Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siga eitt og gera nakað annað Hava selt og keypt skip fyri hálva milljard Uppsjóvarveiðan gevur stór avkast til advokar fyri skipasølur. Tað ljóðar sum ein skrøna, men síðani árs­ byrjan eru skip keypt og seld fyri 458 milljónir krónur í Føroyum. Undir vanligum um­ støðum hevði talan verið um totala broyting í okk­ ara fiskiflota, men hesar sølurnar hava so at siga allar havt til endamáls at tryggja, at makrel- og silda­kvotur hava kunna verið fluttar millum reið­ arí og skip. Hesar upplýsingar komu fram í Løgting­ inum, tá ið Høgni Hoydal, Tjóð­veldi, spurdi lands­ stýris­mannin við fiski­ vinnu­málum, hvussu nógv­ar skipasølur eru farnar fram higartil í ár. Spurningurin er helst settur, tí í vinnuni vita øll, at tað ber til at flyta skip og veiðuloyvir, soleiðis kvot­ur­nar enda hjá skip­ um, sum hava útgerð at fiska uppsjóvarfisk. Í millum manna verður hetta nevnt karusellin, tá ið skip formliga verða flutt millum reiðarí. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ikki Fiski­ mála­ráðið, men skipa­ skrá­set­ingin, sum hoyrir undir Sjóvinnustýrið, sum tekur sær av hesum. Høgni Hoydal vildi eis­ini vita, hvussu nógv veiðu­loyvir eru flutt millum skip í ár. Landsstýrismaðurin svarar: – Við heimild í §8 í løg­ tings­lóg um vinnuligan fiskiskap kann veiðiloyvi verða flutt av einum skipi á eitt annað við ella utt­ an veiðiloyvi. Higartil í 2014 eru 12 flytingar av veiði­loyvum farnar fram. Av hesum hevur Fiski­ mála­ráðið avgreitt átta flytingar og VØRN fýra flytingar. Løgmaður og føroyska javnaðarumboðið á Fólkatingi raktu egið mál, tá ið føroyski útflutnignurin til Russlands var á skránni Tað hevur vakt ans í danska ríkinum og fyrst og fremst í Føroyum, at løgmaður hevur verið á ferð í Moska og tosað um handilsviðurskiftir, sam­ stundis sum allur vestur­ heim­urin annars roynir at leggja trýst á Russland í samband við kreppuna í Ukraina. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fór knappliga av­stað til Moskva, har hann skuldi hitta russiskar myndug­leikar. Afturkomin av ferð­ini kundi hann vissa før­oysku vinnuna um, at Føroyar ikki eru boykottaðar av Russlandi í samband við stríð­ið um Ukraina – og hetta tí Før­oyar ikki eru partar av ES. Gott fyri vinnuna Fyri føroysku vinnuna vóru hetta sjálvandi kærkomin boð at fáa. Føroyar útfluttu í fjør 325.000 tons av upp­ sjóvar­fiski til Russlands, so tað sigur seg sjálvt, at talan er um ein ómetaliga stóran markn­að, sum kann taka ímóti stórum nøgdum av mat­vøri. Vinnan fegnast eisini, tí tað er ikki fyrr enn í august í ár, at handilsbannið, sum ES setti móti Føroyum í sam­ bandi við makrel- og silda­ ósemjuna var tikið av aftur. Tann stongsillin gjørdi, at Russland tá var ein uppaftur meira týðandi makrnaður fyri før­oysku útflytararnar. Politiskt rok Føroyska javnaðarumboðið á Fólkatingi, Sjúrður Skaale, var tann fyrsti, sum gjørdi vart við, at hann ikki helt, at tað var rætt av løgmanni sjálv­um at fara til Moskva og gera avtalu við russisku myndug­leikarnar. Sjúrður Skaale helt, at talan í veruleikanum var um, at løgmaður við hesum stakk NATO og vesturheimin í ryggin. Á sínari Facebook- síðu skrivaði Sjúrður Skaale: – Fyri tað fyrsta ger hann við hesum púra greitt, at vit IKKI halda handil fyri seg og politikk og diplomati fyri seg. Vit ikki bara selja til Russlands. Vit hálsfevna Russland politiskt! Og tað gera vit samstundis sum NATO ger klárt at verja ávís lima­lond móti møguligum russ­iskum álopi, og ES helst herð­ir síni tiltøk! Uttanlandsnevndin hjá Løg­tinginum var um hetta mundi á ferð í Íslandi og Grøn­landi og sat til kaffemik í Nuuk tá ið løgmaður fór av­ stað til Moskva. Hóast nevndin í øllum makrel­samráðingunum hev­ ur verið ein aprtur av bak­ land­inum hjá sam­ráðingar­ fólk­unum við Jákupi Vester­gaard á odda, so valdi løg­maður í hesum serliga føri als ikki at ráð­føra seg við nevnd­ina. Hetta fall bæði for­mann­ inum, Jákupi Mikkelsen, Fólka­flokkurin, og Helga Abrahamsen, Sambands­ flokk­urin, fyri bróstið. Hóast báðir vóru hóvligir í orðum, tá ið teir gjørdu við­merk­ ingar til avgerð løgmans, so var ongin ivi um, at teir vóru sera misnøgdir. Alment kjak Málið var tikið upp í kjak­ inum í sjónvarpinum. Sjúrður Skaale skuldi verja tað, sum hann hevði lagt løg­ mann undir at gjørt, men verjan bleiv meira eitt skot í egið mál. Sjúrður Skaale segði í kjak­inum, at hóast vestur­ heimurin roynir at leggja trýst á Putin og Russland, so skal føroyska vinnan halda fram at selja til russar. Tað er í lagi. Tað sum ikki er í lagi er, at løgmaður fór til Russ­lands at tosa við russiskar myndug­ leikar og á politiskum støði gera avtalur við teir. Stutt sagt helt fólka­tings­ maðurin, at vit eiga at venda blinda eygað til og halda fram við at selja til Russlands – og so vóna at onnur lond ikki leggja til merkis, at vit útflyta til eitt land, sum vesturheimurin annars er í stríði við. Hann segði, at eitt er hvat vit siga og gera politiskt – eitt annað er hvat vit gera í veruleikanum. Eitt politiskt sjálvmál, sum vísti greitt alt tað, sum veljarin sigur um politikk og politikkarar: – Siga eitt og gera nakað heilt annað. Løgmaður gjørdi eisini eitt sjálvmál. Hann leyp uttan­landsnevndina um, tá ið hann fór avstað, og hann fekk útheimin at venda radaran móti Føroyum. Fyribils gagnar út­flutn­ ingurin til Russlands Føroy­ um og nógvir føroyingar halda tað er rætt at halda fram við útflutningi okkara til Russlands. Framtíðin fer at vísa, hvat rætt var at gera. Sjúrður Skaale Asbjørn Senior Kaj Leo Holm Johannesen Høgni Hoydal Jacob Vestergaard