Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2004 15 – Øll hava latið ótrúliga væl at mentanarnáttini. Bæði tey, ið skipaðu fyri tiltøkunum, handlar og vanligu borgararnir hava latið sera væl at tiltakinum, sigur Ingigerð á Trøðni, samskipari av mentanarnáttini MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Handlarnir høvdu úr at gera og teir seldu serstakl- iga væl hetta kvøldið. Tað vóru nógv fólk í býnum all- an dagin, og eg havi fingið bæði uppringingar og mail- ar frá vanligum fólki, ið hava takkað mær fyri eitt sera væleydnað tiltak. Tey, ið skipaðu fyri hesum ymsu tiltøkunum runt um í býn- um hava eisini latið sera væl at, tí tað vóru so nógv fólk til øll tiltøkini. Eg haldi, at hvørt einasta tiltak varð væl vitjað, sigur Ingi- gerð á Trøðni. Hon sigur, at fleiri staðni rúmaðist ikki fleiri fólk inn, t.d. á Vertshúsið og til Not- kabarettina. Í smiðjuni í Lítluvík vóru brandmenn við stigabilinum, og har var long kø av fólki, ið vildi sleppa upp í stigan. Í Sjón- leikarhúsinum var góður føroyskur dansur, við nógv- um fólki, í Boysengarði var heilt nógv fólk og lýddi á Tórshavnar Kamarkór og summarframsýningin í Norðurlandahúsinum varð somuleiðis sera væl vitjað. -– Eg veit, at tað komu heilt nógv fólk úr øllum pørtum av landinum. So tað vóru ikki bert havnarfólk, sum fóru sær ein túr í býin hetta kvøldið. Ingigerð sigur, at tey fóru undir fyrireikingarnar longu í mars mánaði, tá tey høvdu tann fyrsta fundin við fyrireikararnar. Síðani tá, hava tey arbeitt miðvíst við tiltakinum. – Fólki dámar hetta tiltakið. Tað sæst, tí tað eru so ómetaliga nógv fólk sum taka av tilboðunum, sum eru hendan dagin og um kvøldið. Og tað, at tað bert er eina ferð árliga ger, at tað fer maður av húsið, tí hetta veruliga er nakað serligt. Um vit fara at skipa fyri mentanarnátt fleiri ferðir árliga, missir hon líkasum virðið. Sum er, er hetta nakað heilt serligt, og tað skal tað halda á at vera, leggur Ingigerð dent á. Hon sigur tó, at næsta mentanarnáttin, sum sostatt verður tann fimta upp í slag, longu er fastløgd. Hon verður fyrsta fríggjakvøld í juni 2005. Nógv fólk á mentanarnáttini Í Norðurlandahúsinum lat spennandi summar- framsýningin upp mentanarnáttina 4. juni og tá vóru nógv fólk og hugdu. Framsýnararnir eru allir føroyingar. Myndin vísir eina av foto- myndunum á framsýningini Mynd: Jens Kr. Vang Martin Nolsøe Simonsen er ein av framsýnarunum í Norðurlandahúsinum. Hann hevur arbeitt við list innan KT og tøkni Mynd: Jens Kr. Vang 15 14 Nr. 107 - 9. juni 2004 Mentanarnáttina 4. juni var eitt heldur øðrvísi tiltak hildið í miðbýnum. Talan var um eina stóra útikonsert, við nógvum ymiskum og góðum bólkum úr øllum landinum MENTANARNÁTTIN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Nógv fólk, gott lag og deiligur tónleikur eyðkendi kvøldið, ið veruliga bar brá av, at stevnutíðin nú er komin. Onkur, í sonnum studentahýri, setti seg á vegin frammanfyri pallin at rugga í takt og syngja við. Onnur gingu, sum á stevnu, aftur og fram og prátaðu við kenningar, ímeðan upp- aftur onnur einans vóru komin at lýða á tónleikin, og við hugtiknum andlits- bragdi løgdu tey merki til hvørt ljóð, sum kom av pallinum. Tað sást somuleiðis týðu- liga, at hetta er nakað, sum fólk hava saknað. Eitt deil- iga frískt ískoyti til gerand- isdagin. Ein tílík útikonsert hevur tann eginleika, at hon megnar at savna allar sam- felagsbólkar. Áhoyrararnir fríggjakvøldið vóru ikki bert hálv- ella heilfull ung fólk, sum tað aloftast er til konsertir. Bæði ung og nøk- ur av teimum, ið ikki eru so ung longur, høvdu leitað sær oman at lýða á tónleikin og hugna sær saman. Hóast hon ikki byrjaði fyrr enn klokkan var farin av 23, so vóru nógv fólk til alla konsertina, og hýrurin var góður. Veðrið var tíbet- ur til vildar, annars hevði eitt tiltak av hesum slag verið deyðadømt. Men í miðbýnum var veruligt lív í fríggjakvøldið, og tiltakið eydnaðist avbera væl. Bólkarnir spældu sera fjølbroyttan tónleik, so har var nakað fyri øll at heinta. Eitt sera gott tiltak, sum av- gjørt átti at verið endur- tikið. Lítil ólavsøka á Vaglinum C M Y K 14