Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 107 - 9. juni 2004 Nr. 107 - 9. juni 2004 9 ES hóttir føroyska fólkaræðið – Ein nýggj ES-grund- lóg hóttir av álvara føroyska og grøn- lendska fólkaræðið, og við eini nýggjari ES-grundlóg standast grundleggjandi trup- ulleikar í ríkisfelags- skapinum, sigur 56 ára gamli Jens Peter Bonde, ES-tinglimur í 25 ár og nýggjur ráð- gevi í Norðuratlants- bólkinum ES Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Norðuratlantsbólkurin hev- ur funnið rætta varðhundin í ES-høpi, og maðurin er ikki hvør sum helst. 56 ára gamli Jens Peter Bonde úr ES mótstøðusinnaðu Juni- rørsluni hevur sitið í ES- tinginum síðani 1979, og er hann tí skraddaraseymaður til ES-sjónarmiðini hjá tjóðskaparliga Norðurat- lantsbólkinum. Gleðist um samstarvið Jens Peter Bonde greiðir frá, at hann hevur havt fund við Høgna Hoydal og Lars Emil Johansen í Fólka- tinginum fyri stuttum, og 2. juni játtaði hann so at taka upp ólønt ráðgevandi sam- starv við Norðuratlants- bólkin, sum hevði brúk fyri einum manni í Bruxelles. – Tað er við stórari gleði, at eg fari undir samstarv við Norðuratlantsbólkin, og fyrst og fremst kann eg geva frá mær 25 ára royndir og innlit í, hvussu ES-skip- anin virkar í praksis, sigur Jens Peter Bonde. Sunnu- dagin verður ES-parla- mentsval, og um Jens Peter Bonde verður valdur, fer samstarvið við Norðurat- lantsbólkin sambært hon- um í øllum førum at halda fram næstu fimm árini. – Men eg havi øll hesi 25 árini havt óformelt samar- beiði við bæði føroyingar og grønlendarar, men nú er talan so um eitt formelt og skipað samarbeiði, sum eg gleðist um, sigur Jens Peter Bonde. Ógreiður ríkisfelagsskapur Nógv umtalaða og um- stríddda komandi ES- grundlógin tykist vera fyrsta málið hjá Bonde at ráðgeva Norðuratlantsbólk- inum í, og her sær Bonde nakrar grundleggjandi kon- fliktir í ríkisfelagsskapin- um taka seg upp, sum tó eru grundgevingar, vit frammanundan hava hoyrt frá ES-mótstøðumonnum. – Í kjalarvørrinum av eini ES-grundlóg missir ES- limalandið Danmark sítt sjálvræði til Bruxelles, og tá koma Føroyar og Grøn- land í eina serliga vanda- fulla støðu. Uttan at vera limir í ES verður uttanríkis- og verjupolitikkur føroy- inga og grønlendinganna fluttur til ES at umsita, og tað er eftir mínum tykki í grundleggjandi stríði við fólkaræðið, sigur Jens Peter Bonde. Spurdur, hvussu hann ætlar at ráðgeva før- oyingum og grønlending- um á hesum øki, er royndi ES-tinglimurin greiður. – Fyrst og fremst skulu tit krevja at sleppa til orðanna og samskifta við donsku stjórnina um avleiðingarnar, áðrenn danir taka undir við eini uttanríkis- og verju- politiska avgerð í ES høpi, sigur Jens Peter Bonde. Hann heldur tað hava stóran týdning, at viðurskifti og avleiðingar gerast greið fyri Føroyum og Grønlandi, og at vit krevja grundleggjandi rættindini at vera við í avgerðum, sum viðkoma okkum í so stóran mun. – ES grundlógin kemur í stríð við grundleggjandi funktiónir í ríkisfelags- skapinum, og ein avleiðing er, at Danmark verður eitt deilríki og Føroyar og Grønland hjálond í uttan- ríkis- og verjupolitiskum málum, sigur Jens Peter Bonde. Umframt hetta vísir royndi ES-tinglimurin á eina aðra konflikt millum ríkisfelagsskapin og ES. – Tað er viðtikið í ES- grundlógini, at ES øki skulu vera tøk til eina og hvørja tíð, og tá má eg reisa spurn- ingin, hvønn løgfrøðiligan status Grønland og Føroyar hava, og um hesi lond eisini skulu vera til taks til ES at nýta, hóast tey ongantíð hava fingið loyva at taka nakra avgerð, sigur Jens Peter Bonde. Sostatt vísir Bonde á fleiri ógreiðar og ósvaraðar viðkomandi spurningar fyri Føroyar og Grønland, sum eru eyðkend- ir av fullkomnari ógreiðu. Føroyar gloymdar Jens Peter Bonde finst í hesum høpi hvassliga at donsku stjórnini fyri ikki at hava tikið føroyingar og grønlendingar við uppá ráð gjøgnum alla gongdina og samráðingarnar um nýggja ES-grundlóg. – Tit skuldu frá byrjan havt luttakandi og aktivan leiklut í prosessini, men danska stjórnin hevur ign- orerað restina av ríkisfel- agsskapinum, og hetta kann knekka hálsin á fólkaræði tykkara, eins og hon ger tað fyri Danmark á teimum økjum, sum eru tengd at ES, sigur Jens Peter Bonde. Hann undirstrikar, at hann ikki setir spurnartekin við ES-limaskapin hjá Danmark - tað slagið er søga og tapt fyri nógvum árum síðani - men hann er sera atfinnandi mótvegis bygnaðinum og framferðarháttinum í ES. – Eg eri hart ímóti in- rættingini í ES-kommisjón- ini og valdsmikla, bureau- kratiska og innilukkaða yv- irvaldinum, ES er. Eg vildi fegin fingið felagsskapin á slankikur og harvið fingið eitt opnari og fólkaræðis- ligari Europasamveldi, sigur Jens Peter Bonde. Í løtuni heldur hann, at arbeiðsum- hvørvi hansara seinastu 25 árini er alt annað enn eyð- kent av fólkaræði. Farið á val, føroyingar! Nú sunnudagin er so nýtt ES-parlamentsval á skránni, og Jens Peter Bonde mælir øllum føroyingum í Dan- mark at gera sær dælt av sín- um atkvøðurætti og fara á val, tí ES gongdin fær í framtíðini stóra ávirkan á Føroyar og Grønland. – Tað eru 20.000 føroy- ingar búsit andi í Danmark, og tit hava møguleikan at atkvøða til fríggjadagin 11. juni. Gerið tykkara ávirkan galdandi til frama fyri tykkara land, er seinasti boðskapurin hjá 56 ára gamla Jens Peter Bonde, sum nú er nýggjur ráðgevi hjá Norðuratlantsbólkinum. Norðuratlantsbólkurin brynjar seg til ES-stríðið Norðuratlantsbólk- urin boðar í tíðinda- skrivi frá, at danski ES-tinglimurin gjøgnum 25 ár, Jens Peter Bonde, er settur sum nýggjur ráðgevi hjá bólkin- um. Umframt hetta er nýggj kanning á veg um avleiðingar- nar av eini ES- grundlóg ES Heini í Skorini heini@sosialurin.fo "Norðuratlantsbólkurin fer nú at leggja meiri orku í royndirnar at tryggja, at gongdin í ES ikki fer at hava við sær nýggjar forð- ingar á vegi Grønlands og Føroya fram ímóti sjálvræði". Soleiðis sigur Norðurat- lantsbólkurin í tíðinda- skrivi mánakvøldið, og fyri at røkka hesum hava teir vent sær til royndasta danska ES-tinglimin Jens Peter Bonde, sum hevur starvast í Bruxelles í heili 25 ár og er kendur frá Juni- rørsluni. Hóast hann hevur sitið í ES-parlamentinum so leingi, hevur hann mark- erað seg sum víðgongdur og atfinnandi mótstøðu- maður móti framferðar- háttinum í ES, og tí er tað ikki av tilvild, at Norður- atlantsbólkurin hevur valt júst Bonde til uppgávuna at ráðgeva um komandi av- leiðingar. Lesið viðtalu við Bonde aðrastaðni á síðuni. Kanning á veg Umframt hetta hevur Norðuratlantsbólkurin eisini vent sær til danska forsætisráðharran við fyri- spurningi um eina óhefta kanning av teimum av- leiðingum, ES-grundlógin fer at fáa fyri viðurskiftini millum Danmark, Føroyar og Grønland. Anders Fogh Rasmussen hevur higartil gingið ynskj- unum á møti um kanning- ina, og hevur hann biðið danska Uttanríkisráðið um at standa fyri kanning um, hvat ein komandi ES- grundlóg kann elva til í ríkisfelagsskapinum. Við nýggjari kanning á veg og nýggjum og roynd- um ráðgeva hevur Norður- atlantsbólkurin sostatt brynja seg út til hugsjónar- liga stríð teirra í ES-høpi. – Eg eri hart ímóti inrættingini í ES-kommisjónini og valdsmikla, bureaukratiska og innilukkaða yvirvaldinum, ES er. Eg vildi fegin fingið felagsskapin á slankikur og harvið fingið eitt opnari og fólkaræðisligari Europasamveldi, sigur Jens Peter Bonde, sum hevur sitið í ES tinginum í 25 ár og nú er nýggur ráðgevi hjá Norðuratlantsbólkinum Um eitt lítið ár er eingin alifiskur eftir í ringunum í Norð- oyggjum. Væntandi fígging ger, at tað ikki ber til at seta nýtt smolt út ALIFISKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv bendir á, at alingin í Norðoyggjum er við at fara í søguna. East Salmon og Faroe Salmon hava fisk úti, men innan fyri eitt ár verður alt tikið, og einki smolt verður sett út. Eingin fiskur á vári 2005 Faroe Salmon hevur alifisk norðan fyri byrgingina í Hvannasundi og á Borðoy- arvík. Hesin fiskurin verð- ur allur tikin í næstum, og síðani verður lagt brak. Tað merkir, at alibrúkini hjá Faroe Salmon fara at liggja still. Hin alarin í Norðoyggj- um, East Salmon, hevur 1,4 millión fiskar í einum ali- brúki á Árnafirði, og góðar 380.000 fiskar í einum ali- brúki í Funningi. Fiskurin í Funningi verður liðugt tikin í heyst, meðan tað fer at taka eitt sindur longri tíð, áðrenn teir eru lidnir at taka fiskin, sum er í ringunum á Árnafirði. Rakstrarleiðarin hjá East Salmon, Símun Pauli Siv- ertsen, sigur, at tá ið East Salmon eru lidnir við at taka fiskin væntandi eina- ferð í marts komandi ár, er eingin alifiskur eftir í Norðoyggjum. Hann sigur eisini, at teir ongantíð áður hava havt so nógvan fisk at taka, men tíverri ber ikki til at seta smolt út, tí fígging fæst ikki at keypa smolt fyri. – Tað er ógvuliga harmiligt, at vit noyðast at leggja stilt, tí vit hava ongar trupulleikar havt av ILA, sigur Símun Pauli Sivert- sen. Útlitini eru ikki góð Rakstrarleiðarin hjá East Salmon heldur, at alivinnan í Norðoyggjum er ógvuliga viðbrekin, og um illa vil, fer hon kanska í søguna. Tó sigur Símun Pauli Sivert- sen, at gongur alt normalt, so fer East Salmon helst at seta smolt út aftur í mai komandi ár, men við gongdini í samfelagnum í huga, er alt eitt sindur ósikkurt. Eini 15 fólk starvast á ali- brúkunum hjá East Salmon, og Símun Pauli Sivertsen sigur, at tað kann væntast, at tey flestu av hesum verða send til hús, tá ið eingin fiskur er eftir. – Eisini skal havast í huga, at meðan fiskurin verður tikin, verð- ur arbeitt í tveimum vakt- um á kryvjivirkinum í Klaksvík, sum Faroe Sal- mon og East Salmon eiga í felag, og tað merkir, at tað koma at arbeiða eitt stað millum 60 og 70 fólk við fiskinum, men komandi vár eru lítil útlit fyri arbeiði til teirra, heldur Símun Pauli Sivertsen. Læra at liva við ILA Sjálvur heldur Símun Pauli Sivertsen, at tað er ikki nógvir kostir í at velja, um alivinnan í Føroyum skal hava eina framtíð. – Sjálv- sagt hevði tað allarbesta verið, um vit høvdu kunnað vaccinerað fiskin ímóti ILA, men tað ber so ikki til í løtuni, sigur Símun Pauli Sivertsen. Hann heldur tí, at hóast onkur vil brak- leggja alt landið, so er vandi fyri, at ILA kemur aftur, og tí hevði tað allar- besta verið, um vit høvdu lært at liva við herviligu fiskasjúkuni, sum hevur kostað føroysku alivinnuni dýrt, heldur rakstrarleiðarin hjá East Salmon. Stórur vandi er fyri, at ILA er komin í ein av ringunum hjá Faroe Farming á Hovsfirði ALISJÚKA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Størsta orsøkin til kreppuna í føroysku alivinnuni er óivað herviliga fiskasjúkan ILA. Sjúkan hevur noytt fleiri alarar at taka allan fiskin, og nú er nógv, sum bendir á, at sjúkan er farin at gera um seg á Hovsfirði. Sterkur illgruni Peter Skou Østergaard, djóralækni á Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni, og sum hevur við fiskasjúkar at gera, sigur, at ein endalig niðurstøðu viðvíkjandi støðuni í aliringinum á Hovsfirði var væntandi seint týsdagin, men tíverri var niðurstøðan ikki komin, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Tó sigur Peter Skou Østergaard, at tað er heilt nógv, ið bendir á, at ILA er komin í ein av ringunum hjá Faroe Farming á Hovs- firði, men meiri vil hann ikki siga. Verður alt tikið Hjá Faroe Farming høvdu teir heldur ikki frætt um nakra niðurstøðu hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni, men Egil Steintórsson hjá Faroe Farming sigur, at teir hava avgjørt, at allur fiskurin verður tikin undir øllum umstøðum. – Tað er bert tann eini ringurin, ið talan er um, og tí hava vit avgjørt at gera klárt til at taka fiskin sum skjótast, óansæð um talan er um ILA ella ikki, sigur Egil Stein- tórsson. – Tann ringurin, sum er raktur, er ein ringur, sum vit keyptu við fiski í, og tað kemur ikki heilt bak upp á okkum, at sjúka er í ringinum, sigur Egil Stein- tórsson. Ein vanlukka um tað breiðir seg Um tað skuldi hent seg, at sjúkan breiddi seg kring alla Suðuroynna, kann talan gerast um ein vanlukku fyri alivinnuna. Í ár verða neyv- an meiri enn tvær milliónir smolt sett út í Føroyum, og harav hevur Faroe Farming sett góð 900.000 út. Hesin fiskurin er í ring- um hjá Faroe Farming á Trongisvágsfirði, og tí skuldi ikki nakar smittu- vandi verið fyri tí fiskinum, men sjúkan kann jú breiða seg. Um so skuldi verið, hevði tað verið ein van- lukka bæði fyri Faroe Farming og fyri føroysku alivinnuna, sum tá hevði mist nærum helmingin av tí fiski, sum bleiv settur út eitt ár. Eingin alifiskur í Norðoyggjum um eitt ár Illgruni um ILA á Hovsfirði Komandi vár standa maskinurnar á kryvjivirkinum í Klaksvík væntandi stillar, og tey millum 60 og 70 fólkini, sum hava arbeitt har, noyðast til hús Mynd: Jens Kr. Vang Tað er í ringunum hjá Faroe Farming á Hovsfirði, sum her eru avmyndaðir í illveðri, at illgruni er um herviligu ILA-sjúkuna Savnsmynd C M Y K 9 8