Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til porsjónsvirkið á Bakkafrost søkja vit eftir formanni/-kvinnu at arbeiða í skiftisvakt saman við einum øðrum formanni í framleiðsluni á Glyvrum. Arbeiðsøki Tað arbeiða tvær skiftisvaktir á porsjóns virki num. Á hvørjari vaktini eru tveir formenn í einum toymi. Hetta toymið við tveimum formonnum leiðir arbeiðið á skiftisvaktini, hevur eftirlit við arbeiðsgongdini og ger dagsroknskapin fyri fram- leiðsluna. Tín vangamynd Vit vænta, at tú hevur góðar leiðslueginleikar, viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir frá matvøru framleiðslu. Tú hevur stóran áhuga fyri matvøruframleiðslu, ert væl skipaður, tekur við ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva. Vit bjóða Vit byggja nýtt framkomið framleiðsluvirkið á Bakka, tí vit hava sett okkum sum mál at økja framleiðsluna av lidnum vørum. Tú gerst tí partur av eini fyritøku í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýmenning er lykilin til at standa seg í kappingini. Talan er um eitt starv við stórum avbjóðingum, har dentur verður lagdur á fram- leiðslu av hágóðsku vørum, tøkni, effektivisering og trivna. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Meira at vita? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára E. Jacobsen, virkisleiðara, á tel. 23 50 11 ella á t-posti til kaja@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn til starvið við viðkomandi prógvi skal sendast til hr@bakkafrost.com Umsóknarfreistin er 15. oktober 2014. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com FORMANN/-KVINNU TIL PORSJÓNSVIRKIÐ Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk BAKKAFROST SØKIR sansir.fo 5 ár í Føroyum