Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sjóvinna Sosialurin Danjal av Rana Varðin Pelagic á Tvøroyri er nú virk­ið á triðja ári. Bogi Jacobsen, stjóri, fegnast um góðu gongdina, og er bjartskygdur um framtíðina, ser­liga hvat svartkjafti viðvíkur. – Vit hava úr at gera, sigur Bogi Jac­ob­sen. Tað er stórt press á í løt­ uni, tí allur fiskurin kemur upp í einum. Vit hava nógv at gera í eini tríggjar dagar, so nærum einki í nakrar dagar, og so aftur nokk at gera. Tað hevur verið full ferð á virkinum síðani august ella sept­ emb­ur mánað, og vit hava um 100 fólk til arbeiðis, í trimum vaktum. Bogi Jacobsen sigur, at avtalan við hini strandalondini um makr­ el­in, hevur havt ávirkan á arbeiði á virkinum. – Sesongin er tveir mánaðir for­ skot­in, sigur hann. Nú, tá avtalan er komin í lag, er ikki sama trýst á føroyska flotanum at fiska makr­el­ in. Flotin hevur tí tíð og ráð til at bíða nakað, og tað hava teir valt at gera. Í fjør byrjaðu teir fiskiskapin í juni mánaði, meðan í ár fóru teir ikki av álvara í gongd fyrr enn í aug­ ust. Hetta merkist sjálvandi væl hjá okk­um eisini, sigur Bogi Jacobsen. Makrelurin er væl fyri í ár, held­ ur Bogi Jacobsen. Tíðliga í heyst var hann nokk so bleytur, orsaka av øllum ætinum. Hann etur nógv á sein­s­umri, sum ávirk­ar dygd­ina á fisk­in­um. Nú út á heystið etur hann minni, minni æti er eisini at fáa, og tað sæst aftur í fisk­in­um, sum er fastari og dygdarbetri nú, sam­bært stjóranum á Varð­an­um Pela­gic. Bogi Jacobsen heldur, at prísurin er á eini góðari leið, men at tær størru kvoturnar, sum eru ásettar í ár, trýsta prísin nakað niður. – Tað eru øgilig sveiggj í markn­ að­in­um, sum ávirka prísin, so tað er eitt sindur ilt at meta um, hvussu prís­urin er nú, samanborið við í fjør. Men tað er týðiligt, at tær størru kvot­urn­ar gera, at keypararnir royna at trýsta prísin niður. Tað er ein­faldur búskapur, at jú størri út­ boð­ið er, jú lægri verður prísurin á eini vøru, sigur hann. Bogi Jacobsen væntar, at teir fara at taka ímóti nakað tí sama av makr­eli sum í fjør. Av sild verður nokk nakað minni tikið, orsaka av at bæði kvotan og tilgongdin av sild er nakað minni. Á Varðanum Pelagic heilfrysta tey, høvuðkappa nakað og flakað eitt sindur, sigur Bogi Jacobsen. Hann sigur, at teir hava ætlanir um, at virðisøkja fiskin meiri, enn hvat gjørt verður nú. – Vit eru í ferð við at kanna markn­að­ir og gera forkanningar, men einki heilt konkret er í um­ búna. Talan er tó um at salta sild og at skera makrelflak. Vit hava eis­ini góðar vónir til okkara æltanir um at framleiða svartkjaftafars. Hetta er ein verkætlan, sum vit gera í sam­starv við ávísar kundar, sig­ur Bogi Jac­ob­sen, stjóri á Varðin Pela­ gic. – Vit eru sum heild sera bjart­ skygn­ir tá svartkjaft­in um ræð­ur. Tað er allar­helst tað øk­ið, har fram­ tíð­in sær bjartast út. Kvot­urn­ar eru á góð­ari leið, og tað er utt­an iva inn­an svart­kjafta­veið­una, at tað er mest áhugavert við virð­is­øking, sig­ ur Bogi Jacobsen. Hann sigur, at teir fyrstu tíðina hava lagt dent á at fáa virksemi í fasta legu, harnæst at útbyggja og menna virksemi meiri. – Vit hava økt um goymsluna og inn­frystingina, og kenna okkum væl fyri. Næsta stigið verður so at menna nýggjan úrdrátt, finna nýggj­ar marknaðir og annars ger­ ast enn betri til tað, vit gera, sigur stjór­in á Varðanum Pelagic. Víðari sigur hann, at markn­ að­ur­in hjá Varðanum Pelagic er breið­ur. – Undir ES-boykottinum seldu vit nógv til Nigeria og granna­lond­ ini, umframt Russland og Ukreina. Nú opnar ES-marknaðurin seg aft­ ur, so vit sleppa inn har, men har verð­ur neyðugt at vinna sær pláss á marknaðinum. Vit náddu so dánt at byrja at selja til ES, áðrenn hand­ ils­bannið varð sett í verk, so har verður talan um at fáa sær fóta­festi fyri fyrstu ferð. Bogi Jacobsen vísir á, at norskir mynd­ug­leikar hava sett 500 milli­ ón­ir av til marknaðarføring í nýggj­ um londum, eftir at Russ­land setti hand­ilsbann í verk móti Nor­egi. Hann ásannar tí, at av­bjóð­ing­in á ES-marknaðin verð­ur sera stór. – Vit fegnast samstundis eisini um, at vit sleppa inn aftur á asi­at­ iska marknaðin nú. Vit mistu at­ gongd­ina til asiatiska marknaðin, tá ES setti handilsbann í verk ímóti Før­oyum. Okkara útflutningur til Asia fór umvegis ES-lond, men tá hendan leiðin varð stongd, gjørdist tað ov dýrt at flyta fiskin til Asia. Nú opnar hendan farleiðin aftur, so vónandi vinna vit okkum pláss á asi­at­iska marknaðinum aftur. Tað er eingin loyna, at Japanar oftast eru teir, ið rinda best fyri fiskin, um teir kunnu fáa dygdarvøru, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pela­gic at enda. Eru bjartskygdir um svartkjaftin Varðin Pelagic hevur góðar vónir um víðari virðisøking av svartkjafti. Eisini eru teir tilreiðar at endurvinna sær pláss bæði á ES-marknaðinum og asiatiska marknaðinum. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pela­gic