týsdagur 23. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Á tingfundi í dag fer Løgtingið at
viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi
um tilbúgving, átøk og lóggávu at
fyribyrgja fráboðaðum ólógligum
virksemi í Føroyum.
Uppskotið er beinleiðis vent í
móti Sea Shepherd-fólkunum, sum
eru í Føroyum og sum hava verið
her í summar.
Tjóðveldi vil við uppskotinum,
at Løgtingið skal heita á landsstýrið
um skjótast møguligt at leggja
fram neyðugar lógarbroytingar
soleiðis, at skipast kann ein verulig
tilbúgving, og átøk fremjast, sum
kunnu fyribyrgja, at einstaklingar,
umboð fyri felagsskapir og útgerð,
ið hava sum fráboðað endamál
at fremja ólógligt virksemi ella at
hótta lóglig rættindi í Føroyum,
kunnu koma til landið ella kunnu
útinna fyrireikingar til tílíkt virk
semi í Føroyum.
Hartil heldur vil Tjóðveldi, at
Løgtingið heitir á landsstýrið um at
leggja fyri Løgtingið eina frágreið
ing um, hvussu tryggjast kann ein
støðug upplýsing mótvegis altjóða
samfelagnum um avleiðingarnar
av ólógliga virkseminum og grund
gevingarnar fyri átøkunum hjá før
oyskum myndugleikum.
Eyðsæð er, at okkurt má gerast
frá almennari síðu, um tað verður
afturvendandi ár um ár, at slíkir ak
tivistar koma hendanvegin.
Men tað má sjálvandi farast
fram við varsemi. Vit mugu finna
eitt millum ting millum gestablídni,
respekt og fólkaligheit. Tað er
sjálvandi ófólkaligt at rópa ókvæm
isorð eftir hesum fremmandafólk
um og nokta teimum atgongd til wc
og slíkt, sum vit hava hoyrt um –
fyri ikki at tala um at leggja hond á
hesi fólk og lutir teirra í Føroyum.
Men vísa vit teimum respekt, so
mugu vit eisini krevja, at tey vísa
okkum respekt. Við at leggja seg út
í grindadráp, sum tey longu hava
gjørt, so fremja tey lógarbrot.
Um vit til dømis skulu til USA at
ferðast, so sleppa vit ikki inn í land
ið, um vit søgdu, at vit vildu lagt út
í eitt lógligt grindadráp í landinum.
Tey loyva ikki fólkum í slíkum ør
indum at sleppa inn í landið.
Vit hava opnari innferðartreytir,
enn USA. Men fyri tað kunnu
vit viðgera málið. Vit eiga ikki
at góðtaka, at felagsskapur sum
Sea Shepherd nýtir ósannindi og
villleiðingar í sínum »kunningar
virksemi«. Vit eiga at krevja opið,
erligt og reiðiligt kjak.
Tjóðveldi hevur rætt, tá tey føra
fram, at ein nógv virknari leiklut
ur er neyðugur mótvegis altjóða
fjølmiðlum, har virksemið, hótt
anirnar og gerðirnar hjá hesum
felagsskapum verða neyvt lýstar,
og grundgevingarnar fyri burðar
dyggari nýtslu av havsins ríkidømi
verða førdar fram aftur og aftur.
Tað er ein spurningur um at
verja rættin til burðardygga nýtslu
av havsins tilfeingi.
Verja rættin til burðardygga
nýtslu av havsins tilfeingi
verja burðardygga veiðu
Fá
loyvi til
útlend
ingar
Tíðindi síða 37
Full
ferð á
byggi
vinnuni
Tíðindi
Síða 37
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Professjónalisma er ikki júst
tað, sum eyðkennir nakrar av
fjølmiðlunum í Føroyum.
Portal.fo og aðrar smáar red
aktiónir, ofta tær, sum bara eru
eitt fólk, hava tað fyri at taka
tíðindi frá øðrum redaktiónum,
sum hava fleiri fólk í starvi at
skriva tíðindi. Tað eru tvær
stórar redaktiónir í Føroyum,
Kringvarpið og Miðlahúsið.
Tað er siður at endurgeva
aðrar miðlar. Soleiðis gera fjøl
miðlar kring allan heimin. Men
tað er góður fjølmiðlasiður at
virða upphavsrætt og brúks
rætt hjá øðrum.
Miðlahúsið fekk trupul
leikar, tá Føroya Tele og Knass
ar ikki vildu virða rættin hjá
Miðlahúsinum til alt tilfarið,
sum Miðlahúsið framleiddi til
portal.fo frá ár 2000 til 13. juli
2013.
Men upphavsrætturin frið
halgaður. Tað nyttar ikki at
stríðast ímóti, og tað máttu
bæði Føroya Tele og Knassar
góðtaka. Tí fekk Miðlahúsið
alt hetta tilfar, sum heldur ikki
longur er tókt á portal.fo
Tað var alla tíðina ætlan
in í Miðlahúsinum, at in.fo
skuldi gerast Føroyar fremsta
tíðindasíða. Men tað merk
ir ikki, at portal.fo og aðrar
lítlar redaktiónir bara kunnu
kopiera tilfar, sum er framleitt
í Miðlahúsinum, og leggja tað
út á sína síðu.
Hetta er brot á upphavs
rættin.
Ein
tummulfingurregla
er, at siterar tú meira enn 25
prosent av eini grein, so er tal
an um kopi. Tað er ikki góður
fjølmiðlasiður at taka tilfar,
sum aðrar redaktiónir hava
framleitt, og gera tað til sítt
egna.
Sjálvandi er tað ein góð
kensla, at hinir miðlarnir halda
tíðindini á in.fo verða verd at
kopiera.
– Men skalt tú framleiða
tíðindi – so skalt tú hava fólk
í starvi, sum kunnu framleiða
egið tilfar. Annars ert tú bara
ein kopimaskina...
Smáir portalar
kopiera tíðindi
Havnarkórið
konsert í Fríð
rikskirkjuni og
í Vesturkirkjuni
um vikuskiftið
Eftir nýggjár, tá Havnarkórið,
byrjandi sum Útvarpskórið,
hevði 48 ár á baki, tók Ólavur
Hátún ta avgerð, at tá kom
andi várhálvan skuldi vera
hansara seinasta sum fasti
leiðari kórsins.
Lagt varð upp til eina kirkj
uliga og eina verðsliga skrá.
Tann verðsliga konsertin
varð hildin í Mullers Pakk
húsi leygardagin 24. mai;
men kirkjuliga skráin, sum
skuldi framførast í Vestur
kirkjuni sunnudagin 18. mai
og í Fríðrikskirkjuni hvítu
sunnudag, 8. juni, bleiv ikki
búgvin til framførslu fyri
summarfrí.
Tessvegna varð tátturin
tikin uppaftur í september
til framførslur í komandi
vikuskifti – leygardagin kl.
17.00 í Fríðrikskirkjuni og
sunnudagin kl. 19.30 í Vest
urkirkjuni.
Skráin er hendan:
J. S. Bach: Psallite Deo nostro
in laetitia
Heinrich Schutz: Die Himmel
erzaehlen die Ehre Gottes
Vagn Holmboe: Í kirkjugarði
W. Heinesen / T.N. Djurhuus
Trond Kverno: Ave maris
stella
Giovanni Gabrieli: Jubilate
Deo omnis terra Prestaorð
Gl. før. sálmalag: Tað, Gud
mín vil, tað komið á, Gud
mund Bruun
Satsur: Karl Clausen
Gl. før. sálmalag: Tann heilagi
krossur, Gudmund Bruun
Satsur: Karl Clausen
Gl. før. sálmalag: Tey boð nú
ljóða himni frá, Jákup Dahl
Satsur: Karl Clausen
Mendelssohn-Bartholdy
Hebe deine Augen auf
Franz Schubert: Gott ist mein
Hirt
Joseph Haydn: Brot úr “Skap
anini”, Solotrio: Petur Nicla
sen, tenorur, Joanna Johan
sen, sopran, Sámal Matras
Kristiansen, bassur, Klaver
fylgispæl: Jóhannes Andre
asen
Seinastu konsertir við Ólavi
Havnarkorið i GRAZ Eysturríki í 1970. Tá sum nú stjórnaði Ólavur Hátún