Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 2 VIKUSKIFTI filmur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu tvær vikurnar hava føroyingar havt møguleikan at síggja nýggja spæli­filmin hjá Katrin Ottarsdóttir, og sera nógv fólk hava nýtt høvið at síggja film­in í biografum í Havn, Klaksvík og á Sandi. Frumsýningin var í Norð­ur­landa­hús­ in­um, og samanlagt hava 1.800 fólk sæð filmin í Føroyum - 1075 í Havnar Bio, 200 í Atlantis í Klaksvík, 140 á Sandi - og útvið 400 á frumsýningini í Norð­ur­landa­ hús­inum. Filmurin kann hesa vikuna afturat síggj­ast í Havnar Bio og í Klaksvík. Danmark og Ísland Hósdagin varð Ludo frumsýndur í Dan­mark, og útselt var til sýningina, ið var á føroysku filmsdøgunum á Norð­ ur­at­lantsbryggjuni. Komandi vikuna verður film­ur­in sýndur í Vester Vov Vov í Keyp­manna­ havn, Valby Kino í Valby, Øst for Para­dis í Aarhus og Biffen í Aalborg. Í Cafe­bio­ gra­fen í Odense byrjar filmurin at ganga eina viku seinni, 2. oktober. Umframt vanligu biografsýningarnar verð­ur filmurin eisini sýndur á films­ stevn­uni Færøske Biodage á Norð­ur­ bryggj­uni og í Cinemateket (í Film­hús­ in­um) í Keypmannahavn. Longu áðrenn Ludo varð frumsýndur í Føroyum var hann umbiðin til árligu films­stevnuna í Reykjavík, Reykjavík Inter­national Film Festival. Stevnar er í hes­um døgum og verður Ludo sýndur tríggj­ar ferðir á stevnuni – millum ann­ að í størsta í slendska biografinum, Há­ skóla­bió. Nær skal hamarin falla? klumman 1800 fólk hava sæð nýggja filmin hjá Katrin Ottarsdóttir, og fyrsta sýningin í Danmark varð útseld Í skaldsøguni La Mala Hora – In Evil Hour – hjá Gabriel García Márquez fer borgarstjórin í einari kolumbiskari bygd at klippa sær. Á vegg­inum hjá hárskeranum hongur eitt skelti, sum boðar frá, at tað er ikki loyvt at tosa um poli­tikk í hárskerastovuni. Eftir politiskan ófrið og blóðugt stríð í økinum, kann tað vera vanda­mikið at geva síni politisku sjónarmið til kennar í bygdini, og samanbrestir kunnu stand­ast av tí. – Hvør hevur givið tær loyvi at hanga hatta skeltið upp, spyr borgarstjórin. – Mínar royndir, svarar hárskerin. Borgarstjórin tekur ein stól, traðkar á hann og fer undir at taka skeltið niður. – Tað eru bert myndugleikarnir, sum hava loyvi at banna nøkrum. Veitst tú ikki av, at vit liva í einum fólkaræði, sigur borg­ar­ stjórin. Í alt summar hava leik og lærd tosað um at nokta felagsskapinum Sea Shepherd atgongd til Føroya, tí vit vita øll, hvat tey eru úti uppá – tey siga tað sjálv alment. Hví skulu vit so loyva teimum at verða her í landinum, føra síni misvísandi sjónarmið fram og enntá lata tey boða frá, at tey eru til reið­ar at leggja upp í grindadráp? Hava vit ikki ikki eitt naivt fólkaræði, tá ið tað ber til? Uppskot liggur í løgtinginum, har heitt verð­ur á landsstýrið um gera neyðugar lóg­ar­ broytingar, so forðast kann fyri, at felags­ skapir, ið koma til landið at fremja ólóglig átøk, sleppa inn við fólki og útgerð. Tað er væl skiljandi, at fólk halda, at felags­skapir sum Sea Shepherd skulu bannast í Føroyum, tí tey eru strævin og leypa ótta á summi fólk, men hinvegin er tað eisini eitt stórt stig at taka í einum opnum samfelag, at nøkur fólk – líkamikið hvørji tey eru – skulu úti­hýsast fyri síni sjónarmið. At fólk verða hand­tikin og revsað, tá ið tey fremja nakað ólóg­ligt, er lætt at fyrihalda seg. Men skal eitt fólkaræði sum tað føroyska ikki tola sjónar­miðini hjá Sea Shepherd – eisini teirra hóttanir um ólógligt virksemi? Og byrja vit við Sea Shepherd, hvussu fyrihalda vit okkum so til tey víðgongdu føroysku sjónar­ miðini, og tær hóttaninar, sum stundum liggja í teimum? Í øllum førum ræður um at hugsa seg ógvu­liga væl um, áðrenn fólk og felagsskapir verða útihýst ella bannað í føroyska sam­ felagnum orsakað av teirra sjónarmiðum. Grundtvig segði: ”Muðurin fríur, hondin bundin”. Við hesum hugsaði hann helst, at í einum fólkaræði kunnu fólk frítt siga sína hugs­an – eisini føra víðgongd sjónarmið fram – men verður nakað ólógligt gjørt, so fell­ur hamarin! So segði hon... Stórur áhugi fyri Ludo-filmi – At kalla øll lyklatøl peika rætta vegin, hjólini mala skjótari, og ordra­bøkurnar fyllast. So optimisma er avgjørt at fáa eyga á. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Eyðun Klakstein Stórur áhugi er í útlandinum fyri nýggja filminum hjá Katrin Ottarsdóttir Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Modelmynd