mánadagur 22. september 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 7
I
22. september 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Tað er fimtandi Vinnudagurin, sum hevur sett
serligan dám á Vinnuna hesaferð. Vit hava hugt
eftir, hvussu tað hevur gingist virkjum, sum hava
fingið heiðurin sum Ársins Virki. Vit tosa við Maritu
Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, um útlit – og
vinnuprofilurin hesaferð er Regin W. Dalsgaard,
sum greiðir frá, hvussu hann livir av hugskotum.
Vinna hesuferð...
tað hendir...
Sveinur
stjórnar
Dimmalætting
Hósdagin kunngjørdi Skráseting
Føroya, at Sveinur Tróndarson
verður maðurin, sum skal fáa
nýggju Dimmalætting at hanga
saman fíggjarliga.
Sambært lýsing frá Skrásetingini,
so er Poul Hansen advokatur,
sum eigur Dimmalætting, farin
frá sum stjóri. Innkomin sum
stjóri er Sveinur Tróndarson,
sum eisini hevur valdið at tekna
felagið. Nevndarformaður og ein
nevndarlimur kunnu eisini tekna
felagið.
Í nevndini í Dimmalætting
sita nú Poul Hansen, sum er
nevndarformaður, Leif Láadal,
Erland Poulsen og Emil Lisberg
Jacobsen, sum eru nevndarlimir.
Sveinur Tróndarson hevur sagt,
at Dimmalætting kemur útaftur í
oktober í ár.
Metstór tøka
av laksi
Havbúnaðarfelagið hevur síðani
2005 skrásett tøkuna av laksi viku
fyri viku, men ongantíð áður hevur
tøkan verið so stór, sum hon var í
viku 36 frá 1. til 7. september í ár.
Tikin vórðu 2.143 tons í kruvdari
vekt, og miðalvektin var 5,50 kg,
skrivar Vinnuhúsið.
Frá 1. januar til 31. august í ár er
tøkan økt við umleið 2,3 prosentum
í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Samstundis er fiskagoymslan á
sjónum í tonsum 16 prosent størri
31. august 2014, enn hon var fyri
einum ári síðani. Tí kann væntast,
at tøkan eisini fer at verða stór
restina av 2014.
Havbúnaðarfelagið skipar fyri
vikuligu uppgerðina yvir tøkuna,
sum verður løgd á heimasíðuna hjá
Vinnuhúsinum her industry.fo
Skipanin fyri útlendskar
handverkarar virkar væl
rbeiðsgevarafelagið talar nú og
sigur, at skipnain virkar væl:
– Róð verður fram undir,
at trupulleikar eru í skipanini.
Tað, sum verður borið fram,
er tó ikki í tráð við veruleikan,
sigur Arbeiðsgevarafelagið, sum
lýsir veruleika soleiðis:
– Tá ein arbeiðsgevari setur
ein handverkara í starv, skal
setanin fráboðast til myndugleikarnar, áðrenn
viðkomandi byrjar, og tá skal viðleggjast
skjalprógv fyri, at viðkomandi hevur útbúgv
ing sum handverkari. Handverkarar úr ES-
londum, sum koma hendavegin skulu tí hava
neyðugu pappírini.
– Tað er eisini krav, at lønar- og arbeiðs
treytir hjá útlendsku handverkarunum ikki
skulu vera verri enn tær, sum eru galdandi á
føroyska arbeiðsmarknaðinum, so uppáhaldið
um undirløntar handverkarar er neyvan
eftirfarandi. Um føroyski arbeiðsgevarin ikki
heldur tær treytir, sum eru settar í samband
við góðkenningina, kann arbeiðsgevarin verða
revsaður við bót ella fongsul.
– Einki fakfelag hevur sett seg í samband
við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðs
gevari ikki heldur galdandi treytir.
– Flestu byggifyritøkur vilja helst hava
føroyskar handverkarar í starvi, og seta sum
meginreglu bert útlendskar handverkarar, um
neyðuga arbeiðsmegin ikki finst í Føroyum.
Tað er tí lítið sannlíkt, at nøkur føroysk
byggifyritøka skal hava sagt ein føroyskan
handverkara upp fyri at seta ein handverkara
úr einum ES-landi í staðin. Tó er tað sjálvandi
bæði áðrenn og aftan á lógarbroytingina
komið fyri, at ein føroyskur handverkari er
uppsagdur, og orsøkirnar til hetta kunnu vera
so nógvar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag,
sum vísir á, at 12 fyritøkur hava vent sær til
Vinnuhúsið og biðið um at fáa limaprógv fyri
limaskap í arbeiðsgevarafelag.
– Hetta er ein fortreyt fyri at seta ES-
handverkarar í starv eftir nýggju skipan
ini. Nógv tann størsti parturin av føroysku
byggifyritøkunum hava tí ikki møguleika
at seta útlendskar handverkarar í starv eftir
nýggju skipanini, sigur Føroya Arbeiðsgev
arafelag.
Bæði Aksel V. Johannesen úr Javnaðar
flokkinum og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýr
isflokkinum hava reist málið, sum uttan iva
verður umrøtt í politisku skipanin í næstu
framtíð.
A
Seinastu dagarnar hava bæði fakfelagsumboð og politikarar verið
frammi í fjølmiðlunum við kritiskum útsøgnum og fyrispurningum um,
hvussu nýggja skipanin við handverkarum úr ES-londum virkar.
Eirikur Lindenskov
Lógin, sum kom í gildi 1. Juli 2014, ger tað møguligt hjá arbeiðsgevarum, sum virka í byggivinnuni, at
gerast undangóðkendir til at seta faklærdar handverkarar í starv, tá arbeiðsloysið í Føroyum er undir
6 prosent. Tað eru tríggjar treytir fyri at arbeiðsgevari kann fáa og varðveita hesa undangóðkenning:
1. Fyritøkan skal vera skrásett í Føroyum
2. Fyritøkan skal vera fevnd av kollektivum sáttmála á føroyska arbeiðs
marknaðinum um lønar- og arbeiðsviðurskifti.
3. Fyritøkan skal verða skrásett hjá TAKS sum ávísingarskyldug eftir føroysku skattalógini.
Tá fyritøkan er vorðin undangóðkend, kann hon seta útbúnar handverkarar úr
ES-londum í starv. Treytin fyri at fyritøkan kann seta ES-løntakara í starv er,
at setanin fevnir um í minsta lagi 30 arbeiðstímar um vikuna, og at lønar- og
arbeiðstreytir ikki eru verri enn ásett íkollektiva sáttmálanum.
Fakta um nýggju skipanina