hósdagur 18. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
úr tinginum
síða 6
Tíðin
rennur
undan
Alfred olsen
Kjaks síða 10
Løg
maður
gjørdi rætt
Í víkuni legði Tjóðveldi fram síni
endurskoðaðu
stevnumið,
sum
flokkurin hevur arbeitt við nøkur
ár.
Eyðsæð er, at flokkurin vil sleppa
aftur í stjórn – hesin flokkur sum
hevur gingið oyðimarkargongd at
kalla síðani hendan desemberdagin
í 2003, tá Anfinn Kallsberg gav øll
um landsstýrisfólkum Tjóðveldis
durafjórðingin í Tinganesi, tí tey
hóttu við at taka undir við einum
misálitið á Anfinn Kallsberg, løg
mann, fyri skuldsetingar um fíggj
arligt óreglusemi.
Tjóðveldi var tó í hitanum í nakr
ar mánaðir í 2008, til Jóannes Eides
gaard, løgmaður aftur gav teimum
durafjórðingin – fyri eitt løgið stríð
um eitt lyklarhol.
Í báðum førum var flokkurin
í samgongu við flokkar, sum ikki
vildu halda fram í samstarvi við
Tjóðveldi.
Tá tú kemur í ta støðu, at aðrir
flokkar ikki vilja samstarva við teg,
so verður tú noyddur at leggja um.
Tað var týðuligt, at Fólkaflokkurin
ikki vildi ganga tað fullveldisleið,
sum Tjóðveldi vildi. Fólkaatkvøðan,
sum skuldi vera 26. mai í 2001 varð
avlýst – og hóast fullveldissam
gongan helt fram aftan á valið í
2002, so kom kynkur í, sum gjørdi,
at samstarvið endaði árið eftir.
Tað var ikki eins eyðsæð, hví sam
gongan millum Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi og Miðflokkin endaði í
2008.
Tjóðveldi tosar nú aftur um
»skipaða loysing«, eins og flokkurin
gjørdi áðrenn valið í 1998. Flokkurin
tosar nú eisini beinleiðis um eina
samgongu millu Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi og Framsókn, sum eitt
alternativ til valdið hjá Fólkaflokk
inum saman við Sambandsflokki
num.
Tað er tí alt sum bendir á, at
flokkurin nú vil hava eina smidlig
ari tilgongd í sambandi við at flyta
evsta vald úr Danmark til Føroyar
– eina tilgongd, sum flokkurin vil
skapa saman við Javnaðarflokki
num heldur enn við Fólkaflokki
num.
Tað er áhugavert, at ein politisk
ur flokkur soleiðis endurskoðar sín
politikk. Eitt arbeiði, sum allir pol
itiskir flokkur áttu at gjørt.
Spurningurin er so, um Aksel
V. Johannesen er fúsur at manna
nýggja stjórn saman við Tjóðveldi
– og bloytta fullveldispolitikkinum,
ella um hann framvegis fríggjar til
Kaj Leo Holm Johannsen.
Síðani Aksel V. Johannesen
proklameraði
Javnaðarflokkin
sum samríkisflokk, sær penari út
í veljarakanningum. Men hetta jú
politikkur – og politikkur merkir
broytingar.
Brynja seg til løgtingsval
Liðið av tjóðveldisfólki, sum
fór til Skotlands í sambandi
við valið um loysing frá
Bretlandi, varð ikki so væl
mannað, sum ætlað. Tjóð
veldi ætlaði at leiga Aero
spaceflogfarið hjá Atlantsflog
til túrin, men tað flogfarið er
farið úr flotanum hjá Atlants
flog, og tí máttu tey fylla ein
heilan Airbus, um túrurin
skuldi verða til nakað.
Í staðin fóru 11 fólk avstað.
Og vóru tey ikki væl mannað,
so vóru tey í øllum førum væl
»kvennað«, so sum hendan
myndin av Facebooksíðuni
hjá Kristinu Háfoss vísir.
Tjóðveldiskvinnur eru
sterkar. Tær »manna« 67%
prosent av tingsessum
floksins.
Væl kvennað lið í Skotlandi
Tað er breið semja í Svøríki
– frá høgru til vinstru í Stór
tinginum – at eingin fer í pol
itiskt samstarv við ekstrema
høgraflokkin, Sverigesdem
okraterna.
Frederik Reinfeldt, for
sætisráðharri og formað
ur í konservativa flokki
num Moderaterna, gav lyfti
um, at flokkurin fór ikki at
samstarva við ekstremistar
nar – hóast tað skuldi kosta
honum stjórnarvaldið.
Frederik Reinfeldt helt
orð. Hann gjørdi ikki sum
Anders Fogh Rasmussen og
Erna Solberg – og sum løg
maður kanska eisini hevði
gjørt. Kaj Leo Holm Johann
esen skrivar soleiðis á Face
book:
»Fólkaræði í Svøríki er
sterkt siga onkrir serfrøðing
ar. Er tað eitt sterkt fólkaræði
sum útihýsir einum flokki við
12,9% av atkvøðunum ella
791.000 veljarum???«
Løgmaður hugsar um
Sverigedemokraterna
Tjóðveldi vil vinna valdið
saman við Javnaðarflokki
hósdag
fríggjadagin
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
leygardagin
Seinnapart:
Fleyr til gul av ymsm ættum og
yvirhøvur turt og sólglottar, men
mjørkaflókar. Hitin millum 11 og 14
stig.
Lot av útsynningi og okkurt æli,
seinnapartin upp í stívt andøvsgul
av vestri og yvirhøvur turt. Hitin
millum 8 og 11 stig.
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi,
um kvøldið minni vindur av vestri.
Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin
millum 8 og 11 stig.
Veðrið sunnudagin og
mánadagin:
Sunnudagin lot av ymsum ættum
og yvirhøvur turt og sólglottar,
men mánadagin upp í strúk í vindi
av útsynningi og ælingur. Hitin
millum 6 og 10 stig.
Veðrið hósnáttina:
Eitt veikt brúgvalag eystanfyri
Føroyar stendur mestsum í stað.
Veðrið fríggjanáttina:
Lágtrýstið við Ísland fer
norðureftir.
3-8 m/s
3-8 m/s
1-6 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
1-6 m/s
Høgni Hoydal, floksformaður,
saman við Kristinu Háfoss, Sir
ið Stenberg, Gunvør Balle, Bjørt
Samuelsen, Anniku Hoydal, Hjørdis
Heindriksdóttir og Erlu Olsen