Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Hóast nøgdirnar av tvøsti og spiki hava verið søguliga lítl­ar í summar, so hevur kjak­ið um grindadráp sjáld­ an verið heitari. Kjak­tráð­ir­ nir á sosialum miðlum sum Facebook hava verið met­ur­ lang­ir, hóast tað sambært før­oy­ing­um hevur verið lúk­ að dúg­liga burt­urúr. Før­oy­ ing­ar hava ferð eftir ferð víst á, at teirra innlegg við rætt­ leið­ing­um til Sea Shepherd og til­vísingum til fakta um grind eru strikað á teimum síð­um, sum Sea Shepherd odda­maðurin Paul Watson hev­ur ræði á. Á Fólkafundinum farna viku­skiftið fekk kjakið á sosi­alu miðlunum fyri fyrstu ferð andlit. Sea Shepherd hevði sín bás á fundinum, og leygarkvøldið klokkan 19 skip­aði felagsskapurin fyri al­menn­um tiltaki. Tað er tó eingin Paul Wat­ son at hóma nakrastaðni. Ei heldur umvegis Skype úr Frak­landi, eins og vit sóu hann í Degi & Viku herfyri. Lamya Essemlali og Magda­lena Gschnitzer stilla upp. Fyrrnevnda stendur á odda fyri sjóstríðnum hjá Sea Shepherd í Føroyum. Hin er leiðari fyri átakið á Sandi og leyp sjálv á bláman í nógv umrøddu grindini leyg­ar­kvøldið 30. august, sum fyri eina stund broytti Sands­vág til eina krígszonu. Sjón­banda­mynd­ir hjá Sea Shepherd frá hes­um grinda­ drápi vísa ein mann umborð á einum glastrevjabáti peika við byrsu, og sambært Sea Shep­herd siktar hann eftir tveim­um Sea Shepherd fólk­ um, ið standa í sjónum og við ljóði royna at styggja hval­ir­ nar burtur. Annar teirra var Magda­lena Gschnitzer. – Eg sá hvalir doyggja. Tað var brutalt og ræðuligt, og fær meg at vilja hetta stríð­ið uppaftur meira, sigur Gschnit­zer, sum er ættað úr Italia. – Fólk fortelja mær, at tað hevði verið løgið ikki at drepa grind. Tað er væl tað, man rópar siðvenja. Men grinda­drápið er ikki neyðugt meira, sigur Essemlali, sum er ættað úr Fraklandi. Eftir eina stutta framløgu, har millum annað myndir frá grindadrápinum á Sandi verða vístar, verður orðið giv­ið frítt til spurningar. Stúgv­andi fult er á palli tvey, fleiri sleppa ikki framat, men mugu taka til takkar við plássi í aðru røð. Løg­regl­an, sum hevur verið nær­um ósjón­lig á Fólka­fund­in­um, er eis­ini væl um­boð­að við fimm seks fólkum. – Eru tit ímóti at drepa og eta djór, ljóðar ein tann fyrsti spurn­ing­urin. – Jú, vit eru vegetarar. – Tit hava ongan rætt til at vera her. Tit eru ikki aktiv­ ist­ar, men terroristar! – Vit hava rætt til at vera her, vit hava ikki brotið nakra lóg. Ferð kemur á dialogin, sum balanserar á eini knívs­ egg. Summi eru uppøst, onn­ ur bara forvitin. – Vit hava brúk fyri grind­ ini. – Alskins kjøt, enntá úr so fjarskotnum londum sum Ný Sælandi, liggur til keyps í kølidiskunum í tykkara handl­um. Kjakið flytir seg inn á ment­an og kjakmentan. Stríðið um orð Meðan føroyingar í sínum lagi royna at vísa á rættin til at drepa grind, síggja út­ lendsku eyguni eina aðra mynd. – Eg var í grindini á Sandi. Fyri meg var grindadrápið at sam­an­bera við eina veitslu. Fólk drukku øl, róptu og stutt­leik­aðu sær. Eg sá, hvussu fólk broyttust, greiðir Magda­lena Gschnitzer frá. –Hví verða øll okkara argu­ment og tilvísingar til fakta strikað á Facebook-síð­ un­um hjá Sea Shepherd? Hví verða vit, sum vilja kjakast við tykkum, bannlýst frá kjak­in­um? Spurningarnir verða und­ir­bygdir av einum lista við 87 føroyingum, sum eru tik­in burtur av kjaktráðum á Facebook-síðum hjá Sea Shep­herd. – Vit renna ikki undan, eg veit ikki hví summi verða strikað, sigur Lamya Essem­ lali og tekur ímóti listanum, sam­stundis sum hon aftur fer í offensivin: – Latum okkum gloyma Face­book og í staðin tosa sam­an her. Áhoyrararnir hava hug at muta ímóti. Hava ilt við at svølgja, at teirra argumentir, rætt­leið­ing­ar, fakta og doku­ menta­ti­ón verða strikað. Verða beinleiðis lúkað burtur úr kjakinum á Facebook. – Gloym Facebook. Vit eru her nú. Latum okkum møtast í dialoginum, endurtekur Essem­lali. – Høvdu tit virt úrslitið, um ein meiriluti av føroying­ um á fólkaatkvøðu næsta summ­ar hevði atkvøtt fyri grinda­drápi? – Um tað merkir, at vit ikki koma aftur at mótmæla grinda­drápi, so kann eg ikki lova nakað. Globalisering Ein ung kvinna tekur orðið. Vís­ir á týdningin hjá henni sum einlig mamma at fáa grind, tí kjøt er dýrt at keypa í handlunum. – Har eru aðrar loysnir. Grind er ikki loysn á fá­tækra­ dømi í Evropa í 2014. Eing­in eigur at geva sínum børn­um dálkaðan mat. Grindin er dálkað, og tí neyvan heilsu­ góð fyri tíni børn. – Hvat við at rudda upp í all­ari tí dálking, sum fer fram kring heimin? Lamya Essemlali hevur lis­ið umhvørvisvísind og hev­ur hug at tosa um dálk­ ing í breið­ari høpi. –Tað er rætt, at Fraklandi, Bret­land og onnur lond dálka illa. Men tit eru partur av tí. Eg síggi somu snildfonir og onnur nýmótans ting í tykk­ara handlum sum aðra­ staðni. Tit eru ikki offur. – Eru tit greið yvir, at á hvørj­um ári doyggja kanska eini 6-7000 nísur í gørnunum hjá donskum fiskimonnum. Hvat við at gera nakað við ta støð­una? Spurningurin um nís­ur­ nar, á donskum marsvin, varð lutvíst vendur móti donsk­um Sea Shepherd limi á áhoyr­araplássinum. – Hatta er besti spurn­ ing­ur­in higartil í kvøld. Vit hava nógvar herferðir kring heimin, men vit røkka ikki alt, ljóðaði svarið frá Essem­lali. – Hvar er Paul Watson? – Hann er í Fraklandi. – Standa tit inni fyri øll­ um tí, sum hann hevur ført fram móti føroyingum? – Paul er Paul. Vit eru øll indi­vidualistar. – Tit blíva við at skriva, at Før­oy­ar fáa pengar frá ES, og at vit bróta ES-lóggávu við at drepa grind. Vil Paul Watson rætta hetta? – Paul skrivar, tað hann hev­u­r hug at skriva. Men eg skal bera honum boðini. Fair Tíðin er við at renna út, tá ein eldri kvinna biður um orð­ið. – Persónliga eri eg vege­ tar, og eg haldi ikki at grinda­ dráp er neyðugt. Men eg virði føroysku siðvenjuna at drepa grind, ið er ein lutur í tí samfelag, sum eg eri vorð­ in partur av og góð við. Tað sær­ir meg at síggja alla ta mani­pulatión, ið fer fram um grindadrápið, serliga úr penni Paul Watson’s, segði kvinn­an og nevndi dømi: – Eg havi lisið, hvussu Paul í skrift lýsir grinda­ dráp­ið, og eg kenni meg ikki aftur. Tí havi eg tikið hans­ ara setningar og leitað fram, hvaðan teir stava. Upp­runa­ tekstirnir lýsa grindadráp í seytjandu øld, í nítjandi øld og triði teksturin er skriv­ að­ur í 1943. Eingin teirra lýs­ir føroyska grindadrápið í dag, segði kvinnan og vísti til fleiri dømi um ábøtur, ið eru gjørdar fyri at bøta um grinda­drápið. Hon vísti aftur uppá­ hald­ið hjá Watson um at før­oy­ing­ar reka vinnuliga hvala­veiðu og millum annað út­flyta grind til Norra. – Eftir mínum tykki er her talan um sera álvarsliga mani­pulatión af fakta. Eg virði nógvar lutir í arb­eið­ num hjá Sea Shepherd, men skulu tit argumentera ímóti grinda­drápi, geri tað so erliga og við fakta. Tá lógvabrestirnir høvdu lagt seg, fekk átaksleiðarin hjá Sea Shepherd seinasta orð­ið. – Um vit hava sagt nakað skeivt her í dag, lat meg so frætta. Eg hevði ynskt at Paul var her at svara tínum spurn­ingum. Eg kann ikki svara vegna Paul Watson. Eg kann bara svara vegna meg sjálva, og tað er at vit royna altíð at halda okkum til sannleikan, tí sannleikin er nóg mikið í sær sjálvum, sig­ur Lamya Essemlal og ger eina seinastu roynd at verja sín leiðara: – Nógv av tí, sum Paul Wat­son sigur, verður twistað ella tikið úr konteksti. Eisini verð­ur hann gjørdur til ein ”dæ­mon”, bæði her og í øðr­ um londum. Nógv byggir á mis­skiljingar. Tímin við Sea Shepherd er far­in. Rullandi mynda­tól­ ini verða sløkt. Summi vilja vera við, at tím­in á heim­liga Fólka­fund­in­um við Løk­ in í Runa­vík er stroym­að­ur bein­leið­is út á netið, út til al­tjóða sam­fe­lag­ið. Onnur ótt­ast, at pro­pa­ganda­mask­ in­an hjá Sea Shep­herd aftur fer at kuta sund­ur tað, ið er ført fram á fund­in­um. At før­oysku argu­ment­ini aftur verða lúkað burtur, áðrenn heim­ur­in hoyrir tey. Í ein tíma stillaðu tveir høvuðspersónar hjá Sea Shepherd seg framman fyri føroyingar at svara spurningum. Til tíðir vóru ungu kvinnurnar at rokna sum skotskivur, meðan upptøkutól dokumenteraðu løtuna, tá vanligi føroyingurin hitti umstríddu aktivistarnar So møttust mótsetningarnir