Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 nr. 7 I 22. september 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum t velja Ársins Virki er fram­ hald­andi ein týdningarmikil partur av Vinnu­degnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arb­eiðs­gev­ ara­fe­lag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst fram­fýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyri­tøk­uni. Hetta kann t. d. vera viðvíkjandi fram­leiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning. Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina ser­liga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Tal­an er um eina standmynd stoypta í bronsu. Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnu­ligum framburði. Hetta kann vera eitt eink­ult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak. Fyri Ársins Átak verður latin ein minni stand­mynd, sum er eitt V úr stáli við bú­merk­ in­um hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í. Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2014 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum á Vinnu­degn­um fríggjadagin. Í dómsnevndini sita: Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðs­ gevarafelag Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnu­mála­ ráðnum Jan­us Petersen, stjóri í BankNordik Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskapar­- setri Før­oya Kristian Danielsen , stjóri Vest Pack, Ársins Virki 2013 Skrivari í dómsnevndini er Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum. Á árliga Vinnudegnum, sum verður fríggjadagin, verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós. Eirikur Lindenskov Ársins Virki og Ársins Átak valt aftur í ár A 2000  Havsbrún 2001   Tórshavnar Skipasmiðja 2002   Vónin 2003   Vaðhorn 2004   Reyni Service 2005   Faroe Marine Products 2006   Thor 2007   Eik Banki 2008   ArtiCon 2009   Bakkafrost 2010   Tavan 2011   Vónin 2012   Luna 2013   Vestpack 2000   Ikki valt 2001   North Atlantic Fish Fair 2002   Teitur Lassen 2003   Formula.fo, Total View 2004   Atlantic Airways sáttmálin Aker Stord 2005  Fariga Seafood 2006   Vinnuvitan 2007   Ikki valt 2008   Decision3 2009   Tórshavnar Matfestivalur 2010   Vilt í Suðuroy 2011   Jákup Zachariassen 2012    Varðin Pelagic 2013    Koks Ársins Virki higartil: Ársins Átak higartil: