týsdagur 23. september 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
Sjóvinna
Sosialurin
Leo Poulsen
Absalon í Buð letur illa at útróðr
inum.
– Tað er kanska ikki verri, enn
tað hevur verið, men útróðrarvinn
an koyrir tungt, ógvuliga tungt, sig
ur formaðurin í Meginfelag Útróðr
armanna.
Ikki tí, uppsjóvarvinnan hevur
glaðar dagar og ríður á einari
bylgju, men húkurin sleppur ikki
upp í part.
– Nakrir bátar hava roynt á
sama hátt, sum norðmenn royna
eftir makreli, men tað hevur ikki
borið til. Og treytirnar eru jú, at
tú skal nýta tann reiðskap, sum er
umborð á bátunum, sigur Absalon
í Buð.
Hann sigur, at útróðrarflotin er
minkaður munandi hesi seinastu
árini.
– Tað eru bara nakrir heilt fáir
bátar efturi her norðuri, einir fimm
til seks bátar, og tað er einki í mun
til, hvat tað var í 80-unum, sigur
Absalon í Buð.
Hann sigur, at teir bátarnir, sum
dríva tað heilt hart, fáa nakað burt
ur úr.
– Teir royna við monofilament
línu, sum teir kunnu royna á djúp
um vatni við. Hon er uppi á einari
trumlu, og so verða húkarnir festir
í línuna, meðan sett verður, sigur
Absalon í Buð.
Til ber at draga á heilt djúpum
vatni við hesari línuni, og har fáa
teir væl av longu og kalva, sum
hjálpir væl til í samlaðu støðuni.
– Men tá tað kemur út í ringu
tíðina við vánaligum veðri, noyðast
smærru bátarnir at gevast við
teirru royndini, sigur Absalon í Buð.
Bíða og vóna
Hann væntar og vónar, at tað fer
at síggja frægari út, og onkrir batar
eru at hóma.
– Tað hevur sæð frægari út við
ati í summar, og tað hevur givið
vónir um frægari tíðir. Tað hevur
eisini verið heldur frægari til fugl,
men tað hevur so ikki sligið ígjøgn
um enn, sigur Absalon í Buð.
Hann sigur, at tað eru bara nakr
ir fáir bátar eftir í Klksvík, og so eru
nakrir størri glasfipur bátar í Havn
og í Suðri.
– Men tað er einki í mun til, hvat
tað var í 80-unum, tá útróðurin
veruliga blomstraði, sigur Absalon
í Buð.
Tað hevur verið vánaligt við út
róðri í fleiri ár, og spurningurin er,
hvussu leingi menn orka at halda
fram.
– Vit vóna alla tíðina, at tað fer
at verða frægari, men spurningurin
er bara, hvussu leingi menn orka at
halda fram við hesum lag, sigur
Absalon í Buð.
Hann sigur, at makrelurin eisini
hevur verið eitt vónbrot hjá útróðr
arvinnuni.
– Tekur tú til dømis partrolar
arnar, so er ein stórur partur av
teirra inntøku nú makrelurin. Hjá
okkum ber einki til í so máta, so tað
hevur verið eitt vónbrot fyri okk
um, sigur Absalon í Buð.
Teir fáa snøgt sagt ikki fiska
markrelin við tí reiðskapi, teir hava.
– Og tað ber heldur ikki til at fáa
lut í tilfeinginum til at selja víðari,
so vit í hvussu er kundu fingið nak
að burtur úr tann vegin, sigur Absa
lon í Buð.
Fyribils er tí bara at bíða og vóna
hjá útróðrarmonnunum.
Tað er tungt hjá útróðrarvinnuni, tí toskurin og hýsan eru ikki rættiliga komin
aftur, sigur Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.
Stendur illa til við
útróðrarflotanum
Absalon í Buð letur illa at standinum hjá útróðarflotanum. Tað eru
frægari útlit við eitt nú æti, men tað hevur ikki sligið til enn, sigur hann.