Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 Høgni Hoydal Kanska áttu vit at sagt til lukku. Tað eydnaðist enn eina­ferð Kaj Leo Johannesen við einum hissini kaffimunni í Moskva at seta seg sjálvan í fokus í einum máli, sum hann ongan leiklut eigur í. Talan var einans um eitt spuna­átak frá Kaj Leo til per­ só­n­liga profilering. Og enn eina­ferð renn­ur al­menna við­gerð­in oman eft­ir lunn­ un­um og á sjógv. Vit verða ikki upp­lýst, men støð­ugt drig­in nið­ur í óveru­ligt tos og vill­leið­ing­ar. Upp ímóti hesum kunnu vit vísa á hesar veruleikar: 1. Russland hevur tørv á fiski - og tí eru vit ikki rakt av boykotti Bæði Grønland, Ísland og Før­oy­ar eru undantikin boy­ kotti frá Russlandi. Tað er ikki tí, at hesi lond hava gjørt nakað politiskt ella diplom­ at­iskt fyri at sleppa undan. Ís­land tekur enntá sum eitt sjálvstøðugt land lut í hand­ilstiltøkunum hjá ES ímóti Russlandi og er limur í NATO, sum hóttir Russland. Men Russland ger tað, sum tæn­ir teimum í hesum máli, tí tey hava brúk fyri fiski og vilja halda Norðuratlantshav og Arktis uttanfyri støðuna í Ukreina. At løgmaður letst sum hann hevur nakran leiklut í, at vit ikki eru boykottað - og at hansara vitjan hevur nakr­an týdning í hesum – er reint bluff og villleiðing. Hetta er enn eitt dømi um heima­stýrishugburð, har vit skulu billast inn, at um vit bert eru fitt og látast at halda við onkrum, so skulu tey nokk hjálpa okkum stakk­aladýrum í heimin- um. 2. Politikkur sum vindurin blæsur Fyri fáum árum síðani var Kaj Leo Johannesen hart ímóti at stovna nakra sendi­ stovu í Moskva og hann vildi hava Føroyar inn í ES. Og hetta heimastýrislandsstýrið hev­ur higartil onki gjørt við hand­ils­sáttmálar ella havt nakr­an uttanríkispolitikk yv­ir­høvur. Um vit til dømis høvdu tikið limaskap í EFTA, so høvdu vit havt frí­ handilssáttmála við Turka­ land og meira enn 50 onnur lond í somu løtu. At Kaj Leo nú sigur seg vilja styrkja sam­bandið til Russlands, er bert opportunisma í eini støðu, sum avgerðir hjá øðr­ um og tilvildin hava elvt til. Hetta er politikkur sum vind­ ur­in blæsur. 3. Hvørki Putin ella onnur hava bjóðað løgmanni til Russlands Spunasøgan er gjørd soleiðis, at vit fáa fatan av, at sjálvur Pu­tin hevur boðið Kaj Leo til Russlands. Og Sjúrður. Skaale vil vera við, Kaj Leo er brúktur til at "seta hol á verjugarðin hja NATO og vesturheiminum". Men ong­ in almenn innbjóðing er send løgmanni um at koma til Moskva. Hann hevur sjálv­ur biðið um at sleppa á fund (hetta váttaði hann í tinginum mikudagin).. Og at hava fund við ein russ­ iskan vararáðharra, svar­ar til vanligan fund á em­bæt­is­ manna­stigi. Tað hevur onki við stórpolitikk at gera. Og hetta er fyri ein løg­mann enntá at seta seg und­ir heimastýrisstøði eftir diplo­ mat­isku protokolloni. 4. Vit eru ikki eftirspurd Løgmaður hevur ikki ráðført seg við Løgtingið um tær av­ gerðir, ið hann hevur tik­ið. Tað er sjálvandi brot á hans­ ara lógarfestu ábyrgd. Men tað leggur hann vertin á, tí sam­gongutingfólk taka ikki av­leið­ingar av nøkrum. Og hetta demokratiska skamm­lopið er ein beinleiðis av­leið­ing av, at vit heldur ikki sum tjóð hava ávirkan á ella verða eftirspurd um tær avgerðir, sum Danmark vegna okkum hevur tikið í ES og NATO. Danmark spyr ikki okk­um, og Kaj Leo spyr ikki um­boð­ini fyri Føroya fólk á løg­tingi. Ja, Danmark kann fara í kríggj við Russland og draga okkum við, eins og tey gjørdu í Irak, hóast vit siga nei. Fólkið í Føroyum hev­ ur ongantíð samtykt at lata onn­ur taka avgerðirnar fyri okk­um. Tvørturímóti. Og høvdu sambandsflokkarnir í Føroyum fingið sín vilja, so høvdu vit als ikki havt nakr­an møguleika til egn­ an handilspolitikk og fiski­ vinnu­politikk, sum nú hevur elvt til, at Russland ikki boy­ kott­ar Føroyar. At vit sjálv taka av­gerð­ir­ nar, viðgera málini ordiliga og kunnu reka okkara egna uttanríkispolitikk, er sjálv­ andi lykilin til at røkja okk­ ara áhugamál og at taka væl grundaðar avgerðir um heims­ins spurningar, sum hava undirtøku millum fólk­ ið í Føroyum. Hetta málið er enn eitt dømi um, at løgmaður og onnur kappast um at sláa flikk-flakk úti á síðu­linj­uni í tí ábyrgdarleysa heima­stýr­ in­um. Fýra veruleikar um sonevndu russlandsvitjanina hja Kaj Leo kjak Flikk-flakk í heimastýrinum Alfred Olsen Formaður í Løgtingsins Vinnunevnd Føroyski samhandilin við Russland hevur ver­ið í støð­ ug­um vøkstri sein­astu árini, og sam­gong­an hevur sett sær fyri at skapa føroysku vinn­uni best møgu­ligu markn­að­ar­at­gongd­ina runt um í heim­in­um, tað veri seg lond í Evr­opa, Amerika, Afr­ ika, Asia og aðr­ar staðir. Hesir marknaðir eiga at vera fyri allar vørur, men um­fata í dag serliga sølu av laksi, makreli, sild og øðrum fiska­vørum. Fríhandilsavtala við Russland Ein fríhandilsavtala við Russ­land er eitt gamalt mál, sum loys­ing­ar­sam­gong­an frá 1998 til 2004 arbeiddi við at gera, men har spurdist onki burt­ur­úr, sjálvt um tá­ver­ andi løg­mað­ur, bæði nevndi dato og minn­ist meg rætt eisini klokku­tíð, tá ein frí­ hand­ils­av­tala við Russ­land skuldi und­ir­skriv­ast. Men núverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur hetta málsøkið og ynskir úrslit, valdi at fara til Russland og taka hetta upp á fundi í Moskva við russ­ isku myndugleikarnar, og sum endaði við, at nú verður farið ítøkiliga und­ir at fyrireika eina eina frí­hand­ ils­avtalu millum Føroyar og Russ­land. Hetta er bæði gott og gagnligt fyri Føroyar, tí útflutningur okkara til Russ­land er yvir 700 mió. kr. árliga og er støðugt vaks­ andi. Váttan um, at vit ikki vera boykottað Eftir tey tiltøk, sum ES og Russ­land hava sett móti hvørj­um øðrum, livdu okkara fyri­tøk­ur, sum útflyta fisk til russ­iska marknaðin, í óviss­ uni um føroyskar vørur vóru rakt­ar av boykottinum ella ikki. Tí var neyðugt at fáa at vita frá russisku mynd­ug­ leik­un­um, hvussu støðan hjá Før­oy­um var, og tí var hetta sjálv­andi eitt av mál­ un­um, sum løgmaður við­ gjørdi á ferð síni í Russ­landi, og ber ong­an farra av mis­ brúki av støð­uni mill­um Russ­land og ES, men er ein nat­úr­ligur part­ur av at røkja okk­ara út­flutn­ings­markn­ að­ir og her fekk løgmaður greitt at vita, at Føroyar ikki eru ella vera boykottaðar. Hetta var gott fyri Føroyar at vita, serliga tá vit hugsa um, at útflutningurin til Russ­lands er umleið 15 % av okkara útflutningsvirði, með­an útflutningurin hjá ES til Russland, av teimum vør­um, sum verða raktar av boykottinum er umleið 1 prom­illa. Fyritøkur av reyða listanum Í eina tíð, hava einstøk før­ oysk virki og skip staðið á reyða listanum hjá Russ­ landi, við tí fylgju, at tey ikki kunnu útflyta fiska­vør­ ur til Russlands, sum er ein smeitur fyri tey og okk­ara útflutning. Hesi virki og Heilsufrøðisliga Starv­stov­ an, hava gjørt eitt megn­ar arbeiðið fyri at gera neyð­ ug­ar broytingar, so tey aftur kunnu selja fiskavørur til Russ­lands. Vit kunnu siga, at tað­ing­in, sum hesi hava gjørd í longri tíð, bar ávøkstur, tá løg­mað­ur tók hetta upp við russ­isku myndugleikarnar, við tað, at føroysk virki blivu tik­in av tí reyða listanum, og kunnu aftur útflyta fisk til Russlands, til gagns fyri fyri­tøk­urnar og okkara út­ flutn­ing. Mótstøðan í Føroyum Sambandsløgmaður, ið vil røkka úrslitum og sum megn­ aði at fáa avtalur fyri før­ oyska vørur til tann russiska marknaðin, sum er til gagns fyri før­oysk­ar fyritøkur, før­ oysk arb­eiðs­pláss, før­oysk­ an út­flutn­ing og føroyska bú­skap­ar­vøkstur, møtir hørð­um at­finn­ing­um og óhósk­andi orða­brúki frá and­støð­uni fyri tær góðu av­ tal­ur, sum hann hevur gjørt við Russland, t.d. um at taka virki og skip av reyða list­an­ um. Nú vísa hesi á, at vit mugu standa saman við t.d. ES, samríkiseind, sum tann 28. august í fjørð boykottaðu Før­oy­ar og stongdi allar havn­ir, eisini tær donsku, fyri øll­um skip­um, sum førdu makr­el og sild úrdráttir, eitt boy­kott, sum rakti okkum sera hart, og sum hevði við sær, at sølufólk okkara vóru noydd at leita út á aðrar markn­að­ir. Tað eyðnaðist vinnuni at finna aðrar marknaðir, t.d. Russland, og sum hesi mót­ støðu­fólk nú harta løgmann fyri at røkja og meira ella minni óbeinleiðis siga, at vit ikki skulu gera nakað við nú, tí vit skulu og eiga at standa sam­an við ES, sama ríkiseind, ið boykottaði Føroyar fyri ein­um ári síðani.  Løgmaður vil við hesum ikki blanda saman spentu støð­una í Ukreina og tað at røkja handilssambondini mill­um Russ­land og Før­oy­ar. Sjálvt ES hevur enn um­fat­ andi samhandil við Russland.   Løgmaður gjørdi hattrick í Russlandi Á ferð síni í Ruslandi megn­ aði Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen, løgmaður at gera hat­ trick til gagns fyri Før­oy­ar, og tað føroyska vinnu­lív­ið. Fyri tað fyrsta at fáa eina frí­ hand­ils­avtalu, fyri tað næsta, at Før­oyar ikki vera um­fat­ að­ar av boykottinum og fyri tað triðja, at fáa før­oysk­ar fyri­tøk­ur av reyða lista. Løgmaður veit, at hansara fremsta uppgáva er at hava ábyrgd av Føroyum, tí før­ oyska fólk­inum og tí før­ oyska útflutninginum, og valdi tí røttu loysnina at fara til Russ­lands og har við­gera og loysa iva­málini í sam­ hand­l­in­um millum lond­ini, við teir russisku mynd­ug­ leik­ar­nar – tí hann ynskti eina loysn, til gagns fyri Før­ oy­ar.  Tað eydnaðist, og rós skal hann hava fyri tað. So kunnu aðr­ir, sum ikki megnaðu at fáa eina frí­hand­ils­av­talu o.a. í lag við Russland, bæði gráta og illa láta, tí tað broytir onki við tann veruleika, at løg­ mað­ur hevur gjørt eitt gott arb­eið­ið. Løgmaður gjørdi rætt og megnaði uppgávuna