mánadagur 6. oktober 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VÁGA FLOGHAVN SØKIR EFTIR
RAKSTRARLEIÐARA
Starvið
Sum liður í framhaldandi menning av Vága
Floghavn søkja vit nú eftir rakstrarleiðara. Ert
tú ein virkis fúsur leiðari, sum við sam starvshuga
og nær lagni ynskir at menna raksturin í Vága
Floghavn, so ert tú leiðarin, sum vit leita eftir.
Sum rakstrarleiðari hevur tú beinleiðis tilvís ing
til stjóran og fært tískil stóra ávirkan á, hvussu
bygnaður og rakstur í Vága Floghavn verða
skipað. Virksemið er sum kunnugt flutt í nýggjar
og tíðarhóskandi karmar, og kemur tú at verða
við til at tryggja positivu gongdina hjá Vága
Floghavn, saman við leiðslu og starvsfólkum.
Títt yvirskipaða ábyrgdarøki verður, at:
• hava dagligu leiðsluna av øllum gerandisraks
trinum hjá Vága Floghavn
• skapa skilagott samstarv og samskifti millum
leiðslu, starvsfólk og aðrar áhugabólkar
• planleggja, seta í gongd, fylgja við og fylgja
upp í mun til lønarætlanir, útreiðsluætlanir,
verkætlanir og samlaða raksturin annars
• at virka sum Airport Manager og umsita
uppgávur og ábyrgdarøki, sum viðvíkja
myndu leikakrøvum
Persónligir førleikar:
• Tú ert ein liðleiðari við góðum samstarvs
evnum, sum støðugt mennir liðavrikini
• Tú virðir tað at finna røttu loysnina grunda á
nágreiniligar fyrireikingar
• Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvs
fólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið
tryggja best møgulig úrslit
• Tær dámar at skapa best møguligu tænastu
na, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága
Floghavn
• Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir
úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast
betri og skjótari.
Yrkisligir førleikar:
• Hægri útbúgving, t.d. innan verkfrøði ella
aðra líknandi útbúgving og royndir
• Leiðsluroyndir frá líknandi starvi, og gjarna
royndir í at leiða toymir
• Góðan kunnleika til at planleggja og stýra
rakstri, sum er sveiggjand í mun til árstíðirnar
• Góðan kunnleika til rakstur í nútíðar rakstrar
eindum
• Gjarna kunnleika til verkætlanarstýring
• Góðan telduførleika
• Góðar skrivligar førleikar á føroyskum,
donsk um og enskum
• Kunnleiki til tekniska økið, eldsløkking,
bjarging, trygd og góðsku er ein fyrimunur
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett frá 1. november 2014, ella
eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært
sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir
nærri avtalu.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi
skjølum skulu sendast til:
Vága Floghavn
FO380 Sørvágur
ella til tpost: floghavn@floghavn.fo
Umsóknin skal verða Vága Floghavn í hendi í
seinas ta lagi fríggjadagin 17. oktober 2014
kl. 12:00.
Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú senda
teldu post til Jákup Sverra Kass, stjóra, á
jsk@fae.fo ella ringja til hansara á
tlf.: 212500.
Víst verður eisini til heimasíðuna hjá
Vága Floghavn: www.fae.fo.
www.fae.fo
oktober-kAPPINGIN
Hvønn dag í oktober mánaða verða Sudoku uppgávur at
finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika
hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 10. november
2014 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin er eitt
gávukort frá Hvonn
virði 500 krónur
Vinn eitt
gávukort
á 500,-
frá