týsdagur 23. september 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
Sjóvinna
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
JT electric á Kambsdali skipaði
ein leygardag herfyri fyri einum
forvitnisligum tiltaki fyri bæði
yngri og eldri, har el-veitarin hevði
keypt útgerð frá Sparkfun -www.
sparkfun.com - til endamálið.
Fyriskipararnir av tiltakinum,
Oddmar Dam og Kári á Torkils
heyggi, sum báðir starvast hjá JT
electric, ynskja at skapa eitt for
um í Føroyum, sum letur upp elek
troniska heimin, sum teir rópa tað.
Hetta verður gjørt við tí, sum er
tøkt og øllum tí, sum er møguligt.
Hetta fyrsta tiltakið hjá JT elec
tric av sínum slag fekk rættiliga
góða undirtøku - og ikki færri enn
17 luttakarar vóru við.
– Tiltakið var so mikið væleydn
að, at vit hava gjørt av at hava eitt
slíkt tiltak aftrat longu 4. oktober,
sigur el-veitarin á Kambsdali.
Á facebook er skipaður ein bólk
ur, sum kallast Open Space Eystur
oy, og her kann lesast meira um
tiltakið, sum letur elektroniska
heimin upp fyri teimum, sum hava
áhuga fyri hesum.
Lata upp elektroniska heimin
– Tiltakið var so mikið væleydnað, at vit hava gjørt av at hava eitt slíkt tiltak
aftur longu 4. oktober, sigur el-veitarin, JT electric á Kambsdali
Tað vóru bæði ung og eldri, sum vístu tiltakinum hjá JT electric áhuga, har luttakarar fingu eitt innlit í elektroniska heimin
Vilmund Jacobsen
Skipini hava fiskað av kvotu, sum
annars varð tillutað línuskipum,
garnaskipum og útróðrarbátum
(2.800 tons) og kvotu, sum varð
ætlað at brúka í samráðingum við
onnur lond (6.500 tons).
Eftir hvat skilst hevur gingið
væl hjá ísfiskatrolarum at fiska
hesi tilsamans 9.300 tonsini, og
mánadagin frættist um rættiliga góð
hál hjá ísfiskatrolarum. Væntandi
er tí, at kvotan, sum hesaferð fall
ísfiskatrolarunum í lut, longu er
um at verða uppfiskað.
Trý pør á makreli
Dávid Jacobsen, stjóri á Faroe
Origin, sigur, at trý pør hjá felagnum
hava verið á makrelveiði seinastu
dagarnar. Pørini eru Heykur/ Falkur,
Stelkur/ Bakur og Rókur og Lerkur.
Eitt annað par hjá felagnum,
Munkur og Skúgvur, liggja.
- Vit hava sett Munk og Skúgv,
sum eru fyrrverandi Hvannafelli
og Vágfelli, á sølulista, tí vit eiga
ikki nóg mikið av fiskidøgum til
hesi skipini eisini. Hesi skip vórðu
keypt fyri at fáa fiskidagarnar,
og tey verða ikki seld aftur við
fiskidøgum, sigur stjórin.
Hann leggur aftrat, at tað er
kostnaðarmikið at gera ísfiskaskip
út til veiði eftir makreli, og tá tey
so eru til fiskiskap, verður fiskurin
pumpaður upp í móðurskip, og tað
kostar eisini pengar.
- Summi skip og manningar
hava
fingið
væl
burtur
úr
makrelfiskiskapinum
í
heyst,
meðan tað hevur gingið minni væl
hjá øðrum skipum.
Framleiðslan still
Dávid Jacobsen sigur, at nú
makrelkvotan hjá ísfiskaskipunum
verður uppi, sleppa tey ikki at fiska
makrel aftur í ár.
- Vit hava eisini fiskavirkið
hjá Faroe Origin í Runavík og
tá skipini, sum skulu tryggja
ráfiskagrundarlagið
undir
virkinum, eru á makrelveiði, liggur
framleiðslan á virkinum still.
Stjórin vísir á, at grundarlagið
undir fiskavirkinum, sum virkar
flak og portiónir úr upsa, eru tey
trý pørini hjá felagnum, sum nú eru
á makrelveiði.
- Út við 100 fólk eru knýtt at
framleiðsluni
á
fiskavirkinum,
og fyri tey er tað einki serligt, tá
steðgur kemur í. Tá so øll skipini
fara aftur á upsa í senn, noyðast
vit aftur at planleggja – í hvørji
røð skipini skulu koma inn aftur at
landa, sigur Dávid Jacobsen.
Makrelur bæði tekur og gevur
– Tá skipini hjá okkum hava verið á makrelveiði, hevur upsaframleiðslan á virkinum hjá
Faroe Origin, har út við 100 fólk eru í starvi, ligið still, sigur stjórin, Dávid Jacobsen
– Vit hava sett Munk og Skúgv á sølulista - við ongum fiskidøgum, sigur stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen