Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 nr. 7 I 22. september 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Stórar avbjóðingar liggja í framtíðini að er húsvíkingurin, Christian Danielsen, sum í dag stendur á odda fyri fyritøkuni, Vest Pack í Vestmanna, sum varð kosin at vera Ársins Virki 2013. Christian er 43 ára gamal, giftur og eigur trý børn. Hann hevur lisið búskaparfrøði við virkis­búskapi sum grein í Århuus. Síðan hann varð liðugur við sína útbúgving, hevur hann starvast á ymiskum pallum í føroyskum vinnulívi. Hann hevur starvast sum stjóri hjá Samskipum, har hann var í sløk fýra ár. Í sløk fimm ár var hann fíggjarleiðari hjá byggifelagnum, Articon, og hann hevur eisini í tveimum um­ førum – umleið tvey ár hvørja ferð - starvast hjá Poul Michelsen, heilsølu. Hjá PM slapp hann at royna seg sum ávikavist fíggjarleiðari og inn­keyps­leiðari. Ein spennandi avbjóðing Christian Danielsen er lutfalsliga nýggjur í stjórastarvinum á Vest Pack, sum hann tók við hálvan august í ár. Hann hevði ikki tann heilt stóra kunnleikan til fyritøkuna, áðrenn hann tók við stjórastarvinum, men sum stjóri í Samskipum samstarvaði hann um flutningsuppgávur við fyritøkuna í Vestmanna. – Tað er ein stór og spennandi avbjóðing at taka við stjórastarvinum á Vest Pack og at hava sum uppgávu at leiða fyritøkuna víðari fram á leið. Fyritøkan hevur klárað seg rímiliga væl í fleiri ár, og tey seinastu árini hava verið tey bestu. Stjórin vísir á, at uppgávan hjá honum og teimum umleið 20 dugnaligu starvsfólkunum, sum eru í fyritøkuni, er, at flyta tann góða førningin víðari. Á virkinum eru nógvar ymiskar uppgávur, sum skulu gerast og loysast hvønn dag, men øll starvsfólkini hava eitt enda­felags mál, og tað er at nøkta teir tørvir, ið viðskiftafólk hava. – Tað er greitt, at Vest Pack stendur yvir­ fyri stórum avbjóðingum og harðari kapping, serliga úr útlandinum. Lætt er at keypa vørur úr útlandinum, men okkara styrki liggur í nærleika, fleksibiliteti, og tillaging av ymiskum slag til tørvin hjá okkara viðskifta­ fólki kring um landið. Fleksibilitetur og nærlagni Stjórin sigur, at Vest Pack hevur eina góða og støðuga arbeiðsmegi við nógvum ymiskum før­leikum og dygdum, harav fleiri hava verið í fyri­tøkuni í nógv ár. – Umframt føroyska marknaðin, sum er okkara høvuðsgrundarlag, og sum vit leggja okkara orku í at røkja so væl sum tilber, eru vit eisini í enn størri mun farin at hyggja út um landoddarnar – til okkara grannalond. Vit hava í fleiri ár selt vørur av landinum, men eg meti, at hetta er nakað, sum vit kunnu gera upp­aftur meira við. Christian sigur, at tað er við teirri vitan, fleksi­biliteti og nærlagni, sum Vest Pack er kent fyri í Føroyum, at fyritøkan hugsar um at veksa um framleiðsluna og útflutningin av vørum hjá felagnum. – Jú, eg meti, at útlendski marknaðurin í enn størri mun enn higartil hevur brúk fyri okkum, og at Vest Pack soleiðis eisini hevur ein vakstrarmøguleika uttan fyri landoddarnar. Christian Danielsen vísir á, at eins og felagið hevur hug at menna útflutningin, selur Vest Pack longu nú eisini til útlendsk skip, sum koma higar til lands. – Eins og roynt verður at selja útgerð, olju, proviant og ymiskar tænastur til tey skip, sum koma til Føroya, ynskja vit eisini náttúrliga at bjóða teimum okkara vørur og tænastur. Nú Føroyar eiga lut í stórum uppsjóvarkvotum, gevur tað eisini eina økta skipaferðslu til Føroya og harvið nýggjar møguleikar, leggur hann aftrat.   Sindur lakari úrslit Nýggi stjórin á Vest Pack sigur, at tað verður trupult hjá fyritøkuni at røkka einum eins góð­um úrsliti í ár sum í fjør og fyrraári, tá felagið hevði avlop eftir skatt á slakar sjey og átta miljónir krónur. – Árið 2012 var tað besta í søgu felagsins, og árið 2013 var eisini ógvuliga gott. Soleiðis, sum gongdin hevur verið higartil í ár, røkka vit neyvan so góðum úrslitum í ár. Christian vísir á, at úrslitið í ár ivaleyst verður nøktandi, men hann ásannar sam­ stundis, at Vest Pack – umframt at fáa eitt rímiliga gott ársúrslit – noyðist at konsolidera seg til framtíðina. – Sum eg nevndi, kemur framtíðin at krevja nógv av okkum. Marknaðurin liggur opin, og hann er ógvuliga mobilur. Kina er heldur ikki so langt burturi í dag, sum landið var fyri 20 árum síðan, sigur stjórin.   Virksemi hjá Vest Pack Høvuðsvirkisøkið hjá fyritøkuni í Vestmanna, har ognarviðurskiftini eru helvtarbýtt millum føroyingar og íslendingar, er plast-og etikett­ framleiðsla. Í dag er Vest Pack heildarveitari av pakki­ tilfari og plasti til ídnaðin, handlar, stovnar og húsarhald. – At framleiðslan er í Vestmanna og ikki í einum av okkara grannalondum hinu megin havið, er styrkin hjá okkum. Nærleikin til marknaðin og egin framleiðsla ger, at vit eitt nú kunnu hava eitt lægri minstamark fyri ser­fram­leiðslu enn kappingarneytarnir uttan­ lands hava. Stjórin sigur, at sum heildarveitari til føroyska ídnaðin, innflytir Vest Pack eitt nú pakki­maskinur, pappembalagu og arbeiðs­ klæði, tá hetta eru vørur, sum fyritøkan í Vestmanna ikki framleiðir. – Vit veita eisini ráðgeving og heildar­ loysnir innan pakkilinjur til ídnaðin, sigur Christian Danielsen, stjóri á Vest Pack. T – Tað er greitt, at Vest Pack stendur yvirfyri stórum avbjóðingum og harðari kapping, serliga úr útlandinum. Lætt er at keypa vørur úr útlandinum, men okkara styrki liggur í nærleika, fleksibiliteti og tillaging av ymiskum slag til tørvin hjá okkara viðskiftafólki kring um landið, sigur nýggi stjórin, Christian Danielsen Vilmund Jacobsen Ársins virki Mynd: birgir w. høgnesen