týsdagur 23. september 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
Sjóvinna
Sosialurin
Leo Poulsen
Teir eru vanliga við á fiskivinnu
messuni, sum á hvørjum ári er í
Moskva.
– Messan hesaferð var serliga
áhugaverd, orsakað av stongslinum,
sum Russland hevur sett í verk
móti ES og USA. Tað merktist eis
ini, at færri europearar vóru við á
messuni hesaferð í mun til, hvat
tað vanliga eru, sigur Hans Jákup
Mikkelsen.
Hann sigur, at eftirspurningurin
eftir føroyskum fiskavørum er
størri nú enn vanligt, tí russar jú
hava sett í gildi eitt bann fyri inn
flutningi av vørum úr ES og USA.
– Vit fara út at heilsa upp á gaml
ar kundar til slíkar messur, og eisini
at inna nýggj sambond, og í hesum
døgum er tað serliga spennandi og
áhugavert, sigur Hans Jákup Mikk
elsen.
Stongsulin ger jú, at hvørki
norskar, írskar ella skotskan fyri
tøkur kunnu flyta inn í Rusland, og
tí er eftirspurningurin frá russum
eftir føroyskum fiskavørum so
stórur.
– Norðmenn haa sjálvandi ein
fyrimun í mun til okkum, tí teir
kunnu bara koyra inn í Finnland úr
norðurnoregi, meðan vit mugu flyta
fiskin um hav og síðani umskipa
hann, áðrenn vit kunnu flyta hann
víðari. Tí hava norðmenn nógv
betri logistikk en vit hava, sigur
Hans Jákup Mikkelsen.
Hann fegnast tó um møguleikan
hjá føroyingum at selja á russiska
marknaðinum.
– Hetta gevur okkum møgu
leikan at vísa, hvussu høg okkara
góðska av laksi er, so hóast stongs
ulin móti ES og øðrum londum
verður avsagdur vænta vit, at fleiri
russiskir kundar halda fram av
keypa frá okkum, sigur Hans Jákup
Mikkelsen.
20.000 tons
Hann sigur, at hóast Rusland nú
hevur latið upp fyri stórum inn
flutningi úr Føroyum, so hava vit
eisini kundar í bæði Europa og USA,
sum vit mugu pleyga.
– Hesir kundar mugu eyðvita eis
ini fáa sína vøru, og eg hugsi ikki, at
vit kunnu útflyra meira enn 20.000
tons til Ruslands um árið. Tað góða
er, at tú finnur alla tíðina eina
nýggja balansu á marknaðinum,
sigur Hans Jákup Mikkelsen.
Russiski
marknaðurin
tekur
ímóti einum 130.000 tonsum um
árið, og tað, sum manglar í, keypa
teir úr Kili.
– Sjávandi fegnast vit um
møguleikan á russiska marknað
inum. Eingin veit kortini at siga,
hvussu leingi hesin stongsulin fer
at standa við. Hann kann varða í
langa tíð, men hann kann eisini
verða av áðrenn vit vita av tí, sigur
Hans Jákup Mikkelsen.
Tað, at serliga norðmenn ikki
sleppa at flyta inn á russiska
marknaðin, heur nógv at siga fyri
møguleikarnar hjá Føroyum.
– Vit eru í veruleikanum einasti
møguleiki hjá russum at keypa inn
feskan laks. Tað, sum so manglar
í hjá teimum, keypa teir úr Kili, so
hetta eru góðar tíðir fyri føroyska
laks og fyri føroyskar alarar, sigur
Hans Jákup Mikkelsen, stóri í Mar
ine Harvest Føroyar.
Leo Poulsen
Chipsið var skorið burtur úr fiski
í smalar bitar, sum líktist teimum
chipsum, tú kanst keypa í handl
unum sum taffelchips.
– Hetta var ógvuliga væl mót
tikið, men tað loysir seg ikki at
skera í hond. Tí leita vit í løtuni
eftir einari maskinu, sum kann
skera burtur úr fiskinum, sum síð
ani verður turkaður, sigur Eirikur
á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine
Products.
Íslendingar framleiða eisini
turran fisk í smábitum, men før
oyska framleiðslan er so mikið
ólík teirri íslendsku, at maskin
urnar mugu verða heilt ólíkar.
– Vit eru ikki komnir fram á
eina maskinu, sum kann brúkast
í okkara framleiðslu. Eg veit ikki,
um vit finna hana, ella um vit
mugu konstruera eina maskinu
sjálvir, sigur Eirikur á Húsamørk.
Hann sigur, at verður neyðuga
maskinan funnin, ella megna teir
at konstruera eina maskinu til
endamálið, kann hetta gerast ein
munagóð útflutningsvøra.
– Vit hava í løtuni nógv at gera
við at framleiða turran fisk úr
upsa, so tað er ilt at siga, nær vit
møguliga koma í gongd aftur við
fiskachipsinum. Vit vita í hvussu
er, at tað er nakað, sum fólki dám
ar, og sum eisini kundi gjørst ein
munagóð útflutningsvøra, sigur
Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe
Marine Products.
Tað er ein fiskivinnumessa í Moskva á hvørjum ári í september, og
hana vitja vit vanliga fyri at heilsa upp á gamlar kundar og finna
nýggjar, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar.
Faroe Marine Products royndi
fyri umleið einum ári síðani at
framleiða »chips« burtur úr fiski,
men hetta var gjørt við hond.
Russland
spennandi
marknaður
Fram-
leiddu
»chips«
úr fiski