týsdagur 23. september 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
2
Sosialurin
Auto Service 50 ár
1. oktober er ein stórur dagur
hjá Auto Service P/F, tí tá eru
50 ár síðan, at fyritøkan var
stovnað.
Tað er nógv vatn runnið
í ánni hesi 50 árini síðan Óli
Arge byrjaði virksemið niðri í
Gundadali. Tá var tað mangan
eitt skitið arbeiði og ikki var
tað óvanligt at arbeiða úti í
túninum. Teir høvdu heldur
ikki nógv amboð tá, hevði
tú eitt skrúvublað og ein
skiftilykil, so komst tú langt.
Í dag eru bilarnir ógvuliga
tekniskir, og mást tú tí eisini
duga væl við teldu og øðrum
tekniskum tólum.
Nógv er hent, og nógv er
broytt hesi 50 árini, og tað
eru eisini rættuliga nógv ym
isk fólk, ið hava starvast her.
Í dag er tað ikki heilt so van
ligt, at fólk hava sama arbeiði
alt lívið, men her hjá okkum
kunnu vit fegnast um, at tað
eru fleiri sum hava arbeitt her
alt sítt vaksna lív, og kunnu
vit tí í hesum sambandi heiðra
tríggjar av okkara starvs
felagum.
Ingibjartur Durhuus hevur
verið her heilt frá byrjan og
hevur tískil 50 ára starvsdag.
Í hesum sambandi fær hann
eisini
”belønningsmedalje”
frá hennara hátign Drotning
Margretu.
Eisini hava Erhard Olsen
40 ára starvsdag og Erling
Olsson 35 ára starvsdag.
Eg vil hervið bjóða øllum,
bæði kundum, veitarum, fyrr
verandi starvsfelagum, fa
milju og øðrum at vera við til
hetta hátíðarhald mikudagin
1. oktober kl 15.00.
Vælkomin til 50 ára hátíðarhaldið
Pól Jákup Poulsen stjóri í Auto Service