Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Rigmor dam Tíðargrein síða 15 Skulu ikki gerast sjúk av at arbeiða Tórbjørn Jacobsen Kjak síða 18 Kob­ ansku pamp­ar­ arnir Seinastu tíðina hava tvey sjónarmið ver­ið her í blaðnum um ferð og ferðslu. Annað at vit skulu økja um mið­al­ferðina á landsvegunum til tess at økja trygdina, og hitt – sum er frá serkunnleikanum Ferðslutrygd – at vit skulu halda okkum til há­marks­ferð­ina, sum er. Upplýsing um ferðslutrygd hev­ur ó­metaligan týdning, og tað er eisini tí, at Løgtingið fyri fleiri árum síðani samtykti null- hugsjónina sum grundarlag fyri ferðslutrygdarpolitikki landsins. Aðalmálið í null-hugsjónini er, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Eitt gott aðalmál, sum eigur at verða hildið upp í øllum avgerðum, sum hava við ferðslu og ferðslutrygd at gera. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur skjótt 40 ár á bakið. Tað hevur verið virk­ið øll árini, onkuntíð tó meira virk­ið enn aðrar tíðir. Grundarlagið und­ir ráðnum er játtan á løg­tings­ fíggj­ar­lógini, sum hevur verið upp á eina mill­ión seinnu árini, um­framt lim­a­gjald frá komm­unum upp á slak­ar 200.000 krónur og stuð­ul frá trygg­ing­ar­feløgum upp á 900.000 krón­ur. Tryggingarfelagið Før­oyar og Trygd stuðla RFF í sam­bandi við ym­isk upplýsandi á­tøk í miðlum. Sam­an stuðla tey har­um­framt Ferðsl­u­døg­unum ­fyri landsins 8. flokk­um og súkklu­hjálm­um til 1. flokk, eins og Trygg­ing­arfelagið Før­oyar fíggjar nýggja und­ir­vís­ing­ ar­til­farið t­il fólkaskúlan. Sambært uppskotinum til løg­ tings­fíggj­arlóg, so vil Vinnu­mála­ ráð­ið, sum varðar av ferðslutrygdini, lækka játtanina á fíggjarlógini við 20 pro­sent­um. Tað merkir, at Ferðsl­ u­trygd skal skerja ella tillaga sítt virk­semi við 200.000 krónur – sum eru 20 prosent av tí, sum polit­ik­ar­ ar­nir játta teimum. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru tey ør­kymlað. Tey siga, at virksemið hjá Ráð­num fyri Ferðslutrygd við hes­um nú verður spakuliga av­ lagað. Hendan sparing er ikki gjørd í sam­ráð við ráðið, tí tey siga bart út, at tað hig­ar­til hevur staðið á at røkka end­a­máli­num við ver­andi játtan. Hjá stjóranum, sum er eins­ a­møll í starvi, verður av­bjóð­ing­in at virka fyri nøkrum heilt grund­leggj­ andi tingum í ferðslu­trygd­ar­øki­ num. Men tey gera greitt, at okkurt má skerjast. Eyðsæð er, at øll mugu spara. Men tá landsstýrismaðurin soleiðis kut­ar so nógv av eini játtan hjá ein­ um stovni, so má myndugleikin eis­ini siga, hvussu sparast skal. Øll á­byrgd­in kann ikki latast til­vild­ar­ lig­um sponsorum... trúgvi og flossi skulu gjalda Síðani upphæddirnar á gekka­hjól­i­num vórðu vaksn­ ar fyri hálv­um­øðrum ári síðani, hava vit valt at økja upphæddina 100.000 krónur hvørja ferð, sig­ur Jákupa Mikkelsen, fyr­i­sit­ing­ar­leið­ ari. Fólk hava helst lagt til merk­is, at upphæddirnar til fyrsta vinning í Gekkinum vaksa 100.000 krónur hvørja ferð, eingin vinnur høv­uðs­ vinn­ing­in. Hetta hendir hóast vit vita, at í V4 verður vinningurin altíð ein prosentpartur av keyptu seðlunum. – Men tað hevur sína frá­ greiðing. Tá vit valdu, at økja upp­hædd­ir­nar á gekka­hjól­ i­num fyri hálv­um­øðr­um ári síðani, tóku vit eis­ini tað avgerð, at byrja gekka­vinn­ ing­in á 100.000 krónum, og síð­ani vaksa hann við 100.000 krón­um, hvørja ferð, hann ikki varð vunnin, sigur Jákupa Mikk­el­sen. Undan broytingini byrjaði gekka­upp­hæddin á 30.000 krón­um, og tað er munandi lægri enn 100.000 krónur. – Og tað merkir eisini, at um gekkavinningurin varð vunn­in fyrsta kvøldið, hevði tað ført eitt undirskot við sær fyri Kringvarpið, sigur Jákupa Mikk­elsen. Tey hava kortini somu treyt­ir við Gekkinum, sum við V4. – Vit skulu luta einávísan part út í vinningum, og tí mugu vit síggja, hvussu sær út, tá árið fer at lækka. Vit kunnu tá lata eyka vinningar ella skipa fyri onkrum sum ger, at vit halda okkum innan fyri ásettu karmarnar, sigur Ják­upa Mikkelsen. Men tað er eyðsæð, at fleiri seðlar verða seldir, størri vinn­ ing fær Kringvarpið. – Tað sigur seg sjálvt. Og seinasta uppgerðin fyri farna vikkuskiftið vísir eis­ini, at vit seldu nærum 31.000 seðlar, so tað ger sjálv­andi mun, sigur Jákupa Mikk­el­sen, fyrisitingarleiðari í Kring­ varp­inum. Fast prosentgjald til vinningar Eitt skot fyri bógvin fyri trygdina í føroysku ferðsluni Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Stormur av suðri, 22 til 27 m/s, um kvøldið minkar hann vindin niður í hvassan vind av útsynningi. Ælingur og hitin millum 6 og 9 stig. Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, um kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind. Okkurt æli og hitin millum 3 og 6 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri og regn. Mánadagin skrið ella stormur av landsynningi og regn eitt skifti. Hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið hósnáttina: Eitt lágtrýst, 982 hPa. við Hvarvið fer móti Íslandi og dýpist. Veðrið fríggjanáttina: Djúpa lágtrýstið við Vestmannaoyggjanar fer spakuliga í landnyrðing. 8-13 m/s 15-20 m/s 22-27 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s 14-19 m/s hósdag fríggjadagin leygardagin