymsu flokkunum, tí tey koma inn kortini. Men tað ræður um at finna tey valevnini, har ivi er um, antin tey verða vald ella ikki. Eru tey sinnað at røkja áhugamálini hjá pen­ sjónistum, er at seta krossin við tey. tíðindi Nú skulu vit aftur taka ímóti olmussu SJÁLVSØKNI Føroyar eru við at gerast eitt samfelag, hvør hvør einstakur bara hugsar um seg sjálvan Gloymi alt um at stovna flokk fyri pensjónistar NYTTULEYST Tað verður eitt øgiligt stríð og einki kemur burturúr Pensjónistar skifta ikki flokk, men teir kunnu skifta valevni, heldur Finnur Johansen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónistanna – Vit eru á veg í eina tíð, har hvør einstakur bara hugsa um seg sjálvan og har "eg, og mín egni nalvi eru tað mest áhugaverda í allari verðini", sigur Arne Thorsteinsson, formaður í landsfelagnum hjá pensjónistunum