Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur HB vil ikki geva seg, og harvið heldur tvíkappingin í Gundadali fram, meðan tað nú er greitt, at báðir uppflytararnir á Skálafjørðinum næsta kappingarár aftur vera í næstbestu deildini B36 spældi aftur við eld Jóannes Hansen Tað eydnaðist mikukvøldið at avgreiða útsetta 24. um­ farið. Tað var ein sigur, tí tað er stór avbjóðing at spæla fótbólt mitt í viku, tá ið tað er í síðsta fjórðingsárinum. Fyrsta bríksl var klokkan 17.00 í Klaksvík og í Fuglafirði, og á Toftum, í Streymnesi og í Gundadali fór bólturin á rull klokkan 17.30. Líkindini vóru ikki heilt góð, men tað var bara á Svanga­skarði, at vindurin fyri tað mesta var so nógvur, at tað ikki bar til at spæla fótbólt. Tað fór tíðliga at skýma, og tá sást, at ljósini kring vallirnar eru ikki nóg góð. Nýggjar tíðir bera nýggj krøv við sær. 24. august vóru tað fjøruti ár síðani, at fyrstu ljósini vórðu tendrað við ein føroyskan fótbóltsvøll. Tað var á 70 ára føðingardegnum hjá KÍ. Stutt eftir vóru ljós eisini tendrað kring aðrar vallir. Framburðurin hevur verið stórur á mest sum øll­ um økjum síðani tá, men ikki hvat ljósum kring vallirnar viðvíkur. Tá verður sæð burtur frá Tórsvølli, har ljós­ viður­skiftini eru á altjóða støði. Mikukvøldið vóru HB og Víkingur í lyklauppgerð í Gundadali. Har var týðuligt, at ljósviðurskiftini ikki vóru nóg góð á ovara vølli. Kortini varð spælt har, meðan ein­ asti vøllurin við altjóða góð­ kendum ljósum var myrkur – bara nakrar metrar burtur. Úrslitini mikukvøldið lag­ aðu seg soleiðis, at tað nú er greitt, at tey bæði liðini, sum í fjør fluttu upp úr næstbestu deildini, næsta kappingarár aftur skulu spæla í 1. deild. Skála og B68 taptu, og harvið er greitt, at tað ikki ber teim­ um til at røkka upp um niður­flytingarstrikuna. Tað eru níggju stig eftir at spæla um, og Skála er trettan stig frá átt­anda plássinum. B68 er níggju stig frá bjargingingini, men málmunurin hjá tofta­ monnum er so mikið nógv verri, enn hann er hjá AB, at tað er óhugsandi, at tað skal eydnast at vinna argjamenn aftur. Tað hevur leingi verið greitt, at gull- og silvur­ krón­urnar verða handaðar í Gunda­dali leygardagin 25. oktober. Spenningurin hevur snúð seg um, um tað verð­ur B36 ella HB, sum eftir innan­ hýsis uppgerðina fer at fáa steypið og gullkrónurnar. Nú tað resta trý umfør, er tann spurningurin framvegis ósvar­aður. Felags fyri B36 og HB var, at tey vunnu 2-1 miku­kvøldið. Umframt innanhýsis upp­ gerðina í síðsta umfari, so skal B36 spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi og á úti­ vølli ímóti B68, meðan HB skal spæla á útivølli ímóti AB og á heimavølli ímóti NSÍ. Soleiðis, sum tað hevur lagað seg nógvu tær seinastu ferðirnar, so er ilt at ímynda sær, at havnarfeløgini skulu missa undan lokalbrakinum. Serliga er tað HB, ið er væl fyri. Tey í HB húsinum líta aftur á 14. september og stað­ festa, at tað fyrst og fremst var 1-0 tapið í Klaksvík henda sunnudagin, sum kostaði FM heitið – um tað ikki eydnast at vinna FM. Nýggjur maður átti høvuðsleiklutin Annað umfarið á rað var topp­liðið illa trongt í Eystur­ oy, men kortini eydnaðist tað at fara um aftur brúnna við fullari úrtøku. Júst sum í Runavík megnaði B36 at venda hóttandi tapi til tepran sigur, og harvið er FM heitið uppaftur nærri. Nú eru tað trý umfør eftir at verja borg í. Stóri maðurin hjá B36 var Árni Guldborg Nielsen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. 21 ára gamli maðurin hevur fyri tað mesta spælt í næst­bestu deildini. Síðani summarsteðgin er hann fimm ferðir skiftur inn, og miku­kvøldið skoraði hann fyri fyrstu ferð. Eftir at Adeshina Lawal royndi seg úr góðari støðu, og Jákup Mikkelsen stórbjargaði, fekk Lawal í høgru tak á retur­ bóltinum, og eftir sending út frá takkaði innskifti mað­ urin, sum snaraði um seg sjálvan, fyri, áðrenn hann setti bóltin inn við handaru stólparótini, og fagnaðurin var øgiligur millum hvít­ klæddu spælararnar og trú­ føstu viðhaldsfólkini, tá ið hann breyt ígjøgnum í høgru og úr eitt sindur spískum smekk­aði bóltin flatt í handara síðunetið. – Hetta var mín størsta løta sum fótbóltsspælari. Tað er at taka møguleikan, tá ið hann er har, og tað gjørdi eg. Eg eri serliga fegin um seinna málið, tá ið eg taklaði meg ígjøgnum, áðrenn eg smekkaði til. Í fyrra før­ inum skoraði eg við vinstra beininum, sum eg dugi lítið at sparka við. Hesa ferð gekk alt eftir vild, og eg ivist ikki í, at við tí viljanum og lið­ av­rikinum, sum vit vístu í Runavík og aftur í kvøld, so fara vit at vinna FM heitið, var viðmerkingin í Fuglafirði hjá væl upplagda tví­málas­ kjúttanum hjá B36. B36 var leikliga oman á fyrstu stóru løtuna, men tað gekki illa at fáa upplagdar málmøguleikar burturúr. Síðsta korterið av 1. hálvleiki fótaði ÍF sær, og beinanvegin eftir steðgin vísti heimaliðið framúr hugburð, og í staðin fyri at royna við longum send­ingum so eydn­aðist tað nú at saman­spæla væl. Úrslitið kom beinan­vegin, tá ið uppspæl út í høgru og innlegg frá Ara Ó. Ellings­ gaard endaði við, at Clayton Soares við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Tá var ÍF flúgvandi, og lítla løtu seinni var um reppið, at tað eftir horna eydnaðist at økja um leiðsluna. – Vit høvdu trý stig í pos­ anum, men vit megnaðu ikki at binda fyri. Og so gekk tað soleiðis, sum tað ofta er eyðkent fyri gongdina, tá ið besta liðið er mótstøðulið. B36 hevði marginalirnar á sín­ari síðu. Tað eydnaðist B36 at skora tvey mál, og harvið mugu vit staðfesta, at vánir­nar hjá okkum at røkka euro­peiskum plássi eru mest sum burtur, staðfesti Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. Nú glapp hjá NSÍ Trygvi Mortensen og hans­ ara menn vóru ovurfegnir, tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð við Margáir. Máltalvan vísti 0-2, og harvið hevði NSÍ fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum vunn­ið ímóti øðrum enn trim­um teimum niðastu. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú er á fjórða plássi – Savnsmynd: Álvur Haraldsen Rógvi Dam EB/Streymur-fjeppari Vit tóku ikki av kansirnar sum vit høvdu í dag. Vit takka allari familju og vinum og kenningun hjá Gunnar, sum vístu sam­ kenslu við okkum. Saman standa vit sterk fjeppara sms Birgir Petersen ÍF-fjeppari Vit spældu fínt, men tóku ikki av. Meistaraspæl av tikarunum? - Nei, marginalar við teimum? - Ja.  ---------------------- GZ10 - hvíl í friði fjeppara sms Jóannes Niclasen B36-fjeppari í heglingsæli og toruslottur, so kláðraðu vit at vinna, men lat úrsligti sita, vit fjepparir, djúpa høvður og føla við teimum í eftur sita hjá Gunnar, friður verði við honum. fjeppara sms John Andersen NSÍ-fjeppari Jaaaaa!!!! So vunnu vit enduliga ímóti einum liðið úr topp 7.... Sera umráðandi.. Nú hava vit 4 plássið. Lat tað ikki gleppa okkum úr hendi aftur...latin okkum vísa KÍ, hvar skápið skal standa. Tað var annars ein rørandi løta áðrenn dysturin bleiv floytaður ígongd. Beiggi Gunnar Zachariassen, var í spælarablusuni hjá Gunnari, og kom inn og sentraði.. Tankarnir leita til tey avarandi hjá Gunnari. Harrin styrki tykkum í hesari sváru tíð. fjeppara sms Árni Guldborg Nielsen, tvímálskjútti fyri B36 í Fuglafirði