Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 S T A R V S L Ý S I N G Hevur tú hug at menna heilsu­ tænasturnar í nýggja Skálafjarðar læknadømi, og hevur tú hug at samstarva við aðrar kommunu­ læknar? Heilsutrygd lýsir her tvey kommunulæknastørv í nýggja læknadøminum leys at søkja. Størvini verða sett 1. januar 2015 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd. Nýggja Skálafjarðar læknadømi fevnir um trý kommunulæknastørv. Umleið 5.800 borgarar eru í lækna­ døminum. Frá ársbyrjan 2015 verða heilsutænasturnar mið­ savnaðar í Heilsumiðstøðini í Runavík. Tó verður viðtala opin á Strondum tveir dagar um vikuna. Starvið Tann, ið sett/­ur verður, eigur at virka fyri og vera sinnað/­ur at samstarva við hinar kommunu­ læknarnar í læknadøminum. Roknað verður við, at viðkomandi hevur hug at vera við í áhugaverdu tilgongdini, nú fleiri viðgerðartilboð fara at verða veitt á Heilsu mið­ støðini sambært Heilsunýskipanini. Sostatt kann tann, ið sett/­ur verður, hava ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað á besta hátt til frama fyri borgararnar í økinum. Økið Kommunulæknar í Føroyum virka á einum breiðum heilsufakligum ábyrgdarøki við krevjandi avbjóð­ ingum og góðum møguleikum fyri fakligari menning. Allar kommunu­ læknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er ein felags skrásetingar­ skipan fyri kommunulæknarnar og sjúkrahúsini. Kommunulæknin hevur vaktir í Læknavaktini í samstarvi við aðrar kommunulæknar. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunu læknafelag Føroya og sam bært sáttmála millum Heilsu­ trygd og Kommunu læknafelag Føroya. Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starv inum og eru ókeypis. Krøv Tann, ið søkir starvið, skal hava ser læknagóðkenning í almennum medisini. Umsóknarfreistin er 29. september 2014 kl. 12.00 Skrivlig umsókn við lívs gongdar­ lýsing, avriti av embætisprógvi og løggilding, viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegi 2, FO­710 Klaksvík ella sum t­postur til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Fleiri upplýsingar Neyvari upplýsingar um kommunu­ læknastarvið og Læknavaktina fáast við at venda sær til Heilsutrygd, John D. Olsen tlf. +298 79 40 10 ella t­post: jdo@heilsutrygd.fo Viðkomandi heimasíður www.heilsutrygd.fo www.faroeislands.dk www.visittorshavn.fo www.landslaeknin.fo www.hmr.fo LeyS KommUNULæKNASTØRV í SKáLAFjARðAR LæKNAdØmI H e i L S U T R y g D · P O S T S m O g A 5 2 · K L A K S V Í K S V e g U R 2 · F O ­ 7 1 0 K L A K S V Í K · T e L . 6 1 4 0 0 0 · F A x 4 7 1 0 1 1 · H e i L S U T R y g D @ H e i L S U T R y g D . F O · w w w . H e i L S U T R y g D . F O www.danstein.fo k r e a Gravsteinar og blómubeð Danstein • Prísir við litum verða eisini sendir um alt landið • Skjót avgreiðsla • Bílegg í góðari tíð. Um ynskist og møguleikar eru fyri tí, verður steinurin uppsettur. Vit gravera nýggj nøvn og væla um skriftina á gomlum gravsteinum. Runavík Gerðisvegur 17 Tórshavn Marknagilsvegur 86 Tel 21 75 12 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo