Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sjóvinna Sosialurin Vilmund Jacobsen – Nú eru vit komin har til, at vit eru farnir at slutta av á øllum frontum umborð. Hesar seinastu dagarnar hava vit líka sum tikið ein dag í senn. Ymiskir snøklar hava verið at tikið hond um her og har. Men, í hesi vikuni verða vit lidnir og leysir av skipasmiðjuni Mest. Tað sigur reiðarin á garna­ skipinum, Ågot, Eyðstein Poul­sen. Spurdur, hvørjum standi hann heldur, at skipið er í, nú klárt verður at loysa aftur, sigur reiðarin: – Tað er ilt at meta um. Nú skipið hevur verið bundið at skipasmiðjuni í sjey mánaðir, hava vit roynt at gingið um alt so neyvt sum tilber. Alt, sum vit síggja, sær gott og spennandi út. Nú mugu vit bara krossa fingrar fyri, at tað, sum vit ikki síggja, eisini er í lagi, nú vit fara aftur til fiskiskap. Reiðarin sigur seg vóna, at teir sleppa rímiliga snikka­leysir undan byrjunar­trupul­leikum, tá farið verður í gongd aftur. – Men, hetta er ikki nakað, tú veitst frammanundan, legg­ur hann aftrat. Hugagóðir í gongd Hetta er long mist fiskitíð. Hvussu kemur reiðaríið burt­ur úr hesum fíggjarliga? – Vit hava líka sum ver­ið noyddir at skræða megin­partin av hesum árinum úr kalendaranum. Tað kemur sjálvandi at síggjast aftur. Vit royna sum frægast at fáa endarnar at røkka - við teimum loysnum, sum nú einaferð fyriliggja. Sjálvandi er hetta ikki einfalt, men soleiðis, sum tað sær út nú, fara vit hugagóðir í gongd aftur. Tað, sum vit eftir hendingina vóru mest skept­iskir um, var, um vit fóru at koma burtur úr hes­um við skipinum í varðveitslu. Eyðstein Poulsen sigur, at flestu av manningini, sum vóru við Ågot, tá skipið varð árent, eru tøkir. Ein partur av manningini verður nýggj, men hetta er vanligt við hesum skipum. - Vit plaga at verða um tíggju mans við skipinum, og tað sær hampiliga væl út við manning. Skipið, soleiðis vit síggja tað, er í góðum standi. Tað fer at síggja hugaligt út hjá manningini at koma umborð á Ågot aftur. Munandi hugaligari Er nakað meira gjørt við skipið enn skaðin, sum skipið fekk? – Nei, ikki sum so. Skaðin er afturgjørdur. Onkur skott og onkur ventilur eru flutt, soleiðis at tað verður arbeiðs­ligari. Men, í tí stóra og heila er hetta sama skipið. Alt er tó shinað upp og gjørt nossligt av nýggjum. Reiðarin sigur, at tað verð­ ur munandi hugaligari at vera umborð á skipinum og at ganga á dekkinum. – Alt sær nýggjari og betri út, og nú skipasmiðjan hevur verið millum skins og hold um stóran part av skipinum, vita vit, hvat vit hava við at gera. Ågot loysir væntandi aft­ur í hesi vikuni og fer á svart­kalvaveiði. – Vit hava garnaloyvi eft­ir svartkalva, og vit hava línu­loyvi. Tá skipið varð árent, vóru vit við gørnum eftir svartkalva. Tað verður hetta, vit fara í holt við aftur. Eyðstein heldur eisini, at tað sær hampiligt út í løtuni við svartkalva. – Garnabátarnir eru byrj­aði aftur, eftir at teir hava ligið í summar. Hetta skuldi eisini verið hampiliga góð tíð til garnaveiði eftir svartkala, og prísirnir eru góðir. Nú krossa vit fingrar fyri, at tað ikki verða ov nógvir byrj­unar­truplleikar. Bygt upp av nýggjum Frystaríið umborð á Ågot er bygt uppaftur av nýggjum. – Nakað av tí gamla frysta­ rínum er tikið burtur, og síðan er bygt uppaftur á annað helmingin av frysta­rínum. Hesin parturin er nýggj­ur og gjørdur meira nú­tímans. Tað er eitt sindur ser­stakt at fáast við eitt frystarí, og tað eru dømir um, at hetta ikki altíð er so einfalt. Tað er altíð ein avbjóðing at fáa eitt frystarí upp at koyra. Vit vóna tó, at frystaríið fer at koyra væl, tá tað verður startað uppaftur. Teir menn, sum hava fingist við henda partin umborð, eru dugnaligir og vita, hvussu eitt frystarí skal rigga. So, vit trúgva upp á, at hetta fer at virka, sum tað skal. Spurdur, hvat tað hevur kostað at umvæla Ågot, sigur Eyðstein, at teir í løtuni eru í holt við at gera skaðan og umvælingina endaliga upp. – Tilsamans snýr hetta seg um nógvan pening, men beint í løtuni dugi eg ikki at siga ítøkiliga, hvussu stór endaliga upphæddin verður. Í sátt og semju Kemur reiðaríð rímiliga skaða­ leyst burtur úr hes­um? – At vit hava mist sjey mán­aðir í fiskitíð, merkir, at vit ikki kunnu koma snikka­leysir burtur úr hesum. Nú uppundir endan snýr tað seg um upphæddir, sum skulu fella upp á pláss. Vit halda, at tað sær heilt hampiliga gott út, og eg haldi ikki, at vit skulu klaga. Nú var tað Slættaberg hjá JFK- Troli, sum rendi á Ågot. Er nakað mál koyrandi millum partarnar? – Vit gera alt fyri at finna eina loysn í sátt og semju. Tað er forstáilsi uppi í hesum. Hetta er eitt ógvusligt inntriv í eitt lítið reiðarí, men tað er í sátt og semju, at vit royna at greiða tingini. Tað er hetta, ið vit eru samdir um at fara eftir, sigur reiðarin á Ågot, Eyðstein Poulsen. Fara hugagóðir í gongd aftur - Vit gera alt fyri at finna eina skilagóða loysn millum partarnar. Tað, sum hendi, tá Slættaberg rendi stevnið inn í skipssíðuna á Ågot, var eitt ógvusligt inntriv í eitt lítið reiðarí, men tað er í sátt og semju, at vit royna at greiða tingini. Tað er hetta, ið vit eru samdir um at fara eftir, sigur reiðarin á Ågot, Eyðstein Poulsen – Skipið, soleiðis vit síggja tað, er í góðum standi. Tað fer at síggja hugaligt út hjá manningini at koma umborð á Ågot aftur, sigur reiðarin, Eyðstein Poulsen Mynd: Álvur Haraldsen Skaðin, sum garnaskipið Ågot fekk, tá Slættaberg rendi inn í stýriborðssíðu á skipinum, er nú umvældur, men ikki endaliga uppgjørdur enn Mynd: Dávur Winther