Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 107 - 9. juni 2004 Nr. 107 - 9. juni 2004 11 Orðaskifti hevur tikiðseg upp um sparingarnar í tón- leikaundirvísing til børn og ung. Góð fólk í okkara tón- leikaheimi sum Sunnleif Rasmussen, Martin Mourtisen oa. eru farin á barrikadurnar at verja eina góða søk, ið vit øll eiga at fylkjast um, nú samgongan eftir øllum at døma ætlar at skerja tónleikaundirvísingina til børn og ung. Fíggjarnevndin/landsstýrið hava helst ikki gáað nóg væl um tær avleiðingar, ið ein skerjing kann hava. Tí er tað eisini gott, at foreldur at børnum og ungum, sum fáa ella skulu fáa tónleikaundirvísing, nú eru farin at savna undirskriftir. Ein glotti er, nevniliga at fáa eina eyka- játtan fyri tingið á ólavsøku. Vónandi bakka tingmenn úr øllum flokkum hesum tiltaki upp og gera sítt til, at ein eykajáttan verður veruleiki. Í slíkum føri vil tað so eisini vera ein spurningur um rað- festing. Tí onnur øki, sum eisini eru skerd, halda seg at hava eins góðan rætt at verða hoyrd og tikin í álvara. Og tá vit síggja, at fleiri og fleiri missa arbeiði, kann tað sjálvandi tykjast summum løgið at seta krøv fram um pengar til tað onkur vil kalla frítíðarítriv. Í okkara verð er tónleikaundirvísing til børn og ung meira enn eitt frítíðarítriv. Hon er tvørturímóti ein av týdningarmiklu súlunum, ið komandi ættarlið og sam- felagið skal byggja á. Verður hesin møguleiki – vit siga rættur – tikin frá uppvaksandi ættarliðnum: at fáa frá- læru í tónleiki av einum hvørjum slag, tá er okkara samfelag vorðið nógv fátækari. Heldur eiga vit at meta hesar pengar sum eina skilagóða íløgu, í núið og í fram- tíðina. Hvat er tað ikki sunt og gott, at børn og ung skapa sær eina innihaldsríka framtið við at framæla síni egnu musisku evni og sum so kanska seinni í lívinum kunnu vera við til at geva uppaftur øðrum íblástur. Vit hava eitt sera ríkt tónleikalív her á landi. Her grør um gangandi fót. Nýggir bólkar, nýggir solistar, nýggjar konsertir, av alskyns slag. Ein sunn og góð avbjóðing ella alternativ til mongu ítróttartiltøkini. Nakað, sum vit eisini vita, er við til at skapa ró og gleði, sátt og sóma. Tónleikurin hevur tað í sær, at hann alla tíðina byggir upp. Ein av undangongumonnunum í Margarinfabrikk- ini, Karl Anton, segði tað so væl í fjølmiðlunum herfyri: latið tey ungu sleppa at spæla og syngja, tá fjarar hugurin til at ganga úti fyri vág og vind og gera ónáðir burtur av sær sjálvum. Og júst hetta er tað, sum politikarar okkara eiga at síggja sum eina av positivu síðueffektunum, sum alt samfelagið fær burtur úr við at hava virðing fyri eitt nú tónleikaundirvísingini. Hon kann vera eitt av fræunum, sum skal til fyri, at tað seinni kann spretta. Tí skal og má hon raðfestast høgt. Tað skal vera áheitan okkara á myndugleikarnar at taka orð teirra, ið stríðast fyri hesi søk, í álvara. Og bøta um ta vanlagnu, sum er við at henda. Hóast ringar tíðir og skerdar játtanarmøguleikar, eiga vit ikki fara um garðin har hann er lægstur og brúka plenuklipparametoduna. Gevið hesum góðu bleytu virðunum gætur. Tað kann koma okkum øllum aftur um brekku gera tit ikki tað. DAGSINS MEINING Sosialurin Musikkskúlarnir og sparing VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eykajáttan til Musikkskúlan TÍÐINDASKRIV Tingmanning Miðfloksins 7. juni 2004 Jenis av Rana, Bill Justinussen Miðflokkurin heitir á Før- oya Landsstýri um skjótast gjørligt at bera so í bandi, at undirvísingartilboðini í Føroya musikkskúla ótarn- að kunnu halda fram. Um Landsstýrið ikki hevur ætlanir um at loysa hendan trupulleikan, fer Miðflokk- urin at umhugsa at leggja fram uppskot um eykajátt- an til løgtingsfíggjarlógina, so hetta týðandi virksemið ikki skal verða fyri bak- kasti. Føroya musikkskúli hev- ur blómað seinnu árini. Ovurstóra undirtøkan mill- um føroyskan skúlaung- dóm talar meira enn nakað annað um týdningin av musikkskúlanum. Føroyskt mentanar- og tónleikalív er almikið ríkað við einum stórum skara av sera dugnaligum ungdómum, sum gera seg galdandi í øll- um herðashornum samfe- lagsins, og tí fer Miðflokk- urin ikki at sita hendur í favn, meðan hendan sam- gongan brýtur niður tað, sum gjøgnum mong ár er bygt upp. Miðflokkurin hevur tí- verri ikki umboðan í ment- anar- ella fíggjarnevnd løg- tingsins, og hevur sostatt ikki kunnað tikið lut í nakrari nevndarviðgerð av hesum máli. Óli Jacobsen Eg verði endurgivin í »Dimmalætting« fyri at skíra Hermann Oskarsson at vera landasvíkjara í samband við málið um »blokkin« og skattaskipan- ina hjá fiskimonnum. Við tí vanvirðandi týdningi, sum liggur í hesum orði, skal eg siga frá at eg meti ikki Her- mann at vera landasvíkjara. Eg havi virðing fyri Her- mann sum persón, men eri heilt ósamdur við hansara arbeiðshátt. Men framvegis stendur eftir tað avgerandi í hesum máli, nevniliga at leiklut- urin hjá Hermann í orða- skiftinum um blokkin hev- ur havt sum úrslit, at ein av fremstu donsku fólkatings- politikkarunum beinleiðis nýtir blokkin sum jarnbrot móti fiskimonnum á hesum øki. Hetta er ein hóttan móti føroyskum sjálvræði í einum máli, sum er so burt- urav føroyskt innanhýsis- mál, sum tað kann vera. Undanførslurnar hjá Hermann í útvarpinum mánadagin afturvísa ikki á nakran hátt hansara opin- bera leiklut í málinum. At blaðmaðurin á Ber- lingske sjálvur skal hava fingið upplýsingarnar um intøkurnar hjá føroyskum fiskimonnum á heima- síðuni hjá FF hevur ikki so nógv við málið at gera. Tað sum stendur á okkara heimasíðu er sjálvsagt al- ment. Men tað er sera ósannlíkt, at ein blaðmaður sum neyvan dugur før- oyskt, og ikki eingong kennir navnið á Fiski- mannafelagnum, hann kallar tað Fiskifelag, uttan leiðbeining og uttan serstøk ørindi skal koma beint á teir upplýsingar, sum hann hevur brúk fyri. Meira áhugavert er tað, sum Hermann sigur, at danir nústaðni eru vorðnir varir við hesi viðurskifti. Hetta svarar annars til lýs- ingina hjá Berlingske um teirra »afsløring af løn- festen«. Hjá báðum liggur í hesum, at her er nakað sum hevur verið dult fyri donskum politikkarum, og róð verður uppundir at orsøkin er, at hetta ikki hevur tolt dagsins ljós. Men hesum er nú rættað uppá »med fælles anstrengelse«! Hertil er at siga, at skattaskipanin hjá fiski- monnum als ikki hevur verið duld fyri nakran, heldur ikki fyri nøkrum donskum myndugleika. Eg havi sjálvur kunnað teir um tað, tá høvið hevur verið til tess. So seint sum í mai lat eg fólkatingsins matvøru- nevnd við ráðharra eina skrivliga frágreiðing um viðurskiftini hjá fiski- monnum, herundir eisini skattaskipanina. Tað er ein sannroynd, at sum høvuðsregla verður eitthvørt mál hjá einum móttakara, sum ikki kennir eitt mál frammanundan, skilt í tí anda, sum tað er lýst. Tað er givið, at tað er hetta sum er hent í hesum máli. Sjálv greinin verður endurgivin í komandi FF- blað, og her gongur sjón fyri søgn at lýsingin, sum blaðmaðurin hevur fingið og endurgivið, er sera ein- táttað, samstundis sum greinin er vanvirðandi fyri føroyskar fiskimenn, sum nærmast verða lýstir sum almennir »nassarar«. Tað er júst hesin háttur at lýsa málið, sum hevur tilskundað formannin í donsku fíggjarnevndini at tengja blokkin at skattin hjá fiskimonnum, sum er so ósakligt sum tað kann vera. Men tað heilt álvarsama er, at hann samstundis við hóttan um avleiðing fyri blokkin leggur trýst á okkara myndugleikar at fáa framt júst tey sjónarmið, sum Hermann sjálvur missionerar fyri. Henda støða kann ikki vera íkomin »hjálp« úr Før- oyum. Tað kann staðfestast, at Hermann er kelda til um- røddu grein í Berlingske Tidende, eins og hann hev- ur verið ein høvuðskelda til ta greinarøð sum umrødda blað hevur havt frá ráð- stevnuni um blokkin. Nið- urstøðan er so gjørd út frá hesum. Hermann er ikki landasvíkjari, men … Karin Kjølbro Kriminalforsorgarleiðari Grundlógardagin skrivar Anna Ellingsgaard grein í Sosialinum nevnd sjó- menn fyri mismuni. Av tí at undirritaða tykist vera høvuðskelda til innihaldið , ið ikki er sørt ørkimlandi verður henda viðmerking: Fyri skjótt 15 árum síðani var sett í verk ser- lig skipan fyri fólk, dømd í fangahús fyri rús- drekkakoyring. Tey kundu velja at fara í við- gerð fyri rúsdrekkamis- nýtslu, ístaðin fyri at sita, um tey høvdu viðgerðar- krevjandi rúsdrekka- nýtslu. Skipanin nevnist rúsdrekka/náðisskipanin. Mannagongdin er, at tey fara í viðgerð og søkja um útseting við at sita. Hava tey fylgt við- gerð og eftirviðgerð í 1 ár, verður gjørt tilmæli um náðing við at sita, sum tey vanliga fáa, við teirri treyt onki revsivert at gera komandi árið og rinda eina bót, ið verður sett í mun til ársinntøk- una. Viðgerðarárið eru tey undir eftirliti av Kriminalforsorgini, ið skal hava eyguni við, at tey fylgja viðgerðini. Tað er danska Løgmálaráðið, ið ger úrskurðin eftir at Kriminalforsorgin og Føroya Landfúti hava gjørt tilmæli Henda skipan nemur á ongan hátt við frádømingartíð- ina av koyrirættinum, sum vanliga er partur í dóminum.. Endamálið við hesi skipan er fyrst og fremst at verja fólk ímóti rús- drekkakoyrarum á land- sins vegum, og síðani sjálvandi eitt tilboð um hjálp til rúsdrekkakoyrar- ar og fyribyrging av framhaldandi spruttkoyr- ing. EINAFERÐ RÚS- DREKKAKOYRARI.... Av tí at tað er royndur lutur, at fólk sum eina- ferð eru dømd fyri rús- drekkakoyring, ofta verða dømd aftur fyri hetta er kanning gjørd í Danmark 5 ár eftir, at rúsdrekka/náðisskipanin var sett í verk har. Kanningin vísti, at tey, ið hava verið í viðgerðar- skipanini nógv sjáldan- ari koyrdu rúsdrekka- koyring aftur í mun til hini, sum valdu at fara inn at avsita dómin ístað- in fyri. Við øðrum orð- um tey koyrdu ofta rús- drekkakoyring aftur. Av tí at Rúsdrekka/ náðisskipanin var mett at vera so væleyðnað var í Danmark gjørd ein broyt- ing í donsku ferðslulóg- ini um: endurvinning av koyrikortinum eftir at helmingurin av frá- dømingartíðini av koyrirættinum var liðin - tó í minsta lagi 1√ár. Henda skipan var sett í verk í Føroyum fyri 4 árum síðani. Treytin er, at tann, ið søkir um at sleppa at taka koyrikortið aftur áðrenn tíðina eftir hesi reglu hevur verið í eini eftir- ansandi viðgerð. Tað er Føroya Rættur, ið avgerð, um sjálv við- gerðin verður mett nøkt- andi sum eftiransandi viðgerð. Hesi mál hoyra ikki undir Kriminalfor- sorgina. Kriminalforsorgin kann tó útflýggja skjal- prógv um luttøku í Rús- drekka/náðisskipanini, ið kann leggjast fram til málsviðgerðina í rættin- um. Tað er ikki nakar fasit- listi at ganga eftir. Tey, ið kenna til alkoholismu og viðgerð av henni, vita, at tað kann vera ilt at meta um, nær fólk eru komin burturúr tí. Harumframt er tað tulkingin av eftir- ansandi viðgerð. Kann ein maður, sum er til skips metast at kunna vera í eini eftiransandi viðgerð? Munur er á at vera út- róðrarmaður, langfara- sjómaður ella bert at vera ein ella nakrar stuttar ísfiskatúrar. Tað verður ein heildarmeting, sum dómarin ger í hvørjum eisnstøkum føri. Her er ongin sjálvvirkandi skip- an, men tú fært ein møguleika at royna málið í Rættinum, um tú hevur verið í eftiransandi við- gerð í 1 ár, áðrenn málið fer í Rættin. Virgar T. Dalsgaard Nú samfelagið er komið álvarsliga á trot á so mong- um øki, er sjálvsagt, at mangur stovnur, mong fyri- tøka og onkur einstaklingur við verða hart rakt av lívs- neyðugum sparingum - vit hava jú í ørsku og ábyrgd- arleysum ovurhuga á løg- tingi eftir vitleysari høgnesiskari hoydalsupp- skrivt sagt neitakk til heilar 360 milliónir av góðum og tiltrongdum donskum blokkpeningi. Og so má svíða sum svøllur! Tað nyttar einki at gremja seg aftaná við mannminkandi eftir-ratio- naliseringum um egnan kleyvarskap. Óumhugsaðar og fyrilitsleysar gerðir fáa altíð konsekvensir, - tað eru nøkur, sum eftir øllum at døma enn ikki forstanda hetta til fulnar! Men »det koster at være kar», plaga norðmenn at taka til. Tað gav at bíta í síðstu viku, tá ið harra Sunnu- leivur Rasmussen, tóna- skúlalærari lat seg inter- viewa í Degi & viku um, hvussu ræðuliga illa tóna- menn og frítíðarskúli hans- ara vóru raktir av niður- skurði! Skúlin manglaði eina hálva millión - hetta kundi føra við sær, at umleið 200 børn ikki fingu undirvísing, serliga í fagott, obo, klarinett og tubu! Eisini klaverspælið á skúl- anum var meint rakt! Ja, sjálvt sangurin var í stórum vanda og var við at stein- tagna! Sterkt skelkaðir hyggjar- ar sóu Sunnuleiv við gráti- rødd og næstan kykkandi eftir ondini proklamera, at hetta dygga slag frá land- sins myndugleikum móti musikkfólki var einki minni enn ein katastrofa. Men hart fyrispenta land- sins stýri skal royna at redda rovini av tí trota- búgvi, sum ábyrgdarleysu partamenn Sunnuleivs, harra Høgni Hoydal og finansgeniið, harra Karstin Hansen hava leivt til nú- verandi samgongu at um- sita. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva at arbeiða við, tvørturímóti, og hetta eru hartil sjálvgjørd og sjálv- skapt tjóðveldisproblem, sum tíanverri koma at raka allar føroyingar í langa tíð, og tí má og skal prioriterast nú, harra Sunnuleivur, so sárt tað enn kann vera! Samstundis sum Føroya landsstýri hevur úr at gera og kýtir seg fyri at fáa sum frægast burtur úr minkandi inntøkugrundarlagi eru ábyrgdarleysar moldvørpur úr tjóðveldisflokkinum farnar til Danmarkar at mótarbeiða landsins stjórn- armonnum. Hesir destruk- tivu svíkjarar móti føroysk- um áhugamálum lúgva fyri dønum og sabotera arbeiðið hjá sitandi føroyska lands- stýri! Hetta er tað mest landsskaðiliga virksemi, sum nakar føroyingur hig- artil hevur troystað sær, og tað hevði í øllum øðrum londum fingið sera álvar- samar avleiðingar fyri mold-vørpurnar! Afturvið við destruktiva moldvørpuaktivitetinum í Danmark hjá partamonnum Sunnu-leivsins, noyðist eitt samvitskufult og konstruk- tivt landsstýri at taka alla ábyrgd og skyld frá tjóð- veldisflokkinum, sum hann feikliga skákaði og skulk- aði sær undan! Av solidar- iskum grundum má Lands- stýrið skerja næstan øll øki, sum ikki eru beinleiðis lívsneyðug! I slíkari neyð- støðu mugu musikkgarpar Sunnuleivsins dvína! Hvat skuldi annars víkt fyri musikk-ynskjum frá Sunnuleivi? Hvørjir aðrir sektorar skullu skerjast uppaftur meira fyri tóna- krøvunum hjá Sunnuleivi? Skal tað vera sociali sektor- urin, skullu tað vera sjúkra- hús ella skullu tað vera minni veitingar til vanligar skúlar, sum skullu fíggja estetisku krøvini frá musikkmonnum? Nei, mentamenn mugu sum allir aðrir vera disciplineraðir, hjálpa landsstýrinum og á solidariskan hátt tola nógv- an niðurskurð í komandi árum! Annars verður kaos, tí, sum danir plaga at siga, »når krybben er tom, bides hestene»! Neyð er altíð relativ Sjónvarpsmenn dvaldu leingi og dúgliga við kata- strofuna hjá Sunnuleivi og musikk-skúlanum, og sjálvandi er tað syndarligt at missa vunnin rættindi, men at vága sær at kalla henda niðurskurð til ein con amore frítíðarskúla fyri katastrofu er bæði hyklarí og grotesk skeiklan av øll- um proportiónum! Alvaratos - í somu viku vórðu tretivu fólk uppsøgd og koyrd úr starvi með alla á Føroya tele. Var sparingin av frítíðarítrivi hjá havnar- børnum ein katastrofa, so má hendingin á Føroya tele næstan kallast ragnarok! Hevði sjónvarpið líka djúpa samkenslu við teimum hús- arhaldum, sum eirindaleyst vórðu rakt av hesum fíggj- arliga lúsingi, beint áðrenn summarferiuna? Hóast onkur høvuðleysur búskaparmaður og ein ódugiligur landsbankastjóri enn royna at muta ímóti, eru allarflestu føroyingar greiðir yvir, at fíggjarligi undanvindurin hevur lagt seg, og nú verða vit skjótt í herviligum andgletti! »Permanenti» sunnudag- urin er liðugur, harra Sunnuleivur - nú er grái gerandisdagurin komin, eisini til musikkskúlan! Men skuldi estetiskur offurvilji verið hjá musikk- hugaðum fólki, og øll royna at spenna seg eitt sindur út, skuldi ikki verið nakað til hindurs fyri, at 200 fólk kundu fíggja 500.000 kr. við at átikið sær at goldið 2500 kr um árið í meirút- reiðslu pr. húsarhald. Hetta er lítið offur í mun til tað, sum tær neyðars familjur hjá teimum arbeiðsleysu telefólkunum mugu ofra fyri at fáa endarnar at røkka saman í tilstundandi ger- andisdegnum. Síðst, men ikki minst átti Sunnuleivur at sent tað moralsku rokningina hjá musikkskúlanum beinleiðis til politiska charlatanin harra Høgna Hoydal og fíggjarliga faktotum hans- ara, harra Hermannin Oskarsson. Hesir báðir samvitskuleysu blokkhat- arar hava fílst á danskar peningaveitingar í áravís, og hava trætt við skeptiskar skilamenn og monomant júkað um, at vit hava als ikki brúk fyri einum einasta donskum oyra. So var ikki meira enn rímuligt, nú tað knípir av álvara, at hesir bádir rokni- meistarar, sum liggja væl omanfyri tvær milliónir í ársløn tilsamans, sluppu at gjalda tónaskúlanum ta hálvu milliónina, sum manglar musikkmonnum. Tí tað eru hesir blokksabo- tørar, sum eru teir mest seku í, at alt samfelagið er við at hokna , og at neyðugt verður nógvastaðni at skera heilt inn á bein! Hesi politisku høsnar- høvd hava ivaleysa nóg leingi billað naivum veljar- um inn, at tað ber væl til hjá føroyingum bæði at blása í lúðurhorn og hava munnin dýrandi fullan av fullveldis-flosklum og øðr- um innantómum orða- skvaldri! Bill Justinussen løgtingsmaður Johan Petersen leggur Mið- flokkin undir at hava minkað blokkin. Tað er ósatt! Miðflokkurin sat ikki í samgonguni frá 1998 til 2002, tá blokkniðurskurð- urin varð samtyktur og var ímóti hesum niðurskurði. Tá Miðflokkurin kom upp í samgonguna 6. juni 2002 var tað við teirri treyt nið- urfeldari í samgonguskjal- inum, at blokkurin ikki skuldi minka meira í tí samgongutíðarskeiðinum. So einfalt er tað, og nú veit Johan Petersen tað eisini. Annars! Annars skilji eg ikki, at blokkniðurskurðurin einsa- mallur skal fáa skyldina, hvørja ferð tað sansar at í landskassanum. Fyri fáum árum síðani vísti lands- kassaroknskapurin eitt yvirskot upp á næstan 700 mió. kr. Í ár verður hallið einar 300 mió. kr. Altso ein munur upp á íalt umleið 1 milliard. Blokkniðurskurð- urin var 367 mió. kr. Hinar 660 mió. hava so onki við blokkniðurskurðin at gera, men kunnu heldur kallast náttúrlig (ella ónáttúrlig?) sveiggj í búskapinum uttan mun til heildarveitingina frá dønum. Nei tit sam- bandsmenn. Tykkara poli- tikkur snýr seg um at greiða føroyingum frá ovurstóra týdninginum av donskum pengum í Før- oyum, men tað er bert ein minkandi partur av veru- leikanum, tíbetur. VIÐMERKINGAR Sendið landsskaðiligu moldvørpum tjóðveldisfloksins rokningina! Kennir Johan Petersen ikki søguna? Endurvinning av koyrikortinum áðrenn tíðina: Ein møguleiki – ikki ein rættur C M Y K 11 10