mánadagur 22. september 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 7
I
22. september 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Vinnudagurin
lestu av stóru fyritøkunum í
Føroyum eru so ella so knýttar
at sjónum, og hóast siðbundan
flakavinnan hevur havt nógvar
tungar løtur hesi árini, so hava
føroyingar støðugt ment servitan
og tænastur, ið eru knýttar at
fiskivinnuni.
Tórshavnar Skipasmiðja,
Vónin og Thor eru dømi um fyri
tøkur, sum við støði í fiskivinnuni hava ment
stóra servitan, sum útlendingar eisini hava
eftirspurt, meðan Bakkafrost, Luna, Vaðhorn
og Tavan hava ment seg til sannar risar, sum
hava sín grundvøll í tí, sum fyri fáum árum
síðani varð roknað sum lítlar nisjur innan sið
bundnu vinnuna.
Tá um ræður ársins átak eru kortini heldur
meira blandað. Her er talan ofta um nýggj
nøvn og nýggjar vinnugreinar, sum stinga seg
upp, men kortini eigur havið eisini sín leiklut
í fleiri teirra. Fariga hevur víst, at føroysk vitan
innan fiskavirking eisini kann nýtast uttan
lands, meðan Decision 3 er dømi um menning
av føroyskari vitan við stórum útflutnings
møguleikum. Hinvegin vísir søgan við ársins
átøkum eisini, at tað kann verða langur vegur
frá góða hugskotinum til stóru fyritøkuna.
Í skemti hevur tíðum verið sagt, at
heiðurin sum ársins átak eisini merkir eina
fíggjarliga tunga framtíð, men higartil er tað
bert útgávan av Vinnuvitan, sum ikki er til
longur, tá hugt verður at listanum yvir ársins
átøk.
Fiskivinnan er høvuðsvinna okkara, og tí er tað kanska ikki so løgið. Síðani Havsbrún á fyrsta sinni
varð kosið ársins virki, er bara tríggjar ferðir komið fyri, at ársins virki ikki hevur beinleiðis
tilknýti til maritima økið. Og eisini innan ársins átak eigur havið sín stóra leiklut
Jákup Mørk
Næstan alt fer í fisk
F
Seinasta »ársins virki«, sum ikki virkar innan
sjó- ella fiskivinnuna, varð byggifyritøkan Articon
Mynd: álvur haraldsen
2000 Havsbrún
2001 Tórshavnar Skipasmiðja
2002 Vónin
2003 Vaðhorn
2004 Reyni Service
2005 Faroe Marine Products
2006 Thor
2007 Eik Banki
2008 ArtiCon
2009 Bakkafrost
2010 Tavan
2011 Vónin
2012 Luna
2013 Vestpack
2000 Ikki valt
2001 North Atlantic Fish Fair
2002 Teitur Lassen
2003 Formula.fo, Total View
2004 Atlantic Airways sáttmálin Aker Stord
2005 Fariga Seafood
2006 Vinnuvitan
2007 Ikki valt
2008 Decision3
2009 Tórshavnar Matfestivalur
2010 Vilt í Suðuroy
2011 Jákup Zachariassen
2012 Varðin Pelagic
2013 Koks
Ársins Virki higartil:
Ársins Átak higartil: