hósdagur 18. september 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
2
VIKUSKIFTI
tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnudagin tann 21. september kunnu
hugtiknir fjepparar um allan heimin
fagna Leonard Cohen, yrkjara, sangara
og tónaskaldi. Tí sjálvur il maestro mill
um nútíðar troubadourar verður henda
dagin áttati ár. Dagurin verður hildin,
m.a. eisini í Norðurlandahúsinum í Havn.
Lenard Cohen varð føddur í Mon
treal í Kanada tann 21. september 1934.
Cohen er av múgvandi jødiskari ætt,
men heldur enn at gerast klædnabar
ónur sum forfedrarnir valdi hann at
gerast yrkjari. Í 1966 hevði hann latið
úr hondum fýra yrkingasøvn og tvær
skaldsøgur og var navnframur kanad
iskur rithøvundur.
Men um somu tíð hevði Cohen
fingið nóg mikið av tilveruni sum
rithøvundur burturav. Hann valdi at
umdefinera seg sjálvan og gerast sang
ari. Hann fór til Nashville, og seinast í
1967 ella fyrst í 1968 kundu fólk fyrst
ferð hoyra sangin Suzanne, á hansara
fyrstu plátu, sum æt stutt og greitt The
Songs of Leonard Cohen. Cohen helt tá,
at hetta fór at vera hansara bæði fyrsta
og seinasta pláta, men síðani tá hevur
hann latið meira enn tjúgu fløgur og
plátur úr hondum, teirra millum Vari
ous Positions, 1984 og eftir ár 2000 Ten
New Songs og Dear Heather.
Listamaðurin Leonard Cohen er eitt
undur. Hansara tekstir eru ikki vanligir
sangtekstir, men yrkingar, sum stund
um eru gátuførar ella torskildar. Við
síni gandakendu rødd, síni intensu
framførslu og sínum ofta ógloymandi
løgum hevur hann gjørt hesar tekstir
kendar og elskaðar av fólki um allan
heimin. Hvør kennir ikki “Hallelujah”,
“So Long, Marianne” ella “Famous Blue
Raincoat”?
Lív og virki
Sunnudagin 21. september kl. 17.00
heldur rithøvundurin Hanus Kamban
fyrilestur um Leonard Cohen í Norð
urlandahúsinum. Hanus hoyrdi Cohen
fyrstu ferð á konsert í Tivolis konsert
høll í Keypmannahavn fyrst í 70-árun
um. Hann hevur síðani havt sendingar
um Cohen í Kringvarpinum, m.a. (í
2009) tríggjar sendingar um sangin
“Alexandra Leaving” frá Ten New
Songs.
Fyrilesarin fer at greiða frá Cohens
uppvøkstri í Montreal, frá hansara jød
iska umhvørvi og frá, hvussu høvund
urin Cohen í 1967-68 ger lopið til at
gerast sangari og seinni tað mest lýs
andi ikonið á heimsins troubadour-
palli. Eisini verður ljós varpað á sangir
sum “Suzanne”, “So Long, Marianne”,
“Hallelujah” og “If It Be Your Will”.
Fyrilesturin er krúdraður við brotum
úr Cohens framførslum.
Fyrilesturin verður hildin sunnu
dagin kl. 17.00 og er ókeypis. Men bókin
Alexandra Leaving, sum høvundurin
hevur skrivað um sangin eftir Cohen
við sama navni, verður at fáa fyri ein
lagaligan prís.
Morgunin
ongin vildi
vakna til
klumman
Hanus Kamban, sum fyrstu ferð hoyrdi Leonard Cohen á konsert
fyrst í 70’unum, fer sunnudagin at hava fyrilestur um Cohen
– Góðan morgun, sigi eg við starvsfelagan
við kaffimaskinuna
– Nei, Inna hetta er ikki ein góð morgum,
svarar hann mær aftur.
Hetta var mánadagin – dagin eftir eitt
valúrslit, har einasti vinnari á Ríkisdags
valinum í Svøríki var víðgongdi flokkurin
Sverigedemokraterna.
Heili 13 prosent av svenskarum halda,
at Sverigedemokratarnir (SD) og teirra
politikkur skal stýra landinum. Tað er
skelkandi fyri eitt fólk, sum altíð hevur sæð
seg sum opið og friðarelskandi.
Síðani úrslitið sunnukvøldið hava nógvar
meiningar verið at hoyrt um, hví SD fekk
so nógvar atkvøður, og hvør tað man verða,
sum fer til valhølið og setur kross fyri SD.
Vit journalistar, sum sita um døgurða
borðið, eru skjót at vísa á, at vit kenna ikki
nakran. Og kenna vit onkran, so er tað ongin,
sum reypar um tað.
Í mínum bústaðarøki hava 5,7 prosent at
kvøtt fyri SD - suðuri í Svøríki eru tølini heilt
uppi á 36 prosentum í summum kommunum.
Tað, sum tey, ið hava atkvøtt fyri SD,
nokk neyvan hava hugsað um, er, at av
teimum 49 umboðum, sum skulu sita í
Ríkisdegnum fyri Sverigedemokraterna, eru
fleiri dømd fyri stuldur, misbrúk og annað,
og milliónir av krónum fara nú í kassan hjá
SD, tí soleiðis er demokratiska skipanin er
uppbygd.
Nógvir av limunum í SD eru fyrrverandi
nazistar, ið fyri 15-20 árum síðani gingu á
gøtunum við rakaðum skalla, men hava latið
seg í klædning og kalla seg politikarar.
Tað er ilt at siga, hvat skal til fyri at venda
gongdini og steðga framgongdini hjá SD. At
ignorera teir í 4 ár hevur bara gjørt teimum
gott, so vónandi verður ætlanin ein onnur
komandi 4 árini.
Børnini eru tey, sum seta størst spurnar
tekin við hesa gongd. Longu sunnukvøldið
ringdi ein vinkona og greiddi frá, at 7 ára
gamli sonurin hevði spurt, um hon ikki
slapp at verða verðandi í Svøríki - hon er úr
Argentina.
Ein vinkona úr Føroyum sigur frá, at
sonur hennara stúrir fyri, um eg nú man fara
at blíva útblakað úr Svøríki.
Eg kann ikki siga annað, enn at starvs
felagin, ið møtti mær mánamorgunin, hevði
rætt.
Men saman kunnu vit 87 prosent verja
tolsemi og kærleika millum menniskju og
vóna, at hesi 4 árini ikki gera Svøríki til
eitt verri land at liva í – hvørki hjá okkum
útlendingum ella innføddum svenskarum.
So segði
hann...
Valdi tónleikin
fram um klæðini
– Her kann ein politikari ikki krógva seg
aftanfyri embætisfólk ella systemið.
Ólavur í Geil, samskipari av árliga Fólka-
fundinum, ið verður hildin um vikuskiftið
Inna
Törnroos
Sunnudagin rundar Leonard Cohen tey áttati
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Modelmynd