Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 10 Sosialurin Auto Service 50 ár A uto Service hevur eina dekksølu við bestu útgerð til dekkskift, balan­sering og sporing av bilum og um­boðar Dunlop og Goodyear dekk. Avbalansering av hjólunum hev­ur eisini stóran týdning. Við Hunt­er avbalansering og sporiút­ gerð hevur dekkverkstaðið hjá Auto Service bestu amboð til at fáa bilin at verða góðan og tryggan at koyra. Hunter hava nevniliga patent upp á Road Force Touch, har tað er møguligt at balansera hjólini, meðan maskinan simolerar at hjólið koyrir á vegbreytini, við tí úrsliti at avbalanseringin altíð er í topp. Herfyri var skipað fyri einum serligum dekktiltaki saman við ser­ frøðingum frá Goodyear og Dunlop í Danmark. Tiltakið, sum var hildið hjá Reyni Service, var bert fyri innbodnum og ætlað bilasølum og verkstøðum, sum keypa og selja dekk til sínar kundar. Endamálið var fyrst og fremst at kunna um dekkini frá Goodyear og Dunlop. Harafturat var høvi at seta viðkomandi spurningar til serfrøðingarnar. Kunnað var m.a. um nýggja Goodyear vetrardekkið UG9, sum fær sera góð ummæli í okkara grannalondum. – Vit hava gjørt okkum til reiðar til veturin við einum stórum úrvali av vetrardekkum, sigur Heðin Weihe, sum er leiðari á verkstaðnum, og leggur afturat at teir skifta dekk á øllum bilmerkjum. Dekkskift og avbalansering eru altíð ókeypis við keypi av nýggjum dekkum. maggi@sos.fo Auto Service hevur ein væl útgjørdan dekk­ verkstað saman við eini stórari dekksølu við breiðum úrvali av dygd­ar­góð­ um dekkum av kendastu dekk­ merkjunum fyri kappingar­ førar prísir Stórt dekkúrval til veturin B ilverkstaðurin hjá Auto Ser­ vice er ein av størstu og best út­gjørdu í landinum. Saman við klár­gerings­høll­ini hevur verk­ staðurin ikki færri enn 13 lyftarar, har onkur lyftari er til størri vøru­ bilar. Eisini hevur verkstaðurin ný­ liga fingið nýggjan framkomnan bremsutestara, sum kann nýtast til bilar við elektroniskari hondbremsu. Umframt motortestarar til síni egnu bilmerkir hevur Auto Service eisini universaltestarar til flest øll bilmerkir. So hvørt sum vegirnir blíva betri og bilarnir meira framkomnir krev­ ur tað alsamt meira av amboðunum og teimum sum arbeiða við avbalan­ ser­ing og sporing. Auto Service hevur Hunter sporiútgerð, sum telist millum heimsins fremstu, tá tað kemur til 4-hjólsútmáting av bilum. Sporingin hevur sera stóran týdning fyri koyrieginleikarnar og trygdina. Hunter sporiútgerðin er elektronisk og hevur data til allar bilar. Auto Service hevur aircondition tænastu til øll bilmerkir. Verkstað­ urin hevur serliga útgerð til eftir­ lit og viðlíkahald av teimum air­ con­dition skipanum, sum eru í øll­um nýggjum bilum. Nýggjastu tólini hjá Auto Service eru eisini til aircondition við nýggjasta slagnum av freon. Tað er av stórum týdningi, at aircondition skipanin í bilinum er tøtt og virkar optimalt. – Bilarnir í dag eru sera fram­ komnir, og tað setur stór krøv til okk­um. Vit leggja stóran dent á, at okkara mekanikarar fakliga eru dagførdir við nýggjastu vitanini og hava tey bestu amboðini at arbeiða við, sigur Heðin Weihe, verk­staðs­ leiðari hjá Auto Service. maggi@sos.fo Verkstaðurin hjá Auto Service hevur nýggjastu og mest framkomnu útgerð og sera góða tænastu at bjóða sínum kundum eins og fakliga dagførd starvsfólk Stórur og væl útgjørdur bilverkstaður