mánadagur 15. september 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
KÍ spilti ballið fyri teir reyðu og svørtu úr Havn, sum
høvdu ein gyltan møguleikan at trýsta B36 upp í ein
krók. Í botninum er brádliga komið lív í B68
HB tók
ikki av
Tróndur Arge
Tað gjørdist tíðliga greitt
sunnudagin, at B36 fór ikki
at fáa gult í Gundadali.
Teir vóru aftanfyri 2-0 og
vóru ein spælari í undirtal.
Hóast boðini komu skjótt
til Klaksvíkar, so megnaði
HB ikki at taka av møguleik
anum í klassikaranum móti
KÍ.
Hóast HB bæði trýsti
og royndi av øllum alvi, so
vildi bólturin ikki inn. Tá so
bólturin tvær ferðir endaði
í málinum, so vóru tey
kolldømd fyri rangstøðu og
fríspark. Besta møguleikan
hevði Andrew av Fløtum, tá
hann royndi seg við góðum
skoti inni í brotsteiginum,
men
Meinhardt
Joensen
stórbjargaði.
Tá HB ikki fekk bóltin
í málið, so takkaði Kí fyri
møguleikan
og
skoraði.
Hetta er fyrstu ferð í níggu
ár, at KÍ vinnur á HB í Klaks
vík. Serliga man sigurin
verða søtur hjá venjaranum,
Eyðuni Klakstein, sum tykist
syngja sítt seinasta vers í KÍ.
Hann hevur nú vunnið á
bæði B36 og HB.
Hans Pauli og
Arnbjørn á blettinum
EB/Streymur
vann
sum
væntað á Skála á Steymnesi.
Støðan gjørdist 3-1 og mál
ini
skoraðu
Hans
Pauli
Samuelsen
og
Arnbjørn
Hansen. Nógv hevur verið
skrivað um teir báðar í sein
astuni, tí søgan sigur, at
teir eru á veg vekk úr felag
num. Arnbjørn Hansen skal
verða á veg til HB, meðan
kappingin um Hans Paula
Samuelsen tykist meiri opin.
Feløg sum KÍ, Víkingur og
B36 tykist verða í harðari
kapping um hann. Somu
leiðis ljóðar, at Gert Hansen
hevur tikið avgerð um, at
hann skiftir til Víkingi. Hann
býr í Gøtu.
EB/Streymur liggur fram
vegis væl fyri í kappingini
um at fáa heiðursmerki,
meðan Skála nú liggur aftast.
Klæmint toppskjútti
Klæmint A. Olsen er á gáttini
at verða toppskjútti aftur í
ár. Við trimum málum móti
AB er hann nú komin upp
á 19 mál samanlagt. Hann
kann taka metið, sum Uni
Arge og Súni Fríði Barbá
hava, sum er 24 mál fyri eitt
kappingarár.
Allan Enghamar
HB-fjeppari
Lort at tveita møguleikan vekk,
at koma tættari B36. Ikki altíđ
tađ betra liđi sum vinnur, í dag
vóru vit betri enn KÍ, men fara
viđ ongul í reyv til Havnar viđ
ongum
fjeppara sms
Steingrím Jacobsen
Skála-fjeppari
í umleið 50 minuttir spældi
Skála við 10 monnum ímóti
12, og hetta sást ikki aftur á
vøllinum, har teir appelsingulu
als ikki vóru verri enn EB/
Streymur...
fjeppara sms
John Andersen
NSÍ-fjeppari
Viktugt at fáa 3 stig í dag...
Nú hava vit vunnið 27 stig frá
trimum liðum, stuttligt ha?..
Næstu ferð møta vit GÍ. Hava vit
ikki okkurt at hevna tá??
fjeppara sms
Kristian Joensen
KÍ-fjeppari
HB má brúka minst eini tveir
Toftamenn aftrat og uml 1
millón aftrat um árið, um teir
skulu gerast meistarar. Men eitt
er vist, dagsins maður Henry
Heinesen gjørdi gjøldur burtur
úr hasum landsliðsnissunum á
miðuni hja HB. Stigatalvan lygur
onkuntíð, tí tveir teir seinastu
dystirnir prógva at vit eru best í
Føroyum. Koyr á KÍ
fjeppara sms
Rógvi Dam
EB/Streymur-fjeppari
Eg var til arbeiđis, so eg sá
ikki dystin. Men 3-1 var ikki
so galiđ, koyr hans Paula á
landsligiđ. Saman standa vit
sterk.
fjeppara sms