mikudagur 9. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 107 - 9. juni 2004
Nr. 107 - 9. juni 2004
13
Á stórari frímerkja-
framsýning í Essen í
Týskalandi hevur
Postverk Føroya
vunnið annað pláss í
kappingini hjá
Deutsche Brief-
marken Revue:
„Wahl der schönsten Brief-
marke Europas 2002"
Talan er um útveljingin
av vakrasta frímerki í
Europa í 2002. Soljóðandi
pressuskriv kom úr Týska-
landi í vikuskiftinum:
Týskaland fyrst, beint
undan Føroyum, og á triðja
plássi Svøríki, soleiðis
bleiv endaspurturin á kapp-
ingini „Vakrasta í Europa"
Umleið 30.000 savnarar
góvu sína atkvøðu og 28
prosent
atkvøddu
fyri
Týskalandi, 26 prosent fyri
Føroyum og 12 prosent fyri
Svøríki, síðani komu lond
sum Slovenia, Áland og
Luxembourg.
Føroyar vunnu 2. pláss
fyri „smyrilin", sum Ed-
ward Fuglø so meistarliga
hevur teknað.
Øll frímerkini sum lut-
tóku í kappingini vóru frá
2002
Sigast kann, at Føroyar
eru í góðum vertskapi, tí
lond sum Týskaland og
Svøríki eru í heimsflokki,
tá tað snýr seg um dygd á
frímerkjunum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. juni. Primus, deyður umleið ár 300. Hann var
rómverji. Hann og bróðir hansara Felicianus vórðu
illa píndir og tiknir av døgum. Primus merkir tann
fyrsti.
Mikudagin 9. juni 2004 kl.
16.30 verður fernisering í
Smiðjuni
í
Lítluvík
í
sambandi við at Geoffery
Bannister, arkitektur, letur
upp eina listaframsýning.
Geoffery Bannister er 81
ára gamal og búsitandi í Ír-
landi. Hann vitjaði sum
unglingi skyldfólk í Føroy-
um, og eru málningar hans-
ara frá hesum tíðarskeiði.
Mamma hansara, Estrid
Bannister, var kenda "Bar-
bara" sum Jørgen Frants
Jacobsen
hevur
fingið
íblástur frá til søguna um
Barbaru, sum varð víst á
filmi fyri fáum árum síðan.
Geoffery Bannister kom
úr Írlandi til Føroya við
leigaðum flogfari mána-
dagin við 25 málningum
sum hann skal sýna fram.
Talan er um eina sølufram-
sýning, har tey flestu
myndaevnini eru úr Før-
oyum.
Framsýningin er opin
allar dagar frá kl. 16-20,
Seinasti framsýningardagur
verður 16. juni 2004.
Minningarorð hjá Erik Hoffmeyer,
fyrrverandi danskur tjóðbankastjóri,
professari, og dr. polit. um Richard
Mikkelsen, fyrrverandi tjóðbankastjóra, í
Jyllandsposten 4. juni og í Politikken 7. juni
2004
Mindeord
Mindeord om
fhv. national-
bankdirektør
Richard
Mikkelsen
Richard Mikkelsen var
min nærmeste medarbej-
der indtil sin afgang i
1990. Hann var ikke
mindst ankermand i det
virvar af reguleringer på penge- og kapital-
markedet, hvor der – ofte efter politisk ønske –
blev gjort forsøg på at dæmme op for et efter-
spørgselspres, som den svage betalingsbalance
ikke kunne bære.
Danmark var ikke alene om sådanne reguler-
inger, men vi havde meget i klemme.
Mikkelsen var 100 procent til at stole på –
herunder også at reglerne var nøje gennemtænkte
og ikke for bureaukratiske. Han var ligeledes en
stor støtte i det øgede internationale samarbejde,
hvor hovedvægten efterhånden lå på det europæ-
iske plan.
Hans indsats var præget af en sund nøgterhed,
men også af en befriende sans for humor.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýndu samkenslu, tá ið
kæri maður, pápi og abbi okkara
Jónathan Andreasen
Klaksvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á deild M. á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og til tykkum á B8 og B6.
Tøkk til prest og kirkjutænarar, sangarar og
berarar.Tøkk til tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið,
og til tykkum, sum ringdu til okkara.
Tøkk fyri blómur og kransar og tykkum, sum
sendu gávur til Føroya Felag móti Krabbameini.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum, og til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Jóhanna, Oda, Jastrid, Eydna og Karin
Geoffery Bannister framsýning í Smiðjuni
Heðin Hansen
60 ár
Í dag, 9. juni, fyllir Heðin
Hansen í Kollafirði 60 ár.
Heðin vaks upp í Sund-
unum í Kollafirði, foreldr-
ini vóru: Dánial Fr. Hansen
í Sundunum og Elsebeth
Katrina Johansen úr Hval-
vík.
Heðin fór heilt ungur til
skips, bert 13 ára gamal,
við "Poseidon" í 1957.
Hann kom heim aftur at
fermast, og í 1958 fór hann
við "Tinganes" til Grøn-
lands og róði út við smá-
bátum við Óla Fossaberg
sum skipara og Magnus
Frederik (Maggi) úr Kví-
vík sum bátsformanni. Í
1959 fór hann við "Skarva-
nesi" við Mariusi Joensen
sum skipara.
Í 1960 fór hann við
Norðmonnum, fyrst við
gamla "Granit". Í 1962 var
hann fimm ísfiskatúrar við
"Onnu T". Í 1963 fór hann
við "Eldoy" og í 1965 við
"Knut Grønnevet" og í
1967 fór hann við nýggja
"Granit". Somu skiparar
vóru við øllum Norðmonn-
unum. Í 1968 fór hann við
"Silver Spray" við Magn-
usi Olsen sum skipara. Í
1969 var hann við "Vestur-
vík", eisini við Magnusi
Olsen sum skipara.
Hann koyrdi dumpara
hjá Landinum frá 1971-74,
tá hann fór við "Thomas
Nygaard". Í 1976 fór hann
við "Vaðhorn" og var eisini
í Polen eftir skipinum. Eftir
tað sigldi hann sum kokk-
ur, til hann legðist heima í
1986 og fór at arbeiða við
aling.
Heðin er giftur við Else-
beth M. Hansen úr Kolla-
firði, tey eiga trý børn:
Gudny, sum er gift til
Runavíkar, Oddny og Jens
Marni, sum búgva í Kolla-
firði.
Heðini
verður
ynskt
hjartaliga tillukku við føð-
ingardegnum. Hann er ikki
heima føðingardagin.
Postverk Føroya, Frímerkjadeildin:
Smyrilin vann
2. pláss
Korinta Jarnfoss (t.h), frá Frímerkjdeildini, saman við týsku og svensku umboðunum. Týskland
bleiv nr. 1, Føroyar nr. 2, og Svøríki nr. 3. Øll frímerkini sum luttóku í kappingini vóru frá 2002
Mynd: Postverk Føroya
Føroyar vunnu
2. pláss fyri
„smyrilin", sum
Edward Fuglø
so meistarliga
hevur teknað
Geoffery
Bannister
Mynd: Jens Kristian Vang
Johan Dahl
løgtingsmaður
Í avtaluni fyri blokkin fyri
árini 2003-2006 er ríkis-
veitingin sett til 615,5 mio.
kr.
Ríkisveitiningin er fast-
fryst og kann ikki prístals-
viðgerast í hesum tíðar-
skeiði.
Hetta bleiv gjørt av
flokkum, sum ongantíð ov
skjótt vildu av við blokkin -
hetta illavorðna barnið,
sum eftir teirra tykki, var
rótin til alt ilt í Føroyum.
Tó skal sigast at teir hava
verið sera grammir at brúkt
alt teir yvirhøvur kundu av
hesum blokki.
Tey árini teir sótu við
valdið fekk undanfarna
samgonga heilar 5 milli-
ardir - hvar eru størstipart-
urin av hesum peningi bliv-
in av?
Stendur hann í útlendsk-
um peningastovnum, sum
Herman
Oskarsson
vil
verða við??
Um so er, so manglar
onkur konti á fíggjarlógini,
tí upphæddin er ikki at
finna har, og so lýgur onkur
fyri onkrum.
Eg velji at trúgva, at
Oskarsson tekur feil, ella
kann hann kanska greiða
okkum frá, hvar hendan
»skaðiliga« upphæddin er
at finna ella rættari sagt,
hvat er hon brúkt til tá hon
ikki er spard upp.
Allir búskaparfrøðingar
vita, at um ikki blokkurin
hevði verið - eisini undir
fullveldissamgonguni, so
hevði hallið á fíggjarlógini
verið í milliardklassanum.
Undanfarna samgonga,
sum vildi skapa ein sjálv-
berandi búskap, eru eftir
mínum tykki ongantíð so
langt frá hesum máli, sum
júst nú, orsakað av teirra
egna førda politikki sein-
astu 6 árini.
Teir oystu út av peningi
til rakstur í so stóran mun
tey árini teir sótu við vald-
ið, at íløgurnar, sum annars
skuldu verið tær sum sóust
aftur á fíggjarlógini -
svunnu nærmast burtur, í
einum
eksploderaðum
rakstrarvøkstri, sum ikki
hevur sæð sín líka.
Gamaní at stýra og brúka
í ovurmát, tá væl stendur til
og nokk er at taka av, men
tá tað dró á luftina og
dimmari skýggj aftur hóm-
aðist í havsbrúnni, rýmdu
teir av skútuni, sum rottur
av søkkandi skipi.
Tá vit tosa um sjálvber-
andi búskap, so má málið
verða, at vit mugu økja
somikið nógv um inntøkur
okkara, at vit harvið kunnu
uppviga niðurskurðin í
blokkinum.
Gera vit ikki tað - sam-
stundis sum vit eisini eiga
at tálma rakstrarútreiðslur-
nar mest møguligt, so fáa
vit trupult við framyvir at
verða eitt vælferðarsamfe-
lag á sama støði, sum
grannalond okkara.
Tað er og verður alneyð-
ugt at tillaga kostnaðin av
samfelagnum,
neyðugt
verður at finna útav, hvørjar
tænastur vit hava ráð til og
ikki í framtíðini, so einkult
er tað.
Størsti trupulleikin liggur
ikki í, hvørjar íløgur vit
gera, men í tí alsamt vaks-
andi rakstarkostnaðinum
Fíggjarlógin eigur at vísa
kósina framyvir - men ein
framhaldandi bólgnandi al-
mennur sektor, sum sein-
astu árini er vaksin nærm-
ast ótálmað - er ikki mátin
at blíva meiri sjálvbjargin
uppá - um so er, so havi eg
misskilt okkurt fundamen-
talt.
Sjálvandi skulu vit ar-
beiða fram ímóti verða
sjálvbjargin innan ríkis-
felagsskapin, tað gerst ikki
yvir ein dag ella eitt ár, -
men tað skal gerast við
skili.
So hvørt vit økja okkara
inntøkur meir enn vit økja
útreiðslurnar á fíggjarlóg-
ini, ja so er møguligt at
regulera ríkisveitingina -
málið við ríkisveitingini er
júst at varðveita áleið sama
livistøði í øllum pørtum av
ríkinum!
Ein kann undrast yvir, at
fullveldissamgongan ikki
megnaði at hava eitt hósk-
andi avlop á fíggjarlógini,
tá blokkstuðulin enn var
góðar 900 milliard um árið
og bæði fólkakirkja, løg-
regla, dómsvald, sjóverja,
flogvøllur o.a. enn ikki er
yvirtikið.
Hvussu høvdu teir ætlað
at fíggja framhaldandi nið-
urskurð í ríkisveitingini?
Hvussu ætlaðu teir at
fíggja tær írestandi yvirtøk-
urnar, sum kostaðu 100 tals
milliónir uttan at vælferðin
verður skerd?
Hvørki fullveldisbúskap-
arfrøðingarnir ella gamla
samgongan, komu nakran-
tíð við nøkrum ítøkiligum á
borðið, sum greitt vísti,
hvussu vælferðarsamfelag-
ið Føroyar skuldi varðveit-
ast.
Tað er óforsvarligt ikki at
binda um heilan fingur
meðan tíð er, tí um vit ikki
kunnu antin spara rakstur
ella økja um inntøkurnar, ja
so enda vit í einum stórum
trupulleika innan ikki langa
tíð.
Um ikki laksaprísirnir
økjast innan stutta tíð, so er
alivinnan í stórum vanda
fyri at fara heilt fyri bakka .
Somuleiðis eru tekin um,
at fiskivinnan ikki kemur at
hava somu høgu prísir sum
hava verið - teir eru kanska
blivnir meira »normalir«
aftur, so vit mugu royna at
verða realistisk og ikki
droyma, tí veruleikin er nú
einaferð
dagurin
ídag,
ímorgin og næstu árini og
tað er honum vit skulu liva
við.
Tað at blokkurin er niður-
skorin so ógvusligt kemur
at geva okkum trupulleikar,
teir merkja vit nú í inntøku-
grundarlagið er viknað, nú
síggja vit eisini, at tann
einasta støðuga »fruminn-
tøkan« veruliga er ríkisveit-
ingin.
Eftir míni metan so er alt
ov nógv skorið av blokkin-
um í einum, tað átti verið
»eksperimentarað«
við
minni upphædd, ongin ivi
um tað.
Vit mugu hava í huga, at
tað at blokkurin er fast-
frystur ger bara blokkin til
minni part av samlaða bú-
skapinum - um búskapurin
heldur fram við at vaksa.
Um
búskapargongdin
vendir, so verður ein fast-
frystur blokkstuðul ein
alsamt størri partur av før-
oyska búskapinum.
Fyri at venda aftur til
støðuna sum er, so er lítið
at ivast í,- at minkast má
um almenna sektorin.
Tann størsti vandin í
stóru økingini í rakstrinum
er, at sera trupult er at skera
hann niður aftur og tí má
størsta skynsemi vísast á
øllum økjum.
Samgongan
eigur
at
ganga á odda sum eitt gott
fyridømi við at rationali-
sera/effektivisera og harvið
eisini spara innanveggja
allarfyrst.
Vit mugu eisini gera alt
sum stendur í okkara makt
fyri at fremja íløguhugin í
vinnuni og royna at skapa
karmar fyri verandi vinnu
og nýggjum vinnum, sum
føra inntøkuvøkstur við
sær, tað er hóast alt hon
sum leggur lunnarnir undir
restina av samfelagnum -
cirkulin byrja við vinnuni.
Blokkurin, banniorðið hjá føroyskum loysingarmonnum:
Er hann nú so skaðiligur
VIÐMERKINGAR
Alfred Olsen má taka orðini aftur
Høgni Hoydal
Alfred
Olsen,
næstfor-
maður Sambands-flok-sins,
hevur nú sjálvur fimti ella
sætti, limað seg inn í tað
herliðið,
sum
seinastu
vikurnar hevur skotið eftir
øllum,
ið
rørir
seg
viðvíkjandi blokk-stuðli og
upplýsing um búskaparligu
viður-skiftini í tí sonevnda
ríkis-felagsskapinum.
Alfred
Olsen
leggur
undirritaða rong orð í
munnin og sigur, at sjó-
mansskatturin hevur verið
viðgjørdur á ráðstevnuni
um
blokkstuðulin
á
Christiansborg.
Tað er ósatt. Ikki eitt orð
varð
nevnt
um
sjó-
mansskatt á ráðstevnuni.
Tað kann prógvast, tí alt er
tikið upp á band.
Síðani sigur Alfred, at
undirritaði skal hava sagt
við Berlingske Tidende, at
sjómansskatturin
skal
takast av, tí blokkstuðulin
skal minkast.
Tað er eisini ósatt. Eg
havi tvørturímóti sagt hetta
við Berlingske Tidendende:
"Han (Høgni Hoydal) ser
dog ingen sammenhæng
mellem
fiskernes
høje
lønninger og det danske
bloktilskud.
»Fiskerne er dem, der
tjener
eksportindtægter
hjem til Færøerne,« på-
peger han."
Tá ið Alfred Olsen so-
leiðis hevur lagt eftir
undirritaða og Tjóðveld-
isflokkinum av órøttum og
við ósannindum, so rokni
eg við, at hann er so mikið
at sær komin, at hann rættar
síni mistøk.
C
M
Y
K
13
12