mánadagur 6. oktober 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Vit kunnu altíð røða um fyrimunir og vansar
við samanlegging, men eg haldi, at vit í okkara
kommunu hava prógvað, at samanleggingin hevur
skapt eina eind, ein dynamikk og opinleika. Allir
býráðsfundirnir verða stroymaðir, sigur Heðin
Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, nú
samanlagda kommunan skjótt hevur 10 ár á baki
Besti veturgamli
veðrurin hjá Ásbirna
Kjærbo í Skopun í
ár vigaði 100 pund.
Størsti veturgamli
veðrurin hjá honum í
fjør vigaði 124 pund!
Vilmund Jacobsen
Á
Fiskamarknaði
Føroya
vænta tey trý línuskip inn at
landa í dag.
- Eitt skip kemur undan
Íslandi, eitt av Íslandsryggi
num, og eitt línuskip kemur
undan Føroyum.
Skipini hava mest av
toski, brosmu, hýsu, svart
kalva og blálongu.
- Seinni í vikuni kemur eitt
línuskip aftrat undan Íslandi,
eitt av Íslandsrygginum - og
væntandi koma eitt ella tvey
skip undan Føroyum.
Sambært Fiskamarknaði
Føroya hava hesi skipini,
sum koma inn at landa
seinni í vikuni, mest av toski,
brosmu, longu og nakað av
svartkalva og blálongu.
Lítil útróður
Um útlitini til útróður, veit
marknaðurin at siga, at hesi
eru einki serlig.
- Streymurin harðnar út á
vikuna, og veðurútlitini eru
eink serlig. So, vit vænta ikki
nógvan útróður hesa vikuna,
sigur Fiskamarknaður Før
oya í sínum metingum fyri
hesa vikuna.
Trý línuskip
landa í dag
Hesa vikuna koma fleiri línuskip inn at
landa. Í dag koma nøkur, og sum vikan
gongur, koma nøkur línuskip aftrat
Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna, og tey fyrstu koma í dag
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarar eru til
fiskiskap. Væntandi landar
eitt par í dag, og fleiri koma
inn at landa seinni í vikuni.
- Men, fiskiskapurin hjá
partrolarunum er heldur
smáligur.
Tað veit Fiskamarknaður
Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar
verður sagt, at tríggir eru til
fiskiskap, tveir eru eystan
fyri og ein er norðanfyri.
-
Djúpvatnstrolararnir
fiska upsa og svartkalva og
koma helst inn at landa síðst
í vikuni.
Fríggjadagin, tá Fiska
marknaður Føroya gjørdi
sínar metingar fyri hesa
vikuna, lógu allir trolbátarnir
við bryggju.
- Ivasamt er, um teir fara
út hesa vikuna, tí veður
vánirnar eru ikki góðar.
Tvey garnaskip eru til
fiskiskap og fiska svartkalva.
- Annað skipið landar í
dag, og hitt kemur væntandi
seinni í vikuni, veit Fiska
marknaður Føroya at siga.
Nakrir ísfiska
trolarar landa
hesa vikuna
Allir trolbátarnir liggja, og
ivasamt er, um teir yvirhøvur
loysa hesa vikuna, tí
veðurútlitini eru einki serlig
Veðurlíkindini halda teimum, sum eiga
trolbátarnar, aftur í at loysa
Tað er í dag, at móttøka
verður á Heiminum á
Mýrunum í Runavík,
nú 10 ár eru liðin, síðan
heimið alment varð
tikið í nýtslu - sum
heim fyri minnisveik.
Móttøkan
verður
í
tímunum
millum
klokkan 18 og 19.30.
Tað
verður
for
kvinnan í stýrinum,
Elin á Torkilsheyggi,
sum fer at bjóða væl
komin, og síðan fer
borgarstjórin í Runa
víkar kommunu, Mag
nus
Rasmussen,
at
bera fram eina heilsan.
Eftir
at
borgar
stjórin
hevur
sagt
nøkur orð, fer Jose
fina
Jacobsen,
sum
avvarðandi at hugleiða
um heimið, og tá hon
er liðug, fer Tordur J.
Niclasen,
fyristøðu
maður, eisini at siga
nøkur orð.
Tað
næsta,
sum
fer at henda við mót
tøkuna,
verður,
at
felagssangur
verður
undir leiðslu av Jóan
nesi S. Hansen, og
tá felagssangurin er
liðugur, fer Midnáttar
sangbólkurin at syng
ja.
Tey,
sum
koma
til
móttøkuna,
fáa
drekkamunn og føð
ingardagskøku.
- Vit vóna, at nógv
fólk møta til mót
tøkuna, og øll eru
hjartaliga
vælkomin,
sigur
leiðslan
fyri
Eysturoyar Røktar-og
Ellisheim.
Kaffi og
lagkøka á
Heiminum
á Mýru
num