Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 4 Sosialurin Auto Service 50 ár A uto Service hevur djúpar røtur í føroyskari bilsøgu, við tað at fyri­tøkan varð stovnað fyri 50 árum síðan. Tað var Óli Arge sum upprunaliga stovnaði fyritøkuna í 1964. Tvey ár frammanundan inn­flutti hann fyrsta japanska bilin í Føroyum beinleiðis úr Japan. Talan var um ein Prince Skyline Super frá verksmiðjuni Prince Motor Com­ pany, sum seinni var løgd sam­an við Nissan. Auto Service helt í mong ár til í Gundadali við bilasølu, dekksølu og verkstaði. Leiðari av verkstaðnum var Ingibjartur Durhuus, sum fram­ vegis arbeiðir hjá Auto Service. Seinni yvirtók Meinhardt Arge, sonur Óla Arge, fyritøkuna, og í 1978 flutti Auto Service í nýggjan virkisbygning við Tjaldursvegin á ídnaðarøkinum á Hálsi. Í 1979 tók Finnboði Arge, sonur Meinhardt Arge, við sum stjóri í Auto Service. Eftir stóru fíggjarkreppuna í Føroyum fyrrapartin av 90-un­um skifti fyritøkan navn til P/F Mein­ hardt Arge og flutti í fyrr­verandi bygningin hjá Wenzel Peter­sen undir Krákugjógv við Oyggjar­vegin, har fyritøkan framvegis heldur til. Fyritøkan skiftir eigara Í november 2005 seldi Finnbogi Arge, sum átti P/F Meinhardt Arge, alt bilvirksemið og verkstaðar­bygn­ ingin við Oyggjarvegin til Eivind av Reyni. Tá fekk fyritøkan aftur navnið Auto Service. Síðan tá eru stórar um- og út­ byggingar farnar fram, og Auto Service er í dag ein av størstu og mest modernaðu bilasølum í land­ inum. Tað eru helst fáar bilasølur, sum selja so nógvar ymiskar útgávur av bilum sum Auto Service. Við sínum bilmerkjum: Nissan, Peugeot og Opel hevur Auto Service yvir 50 ymisk bilmodell sum aftur fáast í nógvum ymiskum útgávum at bjóða kundum sínum. Úrvalið er stórt, har er alt frá smáum býbilum til stórar luksusbilar og vinnubilar í øllum støddum til so at siga øll endamál. Auto Service hevur umboðað Nissan síðan 1962, Peugeot síðan 1969, Opel síðan 1986. Fyritøkan hevur eisini havt umboð fyri Saab og Chevrolet. Umframt bilasølu hevur Auto Service eisini nútímans bilverkstað og stóra goymslu av eykalutum. Auto Service er eisini ein dekk­ søla við bestu útgerð til dekkskift, balansering og sporing av bilum og umboðar Dunlop og Goodyear dekk. Auto Service er ein fyritøka, sum mennist alla tíðina og tillagar seg tíðina við t.d. leasing av bilum og Gullpakkanum. Í dag starvast 27 fólk hjá Auto Service. maggi@sos.fo Mikudagin 1. oktober verður hátíðarhildið, at 50 ár eru liðin síðan Óli Arge stovnaði Auto Service, sum í dag er ein av størstu og mest modernaðu bilasølum í landinum Auto Service 50 ár Hjá Óla Arge í Gundadali í 1960. Ein Citroën bussur og ein Bedford bussur frá 1948