hósdagur 25. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. SEPTEMBER 2014 · Nr. 109
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Brynhild Høgnadóttir
tíðargrein síða 11
Ferðin
drepur
alsamt
Uni Arge
Tíðargrein síða 10
Heima
stýrið er
útgingið
Hóast tú ongantíð skalt stýra eftir
politiskum lyftum, so tykist nú at
bragda í málinum um, hvussu tað
almenna kann stimbra føroysku
fjølmiðlarnar.
Tað hevur leingi verið ósemja
um lýsingarnar í Kringvarpinum.
Privatir fjølmiðlar hava ført fram,
at tað er kappingaravlagandi, at
ein alment fíggjaður fjølmiðil sum
Kringvarp Føroya yvirhøvur skal
kunna selja lýsingar. Sum public
service stovnur eigur Kringvarpið
at vera púra óheft av øllum hand
ilsligum áhugamálum. Og hóast
politiska semju í 2007 um, at lýs
ingarnar
skuldu
niðurlagast
í
Kringvarpinum, so hevur einki
verið gjørt við tað, og Kringvarpið
hevur hert søluna av lýsingum til
eisini at umfata sponsoreringar av
sendingum.
Tað er óhoyrt, at ein stovnur sum
Kringvarpið ger slíkt, og enn meira
óhoyrt er tað, at stjórin gongur og
odda fyri at verja hesa skipan.
Á fundi í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag í Miðlahúsinum
mikukvøldið segði Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í mentamálum,
at hann hevði slept ætlanini um so
nevnda fjølmiðlapakkan, har hann
vildi loysa trupulleikan hjá Kring
varpinum og privatu fjølmiðlunum
undir einum.
Í Løgtinginum ivast fleiri av
okkara fólkavaldu umboðum, um
vit yvirhøvur skulu hava ein public
service miðil, sum Kringvarp Før
oya. Í rámasta álvara tosa tey um
at skerja og niðurleggja stovnin, og
um at seta í verk eina gjaldskipan,
har tann sum vil gjalda skal sleppa
at síggja og hoyra.
Tað er demokratiskt ófrættakent,
at fólkavald fólk á tingi hava slíka
hugsan. Tí vit skulu sjálvandi hava
gott alment kringvarp, sum kann
virka á tryggum grundarlag, og har
stovnurin púra óheftur av bæði
handilsligum og politiskum áhuga
málum kann viðgera øll mál. Kring
varpið skal vera ein stovnur, sum
journalistiskt skal ganga undan
og vera fyrimyndin hjá øðrum
miðlum, sum virka á handilsligum
grundarlag.
Kringvarp Føroya skal ikki vera
ein kappingarneyti hjá øðrum miðl
um. Kringvarpið eigur at vera tann
stolta fyrimyndin. Men politiska
drálið ger stovnin til ein kommers
iellan kynsvilling, sum ikki fær ta
barlast, sum ein slíkur mentanar
beri hevur uppiborið.
Hóast vit ikki tora at dúva upp
á poltisk lyfti, so er tað sjálvandi at
fegnast um, at politiska skipanin nú
ætlar at rætta upp á ójavnan mill
um Kringvarpið og privatu miðlar
nar við miðlastuðlsskipan.
Bjørn rættar nú ójavnan
Henrik Old vil hava at vita,
hvør orsøkin er til, at fyrr
verandi leiðslan á Strandfar
askipum Landsins ikki fekk
heimild til hvørki at hækka
prísin ella lækka túratalið
hjá strandferðsluni.
Hann vil eisini hava at vita,
hvørji viðurskifti eru broytt
soleiðis, at núverandi leiðsla
fær boð um at niðurskurður
skal gerast á rutuni hjá
Smyril, sum framanundan
hevur fæst túratal og mesta
flutning. Eisini vil løgtings
maðurin hava at vita, hví
landsstýrismaðurin velur at
lækka túratalið hjá Smyrli
sum frammanundan hevur
fæst túrar.
Í viðmerking til fyrispurn
ingin sigur Henrik Old, at 24.
oktobur 2012 hevði leiðslan á
strandferðsluni fund við ting
fólk um játtanina til strand
ferðsluna har víst varð á, at
millum annað av nýggjun
manningakrøvum fór játtanin
til strandferðsluna ikki at
halda, og neyðugt var antin at
seta prísin hjá strandferðsluni
upp, ella túraatalið niður.
Strandferðslan fekk tá at vita
frá politiska meirilutanum, at
tað hvørki bleiv talan um at seta
prísin upp ella túratalið niður.
Tá var mest talan um siglingina
hjá Teistanum, nú verður boð
að frá at tað framanundan lága
túratalið hjá Smyrli, skal sker
jast uppaftur meir.
Hesar broytingar vóru gjørd
ar hóast nøgdin av flutningi er
voksin munandi seinastu árini.
Kann tað hugsast, at orsøkin til
at man fyri aðru ferð í hesum
samgonguskeiðnum velur, at
skerja túratalið hjá Smyrli vera
tann, at í løtuni situr einki løg
tingsumboð fyri Suðuroynna í
samgongu?
Skerja aftur Smyril
Tvey gomul hús í Avhalds
brekkuni á Húsabrúgv í
Havn eru nú burtur.
Tíðliga í morgun møttu
lastbilar við grabba at ríva
húsini niður. Talan er um tey
bæði gomlu, reyðu húsini,
sum eru samanbygd, og sum
eru seinastu húsini, sum eftir
vóru av teimum, sum stóðu í
Avhaldsbrekkuni.
Fyri eini tríati árum síðani
varð gamla Avhaldshúsið
tikið niður. Har bygdi Hotel
Hafnia vaskarí. Nú hesi bæði
húsini eru niðurtikin, verður
nýggjur bygningur í trimum
hæddum bygdur á staðnum,
sum skal hýsa hotelkømrum
hjá Hotel Hafnia.
Umsíðir er miðlastuðul
komin á fíggjarlógina
hósdag
fríggjadag
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
leygardag
Seinnapart:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av
vestri og ælingur, men eisini sólglottar.
Hitin millum 9 og 12 stig.
Skrið ella stormur av vestri, um
kvøldið minni vindur. Ælingur,
menn eisini sólglottar og hitin
millum 5 og 8 stig.
Upp í hvassan vind av útsynningi, um
kvøldið upp í skrið . Ælingur , men
eisini sólglottar og hitin millum 5 og
8 stig.
Veðrið sunnudagin og
mánadagin:
Sunnudagin upp í stívt andøvsgul
av vestri og yvirhøvur turt og
sólglottar. Mánadagin upp í stívt
andøvsgul av suðri og eitt skifti
regn. Hitin milum 8 og 12 stig.
Veðrið hósmorgunin:
Eitt lágtrýst, 994 hPa. sunnanfyri
Ísland fer móti Íslandi og dýpist.
Veðrið fríggjanáttina:
Lágtrýstið við Íslandi fer í
landnyrðing og dýpist framvegin.
15-20 m/s
19-24 m/s
10-15 m/s
11-16 m/s
8-13 m/s
10-15 m/s
Koltursanna og Adolf máttu dvína