Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Heri Mohr Kjak síða 14 Opið bræv til Sea Shepherd Jógvan arge Kjak síða 15 Annfinn dottin úr reiðrinum Hóast tiltakið »Keyp føroyskt« skal fáa fólk at verða tilvitað um at keypa før­ oysk­ar vørur, so liva tey, sum standa aft­an fyri tiltakið ikki upp til stóra endamálið – tí tey »keypa ikki við hjartanum«, fyri brúka teirra egnu vending. Sum ein veitari av føroyskari vøru og tænastu kunnu vit her á blað­ num staðfesta, at tiltakið »Keyp før­ oyskt« sjálvt ikki stuðlar før­oyska fram­leiðslu, tá tað snýr seg um at markn­að­ar­føra til­takið og har­við at fáa føroyska brúkaran at keypa før­ oyska framleiðslu. Lýst verð­ur ikki í føroyskum bløðum og ikki á før­ oysk­um heim­a­síð­um. Lýst verður at kalla bara á út­lendskum heimasíðum, so sum Face­book og Google – og so í Havn­ar Bio, har samskiparin av »Keyp føroyskt«-tiltakinum sjálvur sam­skip­ ar lýsignarnar. – Onnur hvör útlendska grein, eg lesi, hevur eina lýsing fyri "keyp för­ oyskt", tí lýs­ing­arnar eru keyptar gjögn­um google ella líknandi altjóða lýs­ing­ar­ting. Hevði tað ikki sömt seg ein­um lýs­ing­ar­átaki fyri at keypa för­oyskt, at lýst föroyskt? Akrasum "prac­tice what you preach" ella okk­ urt sovorðið? Soleiðis skrivar Jón Tyril á Face­ book fríggja­dagin. Virkini, sum eru við í átakinum vilja hava meirsølu við at vera í til­taki­num. Tað er tjóð­skaparkensla, sum skal fáa okkum at keypa teirra vør­ur, heldur enn vanligur hand­ils­skap­ur. Altso brúkan skal keypa við hjart­a­num, tí hann skal keypa før­oysk­ar vørur. Tí er tað eitt sindur rangvørt, at sam­skiparin sjálvur, ein føroysk lýs­ ing­ar­stova, ikki sjálv livir upptil end­ a­málið við tiltakinum. Hví skulu vit keypa føroyskar vørur, tá sam­skip­ ar­in sjálvur ikki trýr upp á »at keypa før­oyskt«? Á heimasíðuni keypforoyskt.fo verð­ur sagt, at enda­málið við Keyp før­oyskt átakinum er at fáa okkum øll at ger­ast meiri tilvitað um at keypa okk­ara egnu framleiðslu. Sam­skip­ar­in definerar eina føroyska vøru soleiðis: Ein føroysk vøra er, tá antin rá­ vøran er føroysk, vøran er framleidd í Før­oy­um ella er framleidd við før­ oysk­ari vitan. Tað merkir, at føroysk ar­beiðs­megi, tøkni, handverk, vitan, hug­skot og sniðgáva eru brúkt fyri at menna, framleiða ella virðisøkja vør­ una. Vit kunnu staðfesta, at tá talan er um marknaðarføring, livir lýs­ing­ar­ stov­an sjálv ikki upp til endamálið. Vit kunnu siga sum Jón Tyril, »prac­ tice what you preach«. Keyp við hjart­ a­num, keyp føroyskt. Tá brúkarin skal »keypa við hjart­ a­num«, so áttu hesi føroysku virkini í á­tak­i­num eisini at gjørt tað – fyri líka­sum at legitimera tað, at tey sjálvi við tjóðskaparligum snildum eggja okkum at keypa føroyskt. Eftir stendur spurningurin, sum átakið sjálvt hevur á heimasíðuni: Hvat heldur tú er ein føroysk vøra? Keyp føroyskt keypir útlendskt Nú kemur føroyskt ferða­ fugla­atlas. Á 264 síðum, prýdd­ar við lit­mynd­um, er ferð­ingin hjá 90 føroyskum fugla­sløg­um lýst. Bókin Fær­øsk Træk­ fugle­atlas er ætlað øll­um við áhuga í føroyskari nátt­ úru. Í sambandi við útgávuna verð­ur skipað fyri móttøku í Tjóð­s­avn­inum, Brekkutúni 6 í Hoy­vík hósdagin 9. ok­ tober klokk­an 15. Á móttøkuni verða for­ vitn­is­ligar framløgur um ring­merking av fuglum. Høvi verður at keypa bók­ina. Hon fæst eis­ini til sølu í bókabúðunum frá 9. oktober. Skrá: Hósdagin 9. oktober Kl 15.00 Móttøka Kl 15:30 Framløgur - Ringmerkingar í 100 ár, Sjúrð­ur Hammer – Ringmærkning i dag og i frem­tiden, Kas­p­er Thorup – Ringmerking í Før­oy­um, Jan­us Han­ sen Ferðafuglaatlas lagt fram á almennari móttøku Mikudagin klokkan 19:30 hevur Niels Midjord konsert í Havnar kirkju. Hann fer at fram­føra ellivu sálmar, sum Mikkjal á Ryggi skrivaði yvir bønina Faðir vár. Løgini til hesar sálmarnar hev­ur Niels fingið úr stóra bókaverkinum hjá Mari­ onnu Clausen við nót­a­upp­ tekn­ingum av før­oysk­um fólkasangi. Tey einfaldu løgini leggur hann gittarfylgispæl til, tey meira fløktu syngur hann a capella. Nú Marianna Clausen and­aðist í september í ár, er tað hóskandi, at minnast hana fyri sítt lívsverk: At savna føroyskan fólkasang og gera hann atkomuligan fyri al­menninginum; og tað gert best, við at nýta av løg­ u­num, sum hon hevur savn­ að. Niels Midjord í Havnar Kirkju Lokka okkum at keypa før­oyskt í útlendskum miðlum Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Skrið ella stormur av landsyningi og regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig. Hvassur vindur upp ú skrið av eystri, um kvøldið minni vindur av landnyrðingi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 6 og 9 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin upp í hvassan vind av eystri og ælingur, fríggjadagin minni vindur av norði og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið mánanáttina: Brúgvalagið í útsynning úr Føroyum kemur hendavegin. Veðrið týsnáttina: Brúgvalagið við Føroyar fer í ein útsynning. mánadag týsdag mikudag 16-21 m/s 16-21 m/s 14-19 m/s 6-11 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s