Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sjóvinna Sosialurin Leo Poulsen – Vit komu her, tá West Hercules kom á Skálafjørðin 19. august. Tað sigur Jákup Andrias Lam­ hauge úr Vestmanna, sum sjálvur fjórði røkir siglingina millum West Hercules boripallin og land inni á Skálafjørðinum. – Vit eru fýra mans, sum skiftast at sigla, og tað gera vit so at siga alla tíðina. Um dagin sigla vit minni enn tíma ímillum, og um náttina nakað minni, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hesin kjansurin passar væl við, at sesongin hjá Silju Star er yvir­ staðin. – Tað kemur bara væl við hjá okk­um. Vit liggja her og bíða eftir, at verða tilkallaðir, og tað er skjótt at sigla millum boripallin og land, einir tríggir minuttir við átta til 10 míla ferð. Hann liggur so tætt landi, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hann sigur, at nógvir búgva á boripallinum, einir 150 mans, men hartil liggur eisini eitt hotellskip inni á Runavíkini. – Har er farið at fækka av fólki, men eg hugsi, at har munnu búgva einir 100 mans í løtuni, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Tað er serliga um morgunin og um kvøldið, at teir flyta mestu manningina. Klokkan 6.30 og klokkan 7 flyta vit um 20-30 mans út á boripallin, og klokkan 19 um kvøldið flyta vit teir inn aftur. Somu túrar flyta vit sama tal av fólki mótsattan veg, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Men nógv er at gera ímillum teir báðar túrarnar. – Vit flyta so javnan ein og tveir mans millum boripallin og land, tí tað er so nógv, teir hava at gera, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Ringar í vatninum Hann undrast á, hvussu gott veðrið hevur verið, meðan West Hercules hevur ligið fortoyað á Runavíkini. – Tað hevur verið óvanliga gott veður. Nakrir mans hava siglt aftur og fram millum Havnina og Runavík við smáum bátum, og tað hevði als ikki latið seg gjørt, um veðrið ikki var so framúr gott, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hann torir næstan ikki at hugsa um, um heyststormarnir vórðu byrj­aðir at leika í. – Tá hevði kanska verið hugsandi, at teir, sum eiga boripallin høvdu sagt, at her komu teir ikki við einum boripalli aftur, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hann dugir ikki at siga fyri vist, nær arbeiðið við at umvæla bori­ pallin verður liðugt. – Ætlanin var vist, at arbeiðið skuldi verða liðugt 25. september, men tað verður tað ikki, so frægt veit eg. Annars fáa vit einki at vita, hvussu tað gongur, so tað mást tú spyrja teir á skrivstovuni um, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hann sigur, at alt skal gerast liðugt, áðrenn boripallurin fer av Skál­a­fjørðnum aftur. – Men tað kann gera okkum tað sama, vit sigla bara, og eg má siga akkurát sum er, at vit vita ikki, nær arbeiðið verður liðugt, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hetta er so nakað heilt nýtt, og eisini nakað, sum skapar arbeiði kring allan Skálafjørðin. – Vit síggja taksabilar, sum koyra menn á flogvøllin, tí teir skulu av landinum, og vit síggja menn, sum koyra eitt ørindi eftir onkrum. Og tað er heilt vist, at her verður tómligt í Runavíkini, tá West Hercules fer avstað aftur, sigur Jákup Andrias Lamhauge. Hann er í hvussu er glaður fyri, at hesin møguleikin vísti seg, beint eftir at sesongin var liðug. – Hetta kemur væl við hjá okkum, sigur Jákup Andrias Lamhauge úr Vestmanna. Tað sigur Jákup Andrias Lamhauge, sum saman við trimum øðrumhevur verið fastur táttur inni á Skálafjørðinum við Silju Star Tað kemur væl við hjá okkum, tí at vertíðin hjá Silju Starvar av í summar, sigur Jáku Andrias Lamhauge. West Hercules fer at liggja heldur longri á Skálafjørðinum enn upprunaliga ætlað West Hercules kemur væl við