týsdagur 16. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Mánadagin vóru tvær vikur
síðani Strandferðslan sendi
sína umbøn um eykajáttan
norður um Suðuroyarfjørð,
til arbeiðsgevaran sum er
Vinnumálaráðið.
Framvegis fæst eingin
at upplýsa, hvussu nógvar
pengar Strandferðslan biður
um, men sambært stjóranum
er talan um ”nakrar millión
ir.”
Strandferðslan fær 141,5
milliónir krónur á fíggjarlóg
ini fyri í ár. Tá eru íroknað 1,5
millión, sum er markað til at
lækka ferðaseðlakostnaðin
við skipunum hjá Strand
ferðsluni,
umframt
hálv
millión, sum er markað til
at ”betra sambandið við út
oyggjar.”
Longu í summar var greitt,
at játtanin fór ikki at halda,
og nýggi strandferðslustjórin
fór at fyrireika sína umbøn
um eykajáttan.
Sosialurin skilir, at einar
fýra ella fimm orsøkir eru
tí frágreiðing, sum strand
ferðslustjórin sendi Vinnu
málaráðnum 1. september.
Orsøkir, ið tilsamans grund
geva fyri eykajáttanarumbøn
á nakrar milliónir. Innlit fæst
ikki í skjølini, sum Vinnu
málaráðið
definerar
sum
lógarfyrireikandi arbeiði.
Men onnur skjøl, sum
Sosialurin hevur fingið inn
lit í frá Strandferðsluni,
vísa eyka útreiðslur fyri til
samans 1,7 millión krónur, ið
beinleiðis kunnu metast sum
avleiðing av tí ”upprudding”,
sum Vinnumálaráðið setti í
gongd í vetur.
17. desember í fjør varð
stjórin á Strandferðsluni,
Bogi Mortensen, sjúkrameld
aður í tríggjar vikur. Hann
kom ongantíð aftur í stjóra
sessin, tí 13. januar í ár gjørdi
Vinnumálaráðið fráfaringar
avtalu við Boga Mortensen,
ið fór heim við løn í eitt ár.
13. august fekk fíggjarleið
arin Hans Petur Joensen æt
lanarskriv um uppsøgn, og
eisini hann er sendur til hús
við løn í eitt ár.
Tað førir við sær nýggj
ar lønarútreiðslur til nýggj
ar
stjórar.
Hans
Johan
nes á Brúgv og Regin I.
Jacobsen hava báðir verið
fyribilsstjórar
á
Strand
ferðsluni styttri tíðarskeið,
áðrenn Hilmar Eliasen í
summar setti seg í stjóra
stólin. Harumframt er Niels
Juel Arge fyribils settur
fíggjarleiðari við tí bundnu
uppgávu at taka sær av
2014-tølunum í roknskapi
num
hjá
Strandferðslu
ni. Lønirnar til hesar fýra
stjórarnar kosta í ár Strand
ferðsluni 1.028.140 krónur.
Útreiðslur, ið koma omaná
lønirnar til nú fyrrverandi
stjóra og fíggjarstjóra.
Vinnumálaráðið
bað
tíðliga í tilgongdini grann
skoðarafyritøkuna
Januar
um at fara inn í roknskapin
hjá Strandferðsluni. Fyrst
gjørdi Januar eina gjøgnum
gongd
av
roknskapinum
fyri fyrstu 11 mánaðirnar av
2013, síðani varð ein víðkað
grannskoðan gjørd av øllum
roknskapinum fyri 2013, og
sum tað triðja hevur Januar
gingið ígjøgnum roknskapin
hjá Strandferðsluni fyrstu
fimm mánaðirnar av 2014.
Rokningin fyri hesi arbeiði
er tilsamans 618.321 krónur,
og hana skal Strandferðslan
sjálv gjalda fyri. Leggjast
skal afturat, at talan er um
somu grannskoðarafyritøku,
ið hevur grannskoðað rokn
skapin hjá Strandferðsluni
øll árini síðani 2008, tá
stovnurin varð lagdur undir
Vinnumálaráðið.
Tilsamans er talan um
1.646.462 krónur í beinleiðis,
eyka útreiðslum til stjórar
og grannskoðan, sum Strand
ferðslan sjálv skal gjalda fyri.
Afturat hesi upphædd eru
aðrar útreiðslur áveg. Talan
er um advokatútreiðslur í
samband við at fíggjarleið
arin varð sagdur úr starvi.
Politikkurin
Fíggjarliga ódnarveðrið kom
inn yvir Strandferðsluna, tá
nú fyrrverandi fíggjarleið
arin í vetur vendi sær bein
leiðis
til
fíggjarnevndina
hjá løgtinginum fyri har
at fortelja sína søgu um
støðuna á stovninum. Við
útmeldingini
hjá
fíggjar
leiðaranum harðnaði tónin
millum Strandferðsluna og
Vinnumálaráðið. Stjórin varð
sendur til hús, og í februar í
ár staðfesti grannskoðaði
roknskapurin
eina
meir
nýtslu á 4,4 milliónir krónur
í mun til játtanina fyri 2013.
Í maj mánað komu løg
tingsgrannskoðararnir
við
hvøssum
viðmerkingum
til roknskapin hjá Strand
ferðsluni fyri 2013. Í síni
niðurstøðu átala løgtings
grannskoðararnir hvassliga,
at landsstýrismaðurin ikki
kunnaði løgtingið ella bað
løgtingið
um
eykajáttan,
hóast hann var vitandi um, at
játtanin til stovnin fór ikki at
halda. Frágreiðingin hjá løg
tingsgrannskoðarunum førir
við sær, at Tjóðveldi, Javnað
arflokkurin, Framsókn og
Sjálvstýrisflokkurin í felag
kærdu landsstýrismannin í
vinnumálum til Landsstýris
málanevndina. Tann kæran
verður væntandi avgreidd
síðst í hesum mánaðinum.
Í Tinganesi heldur telv
ingin um tølini á eykajáttan
arlógini fyri september fram.
Flestu av aðalráðunum hava
ynski um fleiri pengar, og
verða øll gingin á møti, økjast
útreiðslurnar á fíggjarlógini
fyri 2014 við okkurt um 50
milliónum krónum. Tað kem
ur ikki upp á tal, sambært
Jørgeni Niclasen.
Fyrstu sjey mánaðirnar
av 2014 hevur Strandferðslan
brúkt 84,6 milliónir krónur
av síni játtan, svarandi til
stívliga 60 prosent av játtan
ini, sum aftur kann tulkast
sum meirnýtsla á smá tvey
prosent. Stór sveiggj eru tó í
útreiðslunum hjá stovninum,
mánað fyri mánað, og tí
skulu tølini takast við ávís
um fyrivarni.
Rumbul fyri
1,7 mió
Fíggjarligu brotasjógvarnir, sum hava skolað inn
yvir Strandferðsluna síðani í vetur, hava higartil
kostað sperda stovninum 1,7 millión krónur
í eyka útreiðslum, ið tyngja frammanundan
sprongdu fíggjarætlanina uppaftur meira
1. september bað Strandferðslan
um eykajáttan á ”nakrar milliónir.”
Síðani tá hava Vinnumálaráðið
og hini aðalráðini hildið fram
við telvingini um tølini á
eykajáttanarlógini fyri september
Afturat øðrum, fíggjarligum avbjóðingum kosta
eyka stjóralønir og grannskoðararokningar
Strandferðsluni 1,7 millión krónur í ár