týsdagur 30. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Bólkurin
»Havnarmenn«
varð stovnaður í 2010, tá
Sámal Lindenskov og Heini
Fosaa, tóku stig til at stovna
tónleikabólk
innan
Jazz/
blues/rock – fusiónsgreinina.
Báðir hava teir spælt saman
áður. Fyrst í 1988-1989 við
bólkinum »Drøn«, sum eina
mest framførdi rock/popp
tónleik, og seinni – 1990-1999
– við bólkinum »Hóvásták«,
sum framførdi instrumen
talan fusiónstónleik, sum
bólkurin sjálvur skrivaði.
Hávasták spældi fussión
stónleik, og vóru tað eitt nú
Heini Fossá, Sámal Linden
skov, Eyðstein Johannesen,
og Gunnar Waagstein, ið
myndaðu
bólkin.
Onnur
vóru við av og á, t.d. Hans P. í
Brekkunum á saxofon.
So hevur verið stilt eini
10 ár, men so fara Heni og
Sámal aftur at gera vart
við seg og tað endar við
bólkinum Havnarmenn.
Hugni og stuttleiki
Bólkurin hevur havt skift
andi manning fyrstu tíðina,
men seinastu tíðina hava
Mortan Zachariassen og Eyð
un Johannesen verið fastur
partur av manningini.
Byrjanin hjá bólkinum
hevur verið friðarlig. Allir í
bólkinum hava dagliga yrkið
innan annað enn tónleik, og
tí hevur undirtónin at kalla
verið »til hugna og stutt
leika«. Men síðan á sumri
2013 hevur bólkurin verið
meira
virkin,
og
nakrar
konsertir
og
framførslur
hava verið.
Stílurin er ymiskur. Trí
løg komu í fjør og fimm eru
komin fyri stuttum.
Manningin í bólkinum er
í dag hendan:
Sámal Lindenskov, guitar
Heini Fosaa, trummur
Mortan
Zachariassen,
saxofon
Eyðun Johannesen, bass
Og av navninum kann stað
festast, at »mennirnir« í bólk
inum allir eru havnarmenn,
og til felags – siga teir sjálvir,
brenna teir fyri tónleiki.
Í juli 2013 var bólkurin í
upptøkuhøli og spældi inn
trý tey fyrstu løgini. Talan
var
um
instrumentalan
fussiónstónleik, sum bólk
urin sjálvur hevur smíðað
og lagt til rættis. Og nú í
juli 2014 var bólkurin aftur í
upptøkuhølunum, men hesa
ferð er stílurin væl øðrvísi,
og eru upptøkurnar »kryddr
aðar« við íkasti frá gestatón
leikarum og sangarum.
Til løgini hava millum
annað Dánjal Lindarstein,
Arnfríð Lútzen, Ronnie Niel
sen og Sirikit Jacobsen lagt
røddir til, eins og bert 12 ára
gamla Vár Iversen Linden
skov hevur spælt cello á
tveimum av løgunum. Um
framt hesi hevur Magni W.
Husgaard spælt klaver og
onnur ljóðmborð á upptøk
unum.
Løgini eru:
New Beginning
Lag: Heini Fosaa og Sámal
Lindenskov Orð: Kristina
Joensen
May
Lag: Sámal Lindenskov Orð:
Kristina Joensen
Huldugentan
Lag: Sámal Lindenskov Orð:
Sámal Lindenskov
Thursday
Lag: Sámal Lindenskov
Can’t you see
Lag: Dánial Lindarstein Orð:
Dánial Lindarstein
Upptøkurnar eru gjørdar
í Studio Bloch í juli/august
2014, og hava Jonas Bloch
Danielsen og Theodor Kap
nas staðið fyri hesum. Til
farið er Ljóðblandað av Jon
as Bloch Danielsen, saman
við Heina Fosaa og Sám
ali
Lindenskov.
Endaliga
mastringin er gjørd í Oslo av
George Tandeø.
Nøgdir
Limirnir hava fingið at vita
frá fólki, og á netinum, at
fólk dáma væl tónleikin, eins
og tað er ofta avspælt.
Enn er ætlanin ikki at
geva fløgu úit, mest tí at
mett verður, at 8 løg er ov
lítið at koyra á eina fløgu.
Men nøgdir eru limirnir
í Havnarmen við, og teir
hava fingið nógv rósandi
orð. Og taá hugsað verður
um stílin, so eru teir sera
nøgdir,
tí
hetta
fevnir
sera breitt, og t.d. Hevur
fussiónstónleikur
kanska
avmarkaðað lurtarafjøld. Tó
er intrumentalt fussiónslag
frá Havnarmonnum millum
tey mest avspældu.
- Arbeitt verður við at
hava konsert í heyst, men
enn er onki greitt hesum
viðvíkjandi,
sigur
Heini
Fossá, sum minnir á, at
limirnir í bólkinum allir ahav
annað at takast við, og at tá
so nógv fólk eru við, so er
ofta trupult at fáa øll at vera
sama stað um somu tíð.
- Men tað verður í Havn,
um tað verður. Annað vildi
verið løgið, tá vit nú eru
Havnarmenn, leggur hann
afturat.
dagfinn@sosialurin.fo
Havnarmenn við fimm løgum
Tónleikur Bólkurin »Havnarmenn« hevur í øðrum umfari latið frá sær
fimm løg, sum eru tøk á flestu talgildu tónleikamiðlunum.
Heini Fosaa
tíðindi
Sámal Lindenskov