týsdagur 16. september 2014síða 48
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
16
Sosialurin
Ann Sølvia er spent. Hon er í
ferð við at fyrireika seg til at fara
undir eina stóra kanning av før
oyska landslagnum, sum hevur til
endamáls at finna leivdir frá vík
ingum, sum vórðu grivnir í Føroyum
fyri yvir 1000 árum síðani.
Ann Sølvia var liðug við útbúgv
ing sína sum fornfrøðingur fyri
einum ári síðani og hevur nú fingið
stuðul frá Granskingarráðnum til
at fara undir ph.d. verkætlan sína,
sum hon vónar fer at grava fram
meira vitan um, hvussu tey fyrstu
fólkini í Føroyum livdu.
Tey næstu trý árini fer hon at
gera ymisk sløg av kanningum,
sum skulu avdúka, hvar víkingarnir
hava grivið síni deyðu.
– Fornfrøðingar vita ongantíð,
hvat teir finna, tá teir fara at leita.
Men eg vóni, at eg fari at finna
nýggjar víkingagravir, sum kunnu
geva okkum størri innlit í, hvussu
tey fyrstu fólkini í Føroyum livdu,
og hvussu teirra heimsáskoðan var,
sigur Ann Sølvia.
Spennandi søgur
Ann Sølvia hevur havt áhuga fyri
søgu alt tað, hon minnist. Hon er
uppvaksin á Viðareiði, og sum barn
dámdi henni væl at hoyra pápa sín
siga frá søgum og sagnum um lívið
og hendingar í gamlari tíð. Eisini
dámdi henni væl at ganga túrar úti
í náttúruni, har ymiskar leivdir frá
fornari tíð vóru at síggja.
– Tað kveikti mín áhuga eisini
fyri øllum tí, sum vit ikki vita, og
sum fornfrøðin kann hjálpa okkum
við at fáa meiri at vita um, sigur
hon.
Tá Ann Sølvia var liðug við
studentaskúlan og skuldi velja,
hvørja leið hon skuldi ganga,
gjørdi hon av at fylgja áhugan
um fyri teimum gomlu søgunum
frá barnaárunum og fór til Keyp
mannahavnar at lesa fornfrøði.
Hon tók bachelor-prógv í mið
eystur-fornfrøði, har hon lærdi um
tær gomlu mentanirnar í Egypta
landi, Jordan, Ísrael og Mesopo
tamia, sum í dag er Irak.
Síðani tók hon master-útbúgv
ing í evropeiskari fornsøgu, sum
eisini fevnir um norðurlendska
fornfrøði.
– Mín áhugi hevði alla tíðina
serliga verið fyri Norðuratlants-
økinum, men eg eri eisini glað fyri,
at eg havi lært um ta gomlu forn
frøðina í Miðeystri, tí tað hevur
givið mær eitt breiðari perspektiv
og gjørt meg betri føra fyri at skilja,
hvussu handilssamband og fólka
flytingar hava ávirkað fornfrøðina,
sigur hon.
Ann Sølvia skrivaði serritgerð
um føroysk landsløg frá víkingatíð
fram til miðøld. Hon kannaði lands
lagið í Fugloynni og aðrastaðni í
Føroyum og samanbar við landsløg
í Hetlandi og Orkney-oyggjum, har
leivdir frá gomlum búsetingum
eisini eru funnar.
– Landslagið broytist av menn
iskjunum, sum liva í tí, og vit síggja
farleiðirnar eftir teimum, sum livdu
í gamlari tíð. Varðar vísa, hvar tey
hava gingið, og búsetingar hava sett
sær spor í landslagnum, greiðir hon
frá.
Frávik í landslagnum
Ann Sølvia vildi vita meira um,
hvussu víkingarnir í Føroyum
hava livað, og hon gjørdi av at fara
undir eina ph.d. verkætlan um
víkingagravir í Føroyum. Hon søkti
um fígging frá Granskingarráðnum
og fekk 1,1 miljón kr. til verkætlan
ina.
Bert tvær fornar gravir eru
funnar í Føroyum. Í Tjørnuvík er
ein grøv við leivdum av 12 fólkum
funnin, og á Sandi ein grøv við 11
fólkum.
– Vit vita so lítið um víkingarnar
í Føroyum. Um tað eydnast at finna
fleiri gravir, kunnu vit kanska fáa
meira at vita um tað sosiala lívið,
sum fólk hava livað, sigur hon.
Ann Sølvia fer at brúka fleiri
ymiskar kanningarhættir fyri at
finna fram til víkingagravirnar.
Fyrst fer hon fer at kanna, hvussu
víkingagravirnar í Tjørnuvík og á
Sandi liggja í landslagnum. Síðani
fer hon at leita í Skjalasavninum
eftir møguligum fráboðanum frá
fólki, sum hava funnið mannabein.
– Eg fari at seta nálir á eitt kort,
so eg kann fáa eitt yvirlit yvir, hvar
gravir frá víkingatíðini kunnu
hugsast at vera. Síðani fari eg at
velja mær nøkur støð, sum eg fara
út í landslagið at kanna nærri, sigur
hon.
Ann Sølvia fer at nýta ein ser
ligan kanningarhátt at finna grav
irnar í landslagnum, sum íslendski
fornfrøðingurin Adolf Fríðriksson
hevur ment. Í Íslandi eru 160 gravir
frá víkingatíðini funnar.
- Hann hevur funnið fram til,
hvørji frávik í landslagnum geva
ábendingar um, at víkingagravir
eru undir moldini. Kanningarnar
eftir hesum framferðarhátti í Ís
landi hava víst, at víkingagravir
eru bæði tætt við bústaðir og við
farleiðir uttangarðs. Eg fari at royna
at finna somu frávik í føroyska
landslagnum, sigur hon.
Heilag støð
Ann Sølvia fer eisini at brúka skriv
ligar keldur fyri at finna fram til,
hvar víkingagravir kunnu vera, men
tær eru ikki altíð álítandi.
– Skrivligu frásagnirnar mugu
lesast við fyrivarni, tí tær eru
niðurskrivaðar fleiri ættarlið eftir
víkingatíðina. Fleiri frásagnir eru
um, at víkingagravir hava ligið
í heyggjum, men enn eru ongar
víkingagravir funnar í heyggjum í
Føroyum, sigur hon.
Eisini staðarnøvn og sagnir
kunnu geva ábendingar um, hvar
víkingagravir kunnu vera, og gamlar
lógir kunnu vera ein virðismikil
kelda til vitan um landslag og grav
staðir.
Umframt tær skrivligu keldurnar
ætlar Ann Sølvia eisini at tosa við
fólk á staðnum, sum hava vitan um
landslagið og kenna søgur, ið eru
knýttar at plássunum.
Ann Sølvia væntar ikki, at hon
fer at finna allar víkingagravir í
Føroyum, men nakrar vónar hon
at finna.
– Eg fari at hyggja at skjølum
um allar Føroyar, men eg fari
at avmarka meg til at leita úti í
landslagnum í Norðoyggjum í
hesum umfarinum. Eg havi valt
tann partin av Føroyum, tí eg eri
uppvaksin har og kenni landslagið
og tær sagnir og søgur, ið eru
knýttar til støðini, sigur hon.
Í Ísland eru víkingagravir funnar
bæði tætt við bústaðir hjá fólki og
við farvegirnar, har tey hava gingið.
Í Føroyum eru enn ongar gravir
funnar burturi frá búplássum.
– Finna vit gravir, ið liggja uttan
garðs, kann tað geva ábendingar
um, at víkingarnir hava havt heilag
støð úti í náttúruni, sigur Ann
Sølvia.
Gávur við í grøvina
Víkingarnir góvu teimum deyðu
gávur við í grøvina. Í Tjørnuvík
var ein kvinna gravløgd við einum
ringpróni, og fornfrøðingar hava
eisini funnið silvur og armbond í
føroysku víkingagravunum.
Í Íslandi, Danmark og Noregi
hava fornfrøðingar funnið knívar
og svørð í víkingagrøvum, og onku
staðni hava fólk eisini verið grivin
saman við einum hesti ella einum
báti.
– Gravgávurnar eru lutir, ið hava
havt stóran týdning fyri tey deyðu.
Eingin veit tó við vissu, hvønn týdn
ing gávurnar hava havt, sigur Ann
Sølvia.
Víkingagravir venda øðrvísi enn
kristnar gravir. Víkingarnir vórðu
grivnir í norður-suður í staðin fyri
í eystur-vestur sum tey kristnu.
– Vit vita ikki, hví víkingarnir
gravaðu teirra deyðu á henda hátt,
men helst hevur tað okkurt við
teirra fatan av heiminum og teirra
trúgv at gera, sigur Ann Sølvia.
Ann Sølvia vónar, at hon fer at
fáa meira at vita um, hvussu vík
ingarnir fataðu heimin, og hvussu
teirra trúgv var.
– Víkingarnir høvdu eina heilt
aðra mynd av heiminum við fleiri
gudum, men vit vita lítið um ta
norrønu gudalæruna, og hvussu
víkingarnir
hava
útint
teirra
trúgv. Okkara mynd av teimum
norrønu gudunum er nógv ávirkað
av tí kristna umhvørvinum, sum
gudalæran er niðurskrivað í, sigur
hon.
Hóast meira enn 1000 ár eru
liðin, síðani víkingarnir búleikaðust
her á landi, ber enn til at finna
leivdir av teimum í gravunum.
Beinaleivdirnar eru illa farnar, men
tenninar halda munandi longri, tí
emaljan er so sterk.
Um Ann Sølvia finnur nýggjar
víkingagravir
við
leivdum
av
menniskjum, kunnu aðrir serfrøð
ingar gera til dømis dna-kanningar
og isotop-kanningar, ið kunnu geva
vitan um, hvaðani niðursetufólkini
komu, og hvørjum tey livdu av.
Vil kanna alt Føroyar
Endamálið við ph.d. verkætlanini er
fyrst og fremst at finna nýggjar vík
ingagravir, men Ann Sølvia vónar,
at hon eisini fær møguleika fyri
at gera royndargrevstur á nøkrum
støðum fyri at fáa staðfest, um
talan veruliga er um víkingagravir,
og hvussu tær síggja út.
– Eg havi nógvar spurningar, ið
eg vóni at fáa svaraðar, og eg eri
ótrúliga spent at fara undir tað
ítøkiliga arbeiðið. Og vónandi fari
eg eisini at kunna brúka úrslitini
av hesum kanningunum til aðrar
kanningar seinni, sum kunnu fevna
um alt Føroyar, sigur hon.
Ann Sølvia hevur í løtuni starv á
savninum í Keypmannahavn, men
hon vónar, at hon fer at kunna virka
í Føroyum sum fornfrøðingur.
– Eg veit ikki, um tað verður
møguligt at fáa arbeiði í Føroyum
sum fornfrøðingur, men annars
ætli eg mær at søkja um stuðul úr
ymiskum grunnum til verkætlanir,
ið eru tengdar at føroyskari forn
frøði, sigur hon.
Ann Sølvia heldur tað hava stó
ran týdning, at fornfrøðiligar kann
ingar verða gjørdar í Føroyum.
– Tað eru ikki gjørdar nógvar
fornfrøðiligar kanningar, og vit vita
so lítið um fornu tíðina. Tær leivdir,
ið enn eru, kunnu lættlliga fara
fyri skeyti, tí harðbalna føroyska
veðurlagið máar burtur av jørðini,
sigur hon.
Ann Sølvia leitar eftir víkingagravum
32 ára gamla Ann Sølvia av Viðareiði hevur sett sær fyri at avdúka so nógvar víkingagravir í
Føroyum sum til ber. Hon hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til at finna og kanna gravir
hjá teimum fyrstu fólkunum, sum búsettust í Føroyum fyri meira enn 1000 árum síðani.
»Vit vita so lítið um víkingarnar í
Føroyum. Um tað eydnast at finna
fleiri gravir, kunnu vit kanska
fáa meira at vita um tað sosiala
lívið, sum fólk hava livað.«
Ann Sølvia Lydersen
Jacobsen
Fødd 1981
Uppvaksin á Viðareiði
MA í fornfrøði frá
Keypmannahavnar
Universiteti
Ph.d. verkætlan á
University of Aberdeen:
Gravir og landslag í
Føroyum í víkingaøld
FAKTA
Ann Sølvia hevur í løtuni starv á savninum í Keypmannahavn, men
hon vónar, at hon fer at kunna virka í Føroyum sum fornfrøðingur.