mánadagur 29. september 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Nú mugu tit syrgja fyri, at
okkurt felag bjóðar KÍ kvinn
unum av, so tær ikki verða
so einaráðandi, sum tær
hava verið síðani túsund ára
skiftið. Nakað soleiðis orðaði
Sepp Blatter seg, tá ið hann
vitjaði í Føroyum fyri tveim
um árum síðani.
FIFA forsetin var væl
pirkaður. Tað vakti ans, at
hann visti so væl at siga um
føroyskan
kvinnufótbólt,
men tað er so eiðasørt, at
nakar megnar at gera nakað
við áheitanina hjá honum. Í
2012 vunnu KÍ kvinnurnar
FM sjey stig frammanfyri
B36. Í fjør vunnu tær FM fýra
stig frammanfyri EBS/Skála.
Tá var tað heilt spennandi,
inntil KÍ í 17. umfari, sum
var 11. september, vann 1-0 á
heimavølli ímóti EBS/Skála.
Í gjár tryggjaði KÍ sær
enn eina ferð FM heitið.
Meistaraheitið er komið upp
á pláss, hóast tað framvegis
eru trý umfør eftir at spæla.
KÍ er fjúrtan stig framman
fyri EBS/Skála, sum í útsettu
uppgerðini ímóti B36 hós
kvøldið hevur møguleika
at minka um munin fram
til oddaliðið til ellivu stig.
Kortini er tað greitt, at KÍ er
meistari, tí tað eru bara trý
umfør og harvið níggju stig
eftir at spæla um.
Meistaraheitið er merkis
vert, tí hetta er fimtanda
ferðin á rað, at KÍ vinnur
kvinnukappingina.
Harvið
er heimsmetið veruleiki, sum
KÍ hevur havt kós fram ímóti
í fleiri ár. Tað verður skrásett
hjá Sepp Blatter og FIFA, og
tað verður skrásett í Guiness
Book of Record!
Sum vera man, so stór
fegnaðust
spælararnir
saman við trúgvu áskoð
arunum í gjár, eftir at KÍ á
heimavølli hevði vunnið 7-2
ímóti ÍF/Víkingi, og tað har
við var greitt, at FM heitið er
komið til høldar. Síðsta um
farið verður leygardagin 18.
oktober. Eftir heimadystin
ímóti B36 fara KÍ kvinnurnar
at fáa handað FM steypið og
gullkrónurnar.
Veteranarnir
Hetta var fimtanda ferðin á
rað, at KÍ vann FM, og hetta
er sekstanda ferðin í alt, at
kvinnurnar úr Klaksvík eru
meistarar. Fyrsta FM heitið
vunnu tær í 1997, og síðani
2000 hava tær hvørja ferð
staðið við FM steypinum.
Tríggir
spælarar
hava
verið stuðlar á liðnum mest
sum alla tíðina:
37 ára gamli liðformað
urin, Malena Josephsen, var
fyrstu ferð á liðnum í 1994.
Í landskappingini, steypa
kappingini og europeisku
kappingini hevur hon 459
ferðir! umboðað KÍ, og hon
hevur spælt 38 landsdystir.
41 ára gamla Bára S.
Klakstein var fyrstu ferð
á besta KÍ liðnum longu í
1991 ella fyri 23 árum síðani.
Burtursæð frá lestrartíðini
á flatlondum og tá ið hon
hevur
verið
burturi
frá
orsaka av barnsburðum, so
hevur hon verið við mest
sum alla tíðina. Samlaða
dystartalið
hjá
henni
á
fremsta KÍ liðnum er 313, og
so hevur hon spælt 20 lands
dystir.
33 ára gamla Rannvá B.
Andreasen hevur umboðað
barndómsfelagið í 428 dyst
um, síðani hon í 1995 royndi
seg fyri fyrstu ferð. Hon hev
ur verið við øll árini, og hon
hevur spælt 37 landsdystir.
Tvíbura
systir
hennara,
Ragna, varð skift inn í 2.
hálvleiki í gjár. Seinnu árini
hevur hon ikki spællt so
nógv, men hon eigur sín lut
í metinum. Ragna hevur
síðani 1995 umboðað KÍ 340
ferðir, og hon hevur spælt
sekstan landsdystir.
Seta sær nýggj mál
Saman við omanfyri nevndu
veteranum
hava
nógvar
verið við til at vunnið tey
fimtan FM heitini, sum KÍ
hevur vunnið síðani 2000.
Sambært Malenu Josephsen,
so fara tær allar at fáa boð
um at møta leygardagin 18.
oktober, tá ið síðsti lands
kappingardysturin verður á
skránni:
– Ofta plaga vit sjálvar at
vera uppi í fyrireikingunum,
men soleiðis verður tað ikki
hesa ferð. Eg havi skilt tað
soleiðis, at KÍ og kommunan
fara at skipa fyri rimmar
tiltaki henda dagin, tá ið
kvinnur fótbóltur
Malena:
Nógv stríð
liggur
aftanfyri
heimsmetið
Superveteranar staðfestu í gjár saman við yngri spælarum heimsmetið,
sum KÍ kvinnurnar hava rokkið, nú tær tryggjaðu sær 15. FM heitið á rað