týsdagur 30. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í gjár var dagurin, tá Jørgen Niclsen,
fíggjarmálaráðharri, kundi avdúka
innihaldið í Løgtingsfíggjarlógini
fyri 2015. Løgtingsfíggjarlógin er
tann týdningarmesta lógin, sum ger
av, hvussu samfelagið verður rikið í
komandi ári.
Hóast breið semja hevur verið í
politisku skipanini í fleiri ár um, at
undirskotið skal burtur, so er kortini
ikki semja um, hvussu hetta skal
gerast.
Samgongan hevur sítt boð, og
andstøðan hevur sítt boð. Men báðir
partir er tó samdir um, at í 2016, so
skal fíggjarlógin geva yvirskot.
Sambært uppskotinum hjá Jørg
en Niclasen verður yvirskotið 5,3
milliónir krónur í 2016, ella slakar
150 milliónir frægari enn í upp
skotinum, sum varð lagt fram mik
umorgunin.
Sambært Jørgen Niclasen, so
eru ongar ætlanir um nakran skatt
areform, sum skal lætta um hjá
teimum við lærgu inntøkunum.
Í øllum førum verður tað ikki ett
tak hjá landskassanum. Skulu tey
hava skattalætta, so skal tað verða
frá kommununum, vóru boðini
frá manninum á kassanum á tíð
indafundinum á Argjum týsmorg
unin.
Hetta er so beinleiðis í andsøgn
til tað, sum Kaj Leo Holm Johanne
sen segði í órøðu løgmans á ólav
søku. Hann segði orðarætt soleiðis:
»Og ein gongd leið er at veita lág-
og miðalløntum, støkum uppihaldar
um og pensjónistum skattalætta.«
Tað sum løgmaður heldur vera
eina gongda leið í eini ólavsøkurøðu,
má á onkran hátt kunna fatast sum
eitt lyfti, sum verljarin kann fyri
halda seg til.
Gitt hevur eisini verið, at okkurt
mundi fara at koma í »útgjaring
aruppskotinum«, sum tey plaga at
kalla tað síðsta fíggjarlógaruppskot
ið hjá samgonguni.
Men týsmorgunin gjørdi Jørgen
Niclasen greitt, at hetta »lyfti« hjá
løgmanni ella hendan »gongda leið«
í øllum førum ikki verður til nakað
undir hesi samgonguni, tí hetta var
seinasti møguleikin. Ein skattare
formur má gerast við eini fíggjar
lóg, eins og skattareformurin, tá
flatskatturin varð samtyktur og inn
førdur fyrsta mánaðin hjá sitandi
samgongu.
Hóast hetta verður seinasta
fíggjarlógin hjá sitandi samgongu,
so sleppur hon kortini at seta síni
fingramerki á fíggjarlógaruppskotið
fyri 2016, sum skal vera komið í ting
ið í seiansta lagið um eitt ár – ella
fýra vikur fyri seinastu freist fyri
løgingsvalið. Men tað verður eitt
annað løgting, sum fer at samtykkja
ta fíggjarlógina, so har verða valla
tær stóru nýskipanirnar.
Kommunurnar sita eisini og
baksast við sínar fíggjarætlanir.
Staðfestast kann so longu nú, at lág-
og miðallønt í Klaksvík fara at rinda
meira í skatti eftir 1. januar, meðan
tey somu í Havn rinda tað sama.
»Ein gongd leið at veita lág-
og miðalinnøkum skattalætta«
einki til lægru inntøkurnar
Sjálv
støðugir
limir
í NFBO
Tíðindi síða 4
Havn
armenn
við fimm
løgum
tíðindi síða 6
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nú verður eldradagurin aft
ur á skránni. Fríggjadagin
skipar Eldraráðið í Tórshavn
ar kommunu og Tórshavnar
kommuna fyri degnum.
Eldraráðið í Tórshavnar
kommunu heitti í 2009 á
kommununa um, at ein dag
ur í árinum skuldi verða
ásettur at vera dagur teirra
eldru. Sosiala nevnd tók bein
anvegin undir við áheitanini.
Síðan varð farið til verka.
Við tiltakinum eru Tórs
havnar kommuna og Eldr
aráðið partar av altjóða ar
beiðinum, sum varpar ljós á
umstøðurnar og lívsgóðsk
una hjá aldrandi borgarum
okkara.
Sameindu Tjóðir samtykti
fyrst í 90'unum at skipa ein
altjóða
eldradag.
Fyrsta
eldradagurin í Tórshavnar
kommunu varð hildin í 2010.
Faldari verður borin út
til øll húski í Tórshavnar
kommunu mánakvøldið 29.
september.
Klokkan 10 setir borgar
stjórin eldradagin framman
fyri Ráðhúsinum, Svenning
av Lofti, formaður í Eldra
ráðnum, heldur røðu, og Heil
ræðið skipar fyri fimleiki.
Kl. 11 verður farið í Frels
unarherin, har Marianna
Andreasen, sjúkrarøktarfrøð
ingur og cand.scient.soc, fer
at halda fyrilestur, hon kall
ar »Broyingarnar á eldraøki
num«. Beinta Háberg Jacob
sen undirheldur við tónleiki
og aftaná heldur Jógvan Ósá,
fyrrverandi løgreglumaður,
fyrilestur, hann kallar »Lívið
eftir missin«.
Í døgverðatímanum er
møguleiki at fáa mat í fleiri
støðum,
Posthúskjallarin
bjóðar feska súpan ella as
pargessúpan, te kaffi og
køkur, Hotel Hafnia hevur
»Mangt og hvat«-buffet - har
skal bíleggjast í seinast lagi 1.
oktober -og Hvonn hevur ser
staka matskrá eldradagin.
Kl. 13.45 fer Johan M. Res
torff, fyrrverandi hotelstjóri,
at halda fyrilesturin "Miðbý
urin í Havn - minnismyndir".
Tónleikur og sangur verður.
Kl. 15 ber til at fara í Dóm
kirkjuna, har Cantus syngur
og Marjun Bæk, prestur, hev
ur andakt. Kári Bæk og Gud
mund Mortensen leika ávíka
vist obo og orgul.
Kl. 16 verður felagssangur í
Frelsunarherinum, har Bjørg
hild Djurhuus, forkvinna í
trivnaðarnevndini hjá Tórs
havnar býráð, fer at taka
samanum.
Av øðrum tiltøkum kann
nevnast, at Tilhaldið í Tórs
gøtu hevur framsýning av
myndum úr gomlu Havnini
millum kl. 12 og 16, Reinsaríið
hevur opið hús millum 13 og
17 og í Vágsbotni er bjarg
ingarbáturin Lív opin fyri
vitjandi, skrivar heimasíðan
www.torshavn.fo
Fríggjadagur er eldradagur
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Hvassur vindur upp í skrið av suðri og
útsynningi og ælingur. Hitin millum 7
og 10 stig.
Hvassur vindur upp í skrið av
útsynningi og sólglottar, men eisini
okkurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig.
Stormur av útsynningi, um kvøldið
minkar hann vindin nakað. Ælingur og
hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Fríggjadagin skrið ella stormur av
útsynningi og ælingur, leygardagin
lot av suðri ella av ymsum ættum
og yvirhøvur turt. Hitin millum 4
og 8 stig.
Veðrið týsnáttina:
Eitt djúpt lágtrýst, 973 hPa.
sunnanfyri Ísland fer norðureftir
og brúgvalagið haðani kemur móti
Føroyum.
Veðrið mikunáttina:
Stormlágtrýstið í útsynning úr
Íslandi fer í landnyrðing og gevur
nógvan vind við Føroyar.
15-20 m/s
14-19 m/s
14-19 m/s
22-27 m/s
14-19 m/s
14-19 m/s
týsdag
mikudagin
hósdagin
Morgunfimleikur á Eldradegi