týsdagur 23. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Nú tað er samtykt at gera
Eysturoyartunnilin, verður
tað ein avbjóðing hjá polit
isku skipanini at rationali
sera útbyggingar og rakstur.
Tað segði Gestur Hov
gaard, samfelagsfrøðingur,
á fólkafundinum í Runavík
leygarkvøldið.
Framsókn hevði heitt á
hann um at koma við nøkr
um hugleiðingum um, hvørja
samfelagsliga ávirkan, ætlaði
Eysturoyartunnilin fer at fáa.
Gestur Hovgaard stað
festir, at líka so nógv prát
og kjak tað var um tunnilin,
áðrenn Løgtingið samtykti
at gera hann, líka so tigandi
hevur tað verið aftaná.
– Og tað haldi eg er synd,
serliga tá ið hugsað verður
um, hvussu stór verkætlanin
er, segði Gestur Hovgaard.
Hann staðfestir eisini, at í
Føroyum hava vit ikki gjørt
nógv burtur úr at kanna
hvørji árin, teir tunlar, sum
eru gjørdir, hava havt á sam
felagið.
– Vit hava ikki gjørt nakað
burtur úr at gjørt eina støðu
lýsing av samfelagnum áðr
enn tunnilin varð gjørdur,
fyri síðani at kanna eftir,
hvussu støðan er broytt, eftir
at tunnilin er komin.
Tí hellir Gestur Hovgaard
seg partvís til tær royndir,
tey hava gjørt sær í teimum
økjum í Íslandi, í Noregi og í
Danmark og Svøríki, har tey
hava fingið fast samband.
Men nøkur tøl hava vit
kortini úr Føroyum.
–
Tøl
fyri
ferðsluna
ígjøgnum Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin hava víst,
at ferðslan ímillum miðstað
arøkið og Vágar er økt rætti
liga nógv, síðani Vágatunnil
in kom.
Ferðslan ímillum Mið
staðarøkið og Norðoyggjar
er eisini økt, síðani Norðoya
tunnilin varð gjørdur, men
ikki líka nógv sum vestureft
ir.
Ávirkar búseting
og handilslív
Gestur Hovgaard sigur, at
tá ið Eysturoyartunnilin er
gjørdur, er spurningurin um
Suðurstreymoy og Eysturoy,
ella Skálafjørður, verður eitt
samanhangandi øki, ella um
talan framvegis verður um
tvey sjálvstøðug høvuðsøki,
sum verða samanbundin.
–
Royndir
aðrastaðni
vísa, at tá ið tvey høvuðsøki
verða bundin saman, soleiðis
sum Havnin og Skálafjørður
verða við Eysturoyartunlin
um, er ógvuliga sannlíkt, at
tað fær stóra ávirkan á bú
setingina báðu megin tunn
ilsmunnan.
– Borgarin fær nyttu
burtur úr tunlinum, tí tað er
styttri at koyra ímillum, og
tað verður eisini lættari at
arbeiða báðu megin tunnils
munnan.
Hinvegin vísa royndirnar
eisini, at lønarlagið og arb
eiðsloysið broytist ikki or
sakað av tunlinum.
– Men tað vísir seg, at í tí
minna økinum, fer útboðið
av vørum at minka, helst fer
útboðið av serhandlum at
versna.
– Tað verður kanska so,
at fólk á Skálafirði fara at
keypa meiri hvítvørur og
aðrar serligar vørur úr Havn,
tá ið teir eru í Havn kortini.
Hinvegin vísir seg kortini,
at prísurin á matvørum hev
ur lyndi til at fella.
Prísurin hækkar
Men samfelagsgrøðingurin
sigur, at eitt, sum kanska
hevur serligan áhuga hjá
fólki við Skálafjørðin, er, at
aðrastaðni vísir tað seg, at
slíkt tunnilssamband trýstir
prísin á fastari ogn á teimum
minni plássunum upp eftir,
kanska eini 20 prosent á priv
atari ogn og eini 13-15 prosent
á vinniligum ognum.
Í Íslandi vísti tað seg, at
áhugin hjá fólki í tí størra
økinum,
at
keypa
sær
summarbústað í tí minna øk
inum, vaks munandi, eftir at
Hvalfjarðartunnilin ímillum
Reykjavíkarøkið og Akranes
arøkið varð gjørdur.
Gestur
Hovgaard
veit
kortini ikki, um hetta fer at
gera seg galdandi fyri Skála
fjørðin, eftir at Eysturoyar
tunnilin er komin.
Hann heldur, at tað eru
størri sannlíkindi fyri, at
hetta fer at gera seg gald
andi, tá ið Sandoyartunnil
in er gjørdur, at Havnarfólk
fara at fáa sær summarhús í
Sandoynni.
Men samfelgasgranskarin
sigur, at eitt, sum hevur havt
serligan týdning í sambandi
við Hvalfjarðartunnilin, er,
at útbúgvingar- og mentan
armøguleikarnir
batnaðu
rættiliga nógv á teimum
smærru plássunum, eisini
granskingarsetur
mentust
munandi.
Gestur Hovgaard vísti
eisini á, at eitt størri saman
hangandi øki førir til vinnu
ligt margfeldni, og tað økir
um útboðið og eftirspurn
ingin og bøtir um møguleik
arnar hjá ymsum virki at
samstarva.
– Og hjá virkjum bøtir
hetta um møguleikar at
leggja til rættis, bæði í sam
bandi við flutning, goymslu
og framleiðslu og samstundis
verður tað lættari at keypa
tænastur frá hvørjum øðr
um.
Størsta avbjóðingin
Men Gestur Hovgaard minti
eisini á, at tað er kanska tann
politiska
skipanin,
bæði
landið og kommunurnar,
sum hevur ta størstu avbjóð
ingina.
– Politiska skipanin eigur
at vera frammanfyri tíðina
og hugsa um ferðslu, um
hvørvið, útstykkingar, tæn
astur, fólkasamanseting og
trivnað í sambandi við tunn
ilin.
Samfelagsgranskarin vísti
á, at í sambandi við fasta
sambandið um Oyrasund,
løgdu danskir og svenskir
myndugleikar stóran dent á
at skapa samstarv ímillum
útbúgvarstovnar o.s.fr.
– Men ein avbjóðing, sum
eisini liggur í politisku skip
anini, er at rationalisera út
byggingar og rakstur.
– Skulu bæði Tórshavnar
Havn og Runavíkar Havn
byggjast út, nú Eysturoyar
tunnilin verður veruleiki,
ella ber tað til at finna eitt
arbeiðsbýti ímillum bæði
plássini?
– Og ikki um at tala verð
ur tað ein spurningur, um vit
tora at fremja rationaliser
ingar í heilsuverkinum, nú
tað verður styttri at ferðast
ímillum plássini.
Og hvussu við íløgum í
skúlar og útbúgvingar, spyr
hann eisini.
Gestur Hovgaard sigur, at
tað veldst í stóran mun um,
hvussu væl vit tora at taka
avbjóðingar á okkum.
– Bara nakað so einfalt
sum hýruvognskoyring er
ein trupulleiki, sum kann
taka seg upp. Fara tey, sum
koyra hýruvogn við Skála
fjørðin at góðtaka, at hýru
vognar koma úr Havn, inn á
Skalafjørðin at koyra?
– Ella fer tað at bera til hjá
Havnini og Runavík at sam
starva um tænastur á eldra
økinum, hóast tað ikki er í
samsvari við økisbýtið, sum
er ásett???
– Kanska er røringur í,
men almenningurin sær í
hvussu so er ikki so nógv til
tað, heldur Gestur Hovgaard.
EYSTUROYARTUNNIL Vit hava ikki sæð nógv til, hvussu eysturoyingar og havnarfólk
fyrireika seg til dagin, tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin
Tað veldst alt um
hvussu væl vit tora
Skulu bæði Tórshavnar Havn og
Runavíkar Havn byggjast út?
Frammanfyri sína tíð
– Tað eru politikararnir sum hava tað størstu
avbjóðingina nú Eysturoyartunnilin verður
veruleiki og teir eiga at vera frammanfyri sína tíð,
heldur Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur