mánadagur 6. oktober 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur
Jákup Mørk
Eftir fleiri ára fráveru mill
um tær bestu er Søljan nú
aftur at síggja í fremstu
kvinnudeildini.
Um vikuskiftið spældu
tær so fyrsta dystin hetta
kappingarárið, og har fingu
tær av at vita frá einum væl
uppløgdum VB-liði.
Ikki minst var tað í seinna
hálvleiki, at dysturin veru
liga skrædnaði. Søljan fekk tá
bara tvey mál, og tí er lítil ivi
um, at orkan til 60 minuttir
av hondbólti er nakað av tí,
sum Morten Hust Petersen
skal arbeiða við komandi
mánaðirnar.
Sjálvt tapið í sær man tó
neyvan gera tað heilt stóra
við Søljuna. Boðini hava púr
asta greitt verið, at tað er
menningin av spælarunum
heldur enn úrslitini, sum eru
í fokus fyrstu tíðina.
VÍF í botni
Í Havn tóku Neista-kvinnur
ímóti VÍF, sum ikki hevur
funnið fótafestið enn. Fyrsta
umfarið taptu tær útidyst
móti StÍF, og í gjár taptu tær
greitt móti teimum bláu.
Frá byrjan av gekk tað
mesta galið hjá VÍF, og
klokkan vísti ikki meira enn
2 minuttir og 44 sekund, tá
VÍF-bonkurin valdi at taka
time-out.
Eftir hetta hekk spæli hjá
gestunum eitt sindur betur
saman, men tær megnaðu tó
ongan tíð at skala heimalið
num, sum javnt og samt økti
um leiðsluna.
Eftir steðgin var ikki sami
munurin á liðunum, men
tá var spenningurin langt
síðani farin sín veg, og við
fýra stigum fyri fyrstu tveir
dystirnar hava tær bláu
fingið eina fína byrjan upp á
kappingarárið.
Kyndil reistist
Meistararnir
úr
Kyndli
spældu javnt í sínum fyrsta
dysti, men um vikuskiftið
vunnu tær trygt á útivølli
móti StÍF.
Dysturin
skrædnaði
longu eftir einum korteri, og
so megnaði StÍF ongan tíð av
álvara at svara aftur.
jakup@sosialurin.fo
Hørð byrjan
Søljan er nú aftur í bestu
kvinnudeildini. Fyrsta upp
gávan bendir tó á, at talan
verður um trupla tilveru
StÍF - Kyndil 23-28 (11-16)
10 min: 4-5
20 min: 6-10
40 min: 16-20
50 min: 18-23
StÍF Fríðrún Danielsen 8, Rebekka Justinussen 5, Paula B. Høgnesen 5(1),
Birna Tummasardóttir 2, Bára B. Danielsen 1, Irena Dam 1, Guðrið Poulsen 1
Kyndil Randi S. Wardum 8, Bára K. Hansen 4(1), Anna Sofía Hjalt Mohr 4,
Turið Arge 4, Ásleyg Sunadóttir 3(1), Guðrun R. Olsen 2
Brotskøst: StÍF 1/1, Kyndil 2/2
Útvísingar: StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Ingvar Guðjónsson
VB - Søljan 34-10 (15-8)
10 min: 6-2
20 min: 10-6
40 min: 21-9
50 min: 26-9
VB Gintare Butkeviciute 8(5), Helga E. Kjærbo 5, Una Nolsøe 4, Rúna M.
Jacobsen 4, Ingrida Kuodyte 4, Rannvá Johannesen 3, Barbara K. Hjelm 3,
Beinta H. Olsen 3
Søljan Rebekke Johannesen 3, Olivia Kruse 2, Arnley Haraldsen 2, Johanna
Kjartansdóttir 1, Petra Thomassen 1, Christel Christophersen 1
Brotskøst: VB 8/5, Søljan 1/0
Útvísingar: VB 4, Søljan 10
Dómarar: Ragnar Simonsen & Daniel Rápa
Neistin - VÍF 34-22 (21-13)
10 min: 9-4
20 min: 16-9
40 min: 23-16
50 min: 29-20
Neistin Milica Rankovic 8(1), Nicoleta Radu Hansen 6, Lilja Mohr 5, Jacklin
Durrhuus 3, Birita Wardum 3, Bára Hansen 2(2), Birita Jacobsen 2, Tórhalla
Thorsteinsson 2(2), Selma Dahl Erol 2, Annika Thomsen 1
VÍF Durita C. Jojic 8, Liljan Djurhuus 6(5), Agnas Olsen 3, Tóra Seloy 2, Beinta
Sveinbjørnsdóttir 1, Durita Ljósstein 1, Eilin Hansen 1
Brotskøst: Neistin 6/5, VÍF 5/5
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 4
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Ingvar Guðjónsson
Myndir: Álvur Haraldsen
Neistakvinnurnar vunnu
greitt á VÍF í Havn
Savnsmynd: Álvur Haraldsen