mikudagur 9. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 • mikudagur • 9. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Í fleiri kappingum á
Norðoyastevnu var
tað tættari, enn tað
ofta hevur verið, og
tað vóru ikki bara
tveir bátar, sum
stríddust um
sigrarnar
NORÐOYASTEVNU
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Um fyrsti FM kappróðurin
verður nýttur sum grundar-
lag at meta vánirnar fyri
nýggja kappingarárinum út
frá - og tað er sjálvsagt tað
besta grundarlagið av øll-
um - so kann ikki sigast
annað, enn at alt bendir á,
at 2004 kappróðrarárið fer
at verða ógvuliga tætt og
harvið spennandi.
Nógvu tey undanfarnu
árini hevur tað á Norðoya-
stevnu verið soleiðis, at ein
og ofta fleiri vinnararar
hava verið ógvuliga sann-
førandi. Tað hevur verið
upplagt at tosa um uppvísn-
ingsróður.
Á Norðoyastevnu bilti
róðrunum einki. Men talan
var ongantíð um uppvísn-
ingsróður, um tað hugtakið
verður skilt soleiðis, at
fremsti báturin er eina og
fleiri bátslongdir framman-
fyri
kappingarneytarnar.
Tað er ofta komið fyri í
fyrstu FM kappingini í
Klaksvík, at onkur vinnari
hevur verið tríggjar báts-
longdir og meiri enn tað
undan teimum næstu.
Eingin meistari
fremstur
Merkisvert var tað eisini á
Norðoyastevnu, at eingin
av bátunum, sum var bestur
í fjør, vann hesa ferð. Í fjør
var
Sílið
meistari
í
d r e i n g j a k a p p i n g i n i .
Gongurólvur var meistari í
kappingini hjá kvinnum, og
Drekin var bestur í gentu-
kappingini. Smyril vann
FM í kappingini millum 6-
mannaførini við monnum,
Ørvur var besta 8-manna-
farið, og Eysturoyingurin
var stinnastur av 10-manna-
førunum.
Leygardagin vann Sílið
gentukappingina, og Jarn-
bardur var bestur í kapp-
ingini millum 6-mannafør
við
kvinnum.
Besti
dreingjabáturin var nýggi
Spógvin, sum Kappróðrar-
felagið NSÍ eigur. Sunda-
báturin, sum var nýggjur
bátur í fjør, og sum teir í
Norðdepli og Hvannasundi
eiga, vann fyri fyrstu ferð
kappingina
millum
6-
mannafør við monnum.
Argjabáturin var fyrstur á
mál í kappingini millum 8-
mannafør, og í spennandi
kappingini
millum
10-
mannaførini var Havnar-
báturin fremstur.
Í øðrum ítróttargreinum
verður tað lagt til merkis, tá
ið FM vinnarin ikki stendur
seg væl í næstu kappingini.
Tað verður eisini lagt til
merkis í kappróðrinum, tá
ið meistarin ikki stendur
seg væl. Orsøkirnar til at
bátar standa seg verri eitt ár
og betri eitt annað ár, kunnu
vera tær somu í kappróðr-
inum, sum tær eru tað í øðr-
um ítróttargreinum. Eitt nú
kann manningin ella partar
av henni vera farin í annan
bát, og tað kann sjálvandi
eisini koma fyri, at venjing-
arstøðan er betri ella verri,
enn hon var undanfarna
árið.
Trý feløg í
høvuðsstaðnum
Í fjør var Havnar Róðrar-
felag rættuliga sannførandi.
Tey vunnu fýra FM heiti.
Hóast fyrsti FM róðurin
ikki boðaði frá, at tað skal
ganga so eftir ánni hjá
størsta felagnum í ár, sum
tað gjørdi í fjør, so er
møguleiki fyri tí. Havnar
Róðarfelag
vann
tvær
kappingar. Spildurnýggja
Sílið vann genturóðurin, og
Havnarbáturin var fremstur
í kappingini millum 10-
mannaførini. Knørrafelagið
vann kvinnukappingina við
Jarnbardi, og Argjabáturin
syrgdi fyri fjórða sigrinum
til høvuðsstaðin.
Fyri
kappróðurin
og
áhugan kring landið sum
heild var tað rættuliga
hugaligt, at Sundabáturin
úr Norðdepli og Hvanna-
sundi
vann
kappingina
millum 6-mannaførini við
monnum. Harvið varð stað-
fest, at tað enn ber til hjá
plássi, har traditiónirnar
fyri kappróðri hava verið
burtur í mong ár, at bjóða
av og vinna.
Spildurnýggi dreingja-
báturin hjá Kappróðrarfel-
agnum NSÍ, Spógvin, var
fyrsti báturin, sum í hesum
kappingarárinum fekk sjey
stig. Hann var størsta róð-
urin av øllum.
Longu nú leygardagin
verður næsti FM kappróð-
urin. Hann verður á Eystan-
stevnuni, sum verður í
Runavík. Tá verður upp-
gávan hjá vinnarunum í
Klaksvík at verja fremsta
plássið á støðutalvuni, og
hjá teimum, sum sótu eftir
við kensluni av, at tað á
Norðoysastevnu ikki gekk,
sum tey høvdu ætlað, og
sum tey kanska høvdu
væntað, at tað fór at ganga,
verður nýggjur møguleiki
at vinna stig, steyp og heið-
ur. Gongdin og úrslitini
leygardagin bendu á, at tað
er lagt upp til eitt kanón
spennnandi róðrarár.
Lagt er upp til kanón kappróðrarár
Kappróðrar
støður, FM
5-mannafør, dreingir
Stig
1 Spógvin
7
2 Blikur
5
3 Fípan Fagra
4
4 Havfrúgvin
3
5 Sílið
2
6 Tekla
1
6-mannafør, kvinnur
1 Jarnbardur
7
2 Páll Fangi
5
3 Lómur
4
4 Víkingur
3
5 Gongurólvur
2
6 Sølmundur
1
5-mannafør, gentur
1 Sílið
7
2 Havfrúgvin
5
3 Blikur
4
4 Firvaldur
3
5 Fípan Fagra
2
6 Frúgvin
1
6-mannafør, menn
1 Sundabáturin
7
2 Gongurólvur
5
3 Strálan
4
4 Jarnbardur
3
5 Víkingur
2
6 Lómur
1
8-mannafør
1 Argjabáturin
7
2 Nevið Reyða
5
3 Kvívíkingur
4
4 Ørvur
3
5 Knørrur
2
10-mannafør
1 Havnarbáturin
7
2 Nólsoyingurin
5
3 Vestmenningur
4
4 Vágbingur
3
5 Eysturoyingur
2
6 Hoyvíkingur
1
Áhugin tykis stórur, og í
nógvum av bólkunum bendi
fyrsti róðurin á, at talan
verður um framúr spennandi
kappróðrarár
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 107 - 9. juni 2004
Flýggja undan
gosi
Umleið 20.000 fólk eru
flýdd úr bygdunum nær-
hendis indonesiska gos-
fjallinum Awu, sum hev-
ur goyst øsku síðani eina
ferð í síðstu viku.
Gosfjallið er á oynni
Sangihe, sum er einar
1200 fjórðingar í land-
nyrðing úr høvuðsstað-
num Jakarta, og myndug-
leikarnir bera ótta fyri, at
øskugosið kann enda við
einum rættiligum gosi.
Ein embætismaður segði
í gjár, at fleiri smáir
jarðskjálvtar hava verið í
økinum við gosfjallið, og
at alt bendir á, at fjallið
fer at goysa. Enn er kort-
ini
eingin
gosmynja
komin úr opinum.
Awu er góðar 1.300
metrar høgt og tað mest
virkna gosfjallið í Indo-
nesia. Tað hevur goyst
javnan síðani í 17. øld.
Ringasta gosið var í
1812, tá næstan 3.000
fólk doyðu.
Bjartskygni
í WTO
Forsetavalið í USA í
heyst og komandi broyt-
ingar í ES-nevndini gera,
at fólk hava fingið betri
vónir um, at okkurt
munagott fer at spyrjast
burtur úr samráðingun-
um í WTO um fríhandil.
Í síðstu viku viðgjørdu
embætismenn
ymsar
spurningar um landbún-
aðarvørur, og sagt verð-
ur, at hýrurin var góður,
og at fólk vóru meiri
bjartskygd, enn tey hava
verið. Men málið hevur
skund. Eydnast tað ikki
at fáa eina semju í
summar, kann tað taka
langa tíð, áðrenn eitt nýtt
samráðingarumfar kann
byrja, tí forsetavalið í
USA og broytingar í ES-
nevndini fara ikki at
eggja til semjur, skrivar
Aftenposten.
Umleið 20 lond við
Brasil, Argentina, India,
Kina og Suðurafrika á
odda krevja, at teirra
landbúnaðarvørur
fáa
betri atgongd til markn-
aðin í teimum ríku lond-
unum. USA og Evropa
hava ikki verið serliga
sinnað til at finna eina
semju um málið, men tað
er júst her, at bjartskygni
er farið at gera vart við
seg, skrivar Aftenposten.
Trygdin í hásæti
Trygdin verður sett í há-
sæti,
tá
fyrrverandi
amerikanski
forsetin
Ronald Reagan fer til
gravar
fríggjadagin.
Sjálvt minningarhaldið
verður í Washington,
men Reagan verður jarð-
aður í Kalifornia.
Ríkis- og stjórnarleið-
arar úr øllum heiminum
fara til Washington at
minnast Reagan, og tí eru
trygdartiltøkini
tey
strangastu, sum hava
verið í USA síðani dagar-
nar eftir yvirgangsat-
sóknina at New York og
Washington tann 11.
september í 2001. Teirra
millum, sum fara at
minnast Reagan, eru
fyrrverandi sovjetski for-
setin Mikhail Gorbatjov
og fyrrverandi bretski
forsætisráðharrin Marga-
reth Thatcher.
Amerikonsku myndug-
leikarnir rokna við, at
fólk í tíggjutúsundatali
fara at taka lut í ymsum
minnistiltøkum
hesa
vikuna. Eisini har eru
myndugleikarnir á varð-
haldi orsakað av vand-
anum fyri yvirgangsat-
sóknum.
Ov nógvar
guðstænastur
Fleiri danskir biskupar
mæla nú til at skerja talið
á guðstænastum í teim-
um smáu kirkjunum, tí
har ganga so fá fólk í
kirkju.
Biskuparnir vísa á, at
har lítið fólk býr, eru
kirkjurnar
hálvtómar
hvønn sunudag, hóast
prestur er, og tí halda teir,
at tað hevði verið skila-
betri at havt guðstænastu
annan hvønn sunnudag.
Tað hevði givið prestun-
um betri stundir til at
boða gleðiboðskapin utt-
an fyri kirkjudyr, og so
hevði tað eisini verið
bíligari fyri kirkjuna,
siga teir við Jyllands-
postin.
Jan Lindhardt, sum er
biskupur
í
Roskilde,
sigur við blaðið, at tað er
ikki serliga hugaligt hjá
presti at prædika í einari
hálvtómari kirkju. Tí
heldur hann, at tað hevði
verið rætt at havt guðs-
tænastu annan hvønn
sunnudag í teimum smáu
kirkjunum. Aðrir biskup-
ar so sum Karsten Nissen
í Viborg, Niels Henrik
Arendt í Haderslev og
Kjeld Holm í Århus taka
undir við honum.
Venus fyri Sólini
Seks tímar fyrrapartin í gjár var gongustjørnan Venus ímillum Jørðina og Sólina. Hetta er ikki hent síðani 1882, men kortini
kunnu tey, sum ikki fingu eygað á prikkin á sólarflatuni í gjár, gleða seg um, at hetta fer at henda aftur í 2012
Mynd: Reuters
Løgreglan í Iran virð-
ir ikki altjóða manna-
rættindini, og alt
verður gjørt fyri at
halda andstøðuni
niðri
IRAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fólk verða tikin og sett
føst, sjálvt um tey eru ósek,
og í fongslunum verða
fleiri teirra pínd. Summi
sita einsamøll í klivanum í
langa tíð.
Hetta eru nakrar av ákær-
unum, sum mannarættinda-
felagsskapurin
Human
Rights Watch hevur í einari
nýggjari frágreiðing um
mannarættindini í Iran. Í
teirri drúgvu frágreiðingini
kemur felagsskapurin til ta
niðurstøðu, at mannarætt-
indini hava ikki verið so
lítið vird í Iran, síðani tann
nýskipanarhugaði Moham-
mad Khatami varð valdur
til forseta fyri sjey árum
síðani. Víst verður á, at
hóast ES hevur lagt trýst á
iransku myndugleikarnar
fyri at fáa teir at halda al-
tjóða reglurnar, er eingin
bati hendur.
Human Rights Watch
hevur tosað við fleiri fólk,
sum hava sitið fangar í Iran.
Teirra millum eru tíðinda-
fólk, rithøvundar og stu-
dentar, sum hava verið sett
føst og illa viðfarin, tí tey
høvdu eina aðra politiska
áskoðan enn tað ráðandi
prestastýrið. Í fleiri førum
nýttu myndugleikarnir pín-
ing og annan harðskap fyri
at fáa tey tiknu at avdúka
tað, tey vistu um ta polit-
isku andstøðuna.
Sambært iranskari lóg er
tað bannað at pína fangar
ella at nýta annan harðskap
ímóti teimum, men Human
Rights Watch sigur, at
myndugleikarnir
leggja
lítið í lógina. Tvørturímóti
eru løgreglan og trygdar-
tænastan teir ringastu at
bróta lógina.
Human Rights Watch
heldur, at tann stóri valsig-
urin hjá Mohammad Kha-
tami í 1997 var óbeinleiðis
byrjanin til harðskapin
ímóti andstøðingunum. Tað
vóru serliga tey ungu og
nýskipanarhugaðu,
sum
stuðlaðu Khatami, og enda-
málið við harðskapinum er
at kúga tey, so prestastýrið
kann varðveita valdið, sigur
Human Rights Watch.
Felagsskapurin
finst
samstundis at umheiminum
og serliga ES fyri at venda
tað deyva oyrað til.
UTTAN ÚR HEIMI
Ein arabisk heimasíða
vil vera við, at yvir-
gangsfelagsskapurin
al-Qaeda umhugsar
álop á vesturlendsk
flogfeløg
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikonsk og onnur vest-
urlendsk flogfeløg eru nú
álopsmál hjá al-Qaeda.
Ein arabisk heimasíða,
sum verður hildin at hava
gott samband við yvir-
gangsfelagsskapin
hjá
Osama bin Laden, skrivar,
at felagsskapurin hevur valt
sær fleiri álopsmál.
– Øll støð, har nógv fólk
koma saman og herstøðir
eru komandi álopsmál.
Men serliga amerikonsk og
onnur vesturlendsk flog-
feløg kunnu rokna við álopi
í næstu framtíð, stendur á
heimasíðuni.
Samstundis verða mus-
limar bidnir um at halda
seg burtur frá álopsmálun-
um.
Vesturlendsk flogfeløg álopsmál hjá al-Qaeda
Andstøðan verður kúgað
við píning og harðskapi
C
M
Y
K
16