Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 107 - 9. juni 2004 Nr. 107 - 9. juni 2004 3 Ongir trupulleikar Norðoyastevna er farin aftur um bak, og fyri framman liggja seks aðrar stevnur, har kappróður, tivoli, fótbóltur, skrúðgong- ur og mangt, mangt annað er á skránni. Hóast veðrið til tíðir var ivasamt, so vóru nógv fólk úti í býnum og vitjaðu tey ymsu tiltøkini NORÐOYASTEVNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Formaðurin í Norðoya Frí- tíðar og Ítróttarráð, Sigurd Mikladal, letur væl at norðoyastevnuni. Hann sigur, at nógv fólk var úti, og tað hóast, at veðurgud- arnir ikki vóru við teimum alla stevnuna. Fleiri hava havt á munni eftir stevnuna, at tað ikki var so stevnuligt, men tað heldur Sigurd kortini, at tað var. – Eitt sum var øðrvísi við stevnuni í ár er, at tað vóru so at siga ongir trupulleik- ar. Ongi rok ella bardagar, sum so og ongi herverk, og tað havi eg varhugan av, kemur fyrst og fremst av, at tað var okkurt á skránni til øll, heldur hann fyri. KÍ hevði sett eitt tjald upp við parkeringsøkið við vøllin, og har varð so skip- að fyri ungdómsdiskoteki. – Eg haldi, at tað tað var við til at taka líka sum broddin av øllum, at tey ungu undir 18 ár eisini fingu eitt stað, har tey kundu fara í dans, sigur Sigurd. Eisini heldur hann, at stevnan eydnaðist væl fyri teimum, sum høvdu tiltøk. Í øllum førum, sigur hann, at NFÌ hevur onki negativt hoyrt enn, og tað tekur for- maðurin sum nakað positivt. Lívligur Tobbi Leygarkvøldið var sum vanligt midnáttarsamkoma og fýrverk. Klaksvíkar Hornorkestur spældi eina løtu í Vágstúni, áðrenn Tor- bjørn Jacobsen tók orðið. Tað sirmaði eitt sindur, men tað forðaði ikki fólki í at møta upp. Og tað var eis- ini ein sera vælupplagdur Tobbi, sum helt eina dund- urtalu fyri mannamúgvuni í Vágstúni. Aftaná Tobba var fýr- verkið á skránni. Heldur størri og flottari enn undan- farin ár. Tað buldraði í øll- um førum sera hart millum fjøllini, og ekkóini mundu ongan enda fingið. Eitt stórsligið show, sum teir gulu skótarnir stóðu fyri. Síðani var felagssangur, men hann eydnaðist ikki so væl, tí tað var farið at regna rættuliga illa. So tað gekk ikki long tíð fyrr enn gøt- urnar vóru so gott sum manntómar. Seinni út á náttina leitaðu fólk sær tó í býin, og tað mundi merkjast á teimum ymsu dansistøðunum. Okk- urt av teimum gavst at selja atgongumerki, tí tað var fult inni. Gestur og fólkalívsmyndir Sunnudagin fór skrúð- gonga sum vant úr Klaks- víksgarðinum heim í Vágs- tún, har Gestur Hovgaard, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag helt røðu. Skrúðgongan kom heim eftir Klaksvíksvegnum við hornorkestrinum á odda. Komin til rundkoyringina steðgaðu skótar, ítróttarfólk og hestar fyri at fólkalívs- myndirnar hjá Norðoya Fornminnafelag kundu fara við í skrúðgonguna. Tá fólkafundurin var av, var framsýning av fólka- lívsmyndunum á skránni á fótbóltsvøllinum. Vanligt sunnukvøld Sunnudagurin byrjaði eisini væl við góðum veðri, og var tað gott fyri øll tey, sum høvdu tiltøk á skránni. Tivoli var væl vitjað, har bæði karrusell, fiskibrunn- ur, hoppiborg og klatri- veggur vóru. Umframt allar básarnar. Men út á kvøldið kom regnið aftur, og tað gjørdi ivaleyst sítt til, at sunnu- kvøldið ikki tyktist at vera stórt øðrvísi enn eitt púra vanligt sunnukvøld. Ikki nógv fólk at síggja, og tað stongda vegastrekkið frá posthúshorninum og niðan móti Gerðum var so gott sum manntómt. Onkur helt fyri, at hann ikki mintist eitt sunnukvøld á norðoyastevnu, har tað ikki regnaði. Um tað er so, skal her vera ósagt, men tað er ein sannroynd, at veðrið hevur royndst serstakliga illa tvey tey seinastu árini. Í ár royndist tað tó betur. Um enn ikki tað var heilt gott. Torbjørn Jacobsen helt midnáttarrøðuna á norðoyastevnu í ár. Og sjáldan man tað hava verið so nógvur látur í Vágstúni sum í ár Candyfloss og popcorn er bara nakað, sum hoyrir til á einum tivoliøki. Og sjálvandi tombola og ballónir eisini Ein klatriveggur stóð á tivoliøkinum, og mong børn nýttu høvi til at royna hann Karrusellin mól runt og runt. Børnini stuttleikaðu sær óført, og spenningurin lýsti úr eygunum á teimum, tá ferð kom á Fýrverkið á Vágsbø var einastandandi flott í ár, og hóast tað var farið at regna, so stóðu fólk og hugdu til tað var liðugt. Tað dundi millum fjøllini, og tað ger ivaleyst eisini sítt til, at fýrverk í Klaksvík er nakað heilt serligt Landstýrismaðurin í mentamálum var ikki sjálvur til staðar, tá undirskriftirnar vórðu handaðar. Hann er í Íslandi í arbeiðsørind- um, men hann var kunnaður um undir- skriftirnar, sum Jóannes Eidesgaard tók ímóti í hansara stað. Løgmaður hevði eina kærkomna heilsu frá Jógvani á Lakjuni: – Eg fari at arbeiða fyri eini virðiligari loysn MUSIKKSKÚLIN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Løgmaður takkaði vegna landstýrismannin í Menta- málum fyri undirskriftirnar. Hann segði, at tað er eitt gott tekin um demokrati, tá fólk kunnu geva sína mein- ing og ónøgd til kennar. Løgmaður kundi tó ikki geva mótmælisumboðun- um nakað ítøkiligt svar um eina loysn. Hann legði dent á, at teir sum politikarar eru noyddir at halda útreiðsl- unum aftur, og at teir ikki kunnu lata seg taka av fót- um, hvørjaferð ein bólkur vísir sína ónøgd við undir- skriftum. Hinvegin segði hann, at tað telur nógv, at tað eru so nógv fólk, sum hava skriv- að undir uppá so stutta tíð. – Musikkskúlin fyllir nógv í einum so lítlum samfelagið sum okkara. Hann hevur eina stóra berøringsflatu, og so hevur hann eisini ítøkilig úrslit at vísa á. So tað er sjálvandi spell at hann verður raktur. Løgmaður vildi tó ikki geva nakað boð uppá, hvar írestandi peningurin verður funnin, um musikkskúlin fær frið. Jóannes Eidesgaard bar at enda Vár, Bergi og Maud eina heilsan frá Jógvani á Lakjuni, og segði, at mentamálarráharrin vil virka fyri at finna eina virðiliga loysn á hesum málinum. Hann legði aftur- at, at hann væntaði, at ein skilagóð loysn fór at verða funnin. Hvør hon verður, fer tíðin at vísa. Tí fær musikkskúlin frið, er spurningurin bara, hvat øk- ið innan mentamálaráðið Jógvan á Lakjuni heldur velur at fremja sparingarnar í. Føroyingar flúgva nýggjar leiðir Frá 19. juni fer flúgving- in hjá Atlantsflogi til Perugia eisini at umfata Ancona. Soleiðis verður tað ein tríkantsflúgving, har Atlantsflog flýgur frá Keypmannahavn til Perugia til Ancona og aftur til Keypmanna- havn. Flúgvingin fer at halda fram til endan av oktober. Tað eru fyri tað mesta feriugestir, sum flúgva á hesari rutuni. – Tað er ikki óvist, at vit fara at víðka um til- boð av slíkum slag í komandi tíðum. Tað vil siga bæði í vetur og í summar, hvar vit kunnu bjóða fólki ein prísbílig- an og lættan ferðamáta úr Føroyum og suðureftir, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog. hkm Týsmorgunin 8. Juni, vórðu 5277 undir- skriftir handaðar løg- manni. Landstýris- maðurin í mentamál- um er í løtuni staddur í Íslandi í arbeiðs- ørindum, og tískil var tað løgmaður, ið fekk undirskriftirnar. Tað vóru tey trý Vár Berghamar Jacobsen, Bergur Debes Joensen og Maud Vang Han- sen, ið vóru úti í Tinganesi við undir- skriftunum MUSIKKSKÚLIN Eydna Skaale Eydna@sosialurin At nógv fólk eru, ið eru ímóti sparingunum í musikkskúlanum, sást týðuliga á pappírsstakkin- um, sum Maud Vang Han- sen hevði undir arminum. Og tá hugsað verður um, at listarnir til undirskriftirnar bert hava ligið úti í handl- um og kioskum í farna vikuskifti, t.v.s. 2 dagar., má sigast, at undirtøkan fyri mótmælinum er sera stór kring alt landið. – Eg haldi undirskriftir- nar tala fyri seg, segði Maud, tá hon handaði løg- manni tær. Tey trý søgdu annars, at tey veruliga vóna, at hetta fer at gera ein mun. – Vit eru veruliga komin langt. Tað sæst á øllum prísunum, sum tey ungu hava vunnið uttanlands. Vit eru so ómetaliga nógv, sum bæði eru stolt og glað av teimum. Tey seta lív í samfelagið. Tað hevur tikið fleiri ár at byggja hetta upp, men tað er so skjótt at bróta alt niður aftur, søgdu tey trý, eftir at undirskriftirnar vóru handaðar. – Tað er prógvað, at tónleikur er við til at menna evnini hjá børnunum, bæði sosialt og hvat viðvíkur innlæring. Tey læra at samstarva, tí tey noyðast at lurta eftir hvørjum øðrum. Vár, Bergur og Maud siga, at tað avgjørt fer at koma sum ein skelkur fyri børnini, sum longu hava staðið á bíðilista í fleiri ár fyri at sleppa inn á musikk- skúlan, at tey nú aftur eru úti í kuldanum, og aftur standa á musikkskúla. – Bíðilistarnir eru ovur- langir sum er, og øll sum ganga á musikkskúla hava roynt at standa á bíðilista. Onkur hevur tó kanska gingið har í áravís, meðan onkur kanska endiliga er sloppin inn. Skal man fara at tveita tey út aftur nú? Tað fer heilt víst at seta síni spor í barnasinnið at upp- liva so alvorligar fylgjur av eini politiskari avgerð, halda tey trý. Tey hava tó einki boð uppá hvar so skal sparast, um tað ikki verður her. – Vit fara ikki at leggja okkum út í tað. Tað lata vit politikararnar um. Vit líta á, at teir hava evnini til at finna eina loysn, soleiðis, at tað ikki gongur út yvir ta stóru gleði, sum musikk- skúlin er. Bæði fyri børnini og okkum vaksnu. Undirskriftir handaðar fyri musikkskúlan Landstýrismaðurin virka fyri virðiligari loysn Maud Vang Hansen handar her løgmanni tær 5277 undirskriftirnar, ið tey vóna fara at gera ein mun í stríðnum um musikkskúlan Mynd: Jens Kristian Vang – Eg helt tað vera løgið, at mann hevur gingið her sum smádrongur øll hesi árini og ikki lagt merki til hatta har. So andlitini mugu hava ligið nokkso væl undir, hugsi eg. Tað sigur Andre Ras- mussen, sum varð fyrstur at forvitnisligu steinun- um í Oyndar-firði, har smílandi andlit eru ritaði í. – Eg gekk oman við, og mitt í tí heila síggi eg, at tað sær so løgið út. Tað var eitt lítið sindur av mold omaná, og eg tók so og pussaði tað av. Tá vóru tað hesi andlitini, sigur Andre Rasmussen. Ongin sigur seg vita um hesar steinar við and- litum, og menn vita ikki um, at forfedrar teirra hava nevnt nakað líkn- andi. Tveir slík-ir steinar eru eisini at finna vesturi í Vágum, í Sandavági, men upprunin til teir er ikki kendur. Í gjár, týsdagin, var fornfrøðingurin Símun V. Arge í Oyndarfirði og kannaði steinarnar. Enn er óvist hvørja niður- støðu hesar kanningar kunnu føra við sær. – Eg haldi tað vera spennandi. Nú verður áhugavert at síggja, hvat fornfrøðingarnir koma fram til, sigur Eirikur Rasmussen. hkm Smílandi andlit í Oyndarfirði Ongin sigur seg vita um hesar steinar við smílandi andlitum, og menn vita ikki um, at forfedrar teirra hava nevnt nakað líknandi. - Nú verður áhugavert at síggja, hvat fornfrøðingarnir koma fram til, sigur Eirikur Rasmussen, sum fann steinarnar Vár Berghamar-Jacobsen takkar her Jóannesi Eidesgaard fyri stutta fundin. Høgru megin hana stendur Bergur Debes Joensen og undir vinstru lið stendur Maud Vang Hansen Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2