Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Hósdagin fer Løgtingið at viðgera upp­skot frá Tjóð­veldi um, at Løg­ ting­ið heit­ir á lands­stýr­ið um at leggja fyri ting­ið upp­skot um at lýsa 25. mars sum al­menn­an móð­ ur­máls­dag. Í 2012 gingu Sosialurin, Nám, Kring­varp­ið, Før­oyska málnevndin, Dimma­lætting og Mentamálaráðið sam­an um at hátíðarhalda 25. mars sum móð­ur­máls­dagin. Orsøkin til, at mariu­messa á­ vári varð vald til henda dag í Føroyum – heldur enn 21. februar, sum ST hevur lýst sum al­heims móðurmálsdag til tess at varð­veita tað málsliga margfeldið, sum er í heiminum, var, at hetta er føð­ing­ar­dagur Hammershaimbs. Og tað er eitt gott val, tí eingin eig­ur so stóran heiður fyri, at vit varð­veittu og endurskaptu móður­ mál­ið, sum júst Vencelslaus Ulricus Hamm­ershaimb. Tí var tað eisini, at Málnevndin fyri fleiri árum síðani skeyt upp fyri Ment­a­málaráðnum, at 25. mars skuldi verða móð­urmálsdagur. Fyriskipararnir av móð­ur­máls­ degn­um í 2012 søgdu, at nú skuldi móð­ur­mál­ið set­ast í miðdepulin ein fast­an dag, 25. mars. Nógv er sagt og skrivað um Hamm­ers­haimb, og við móður­ máls­degn­um var ætlanin at varpa nýtt ljós á­ týdningin at brúka eitt gott og liv­andi mál í almenna rúm­ i­num. Mangan verður sagt, at føroyska mál­ið er so trupult og stirvið at brúka – og trup­ult at læra at stava. Vit, sum dagliga fáast við málið, kunnu tó sanna, at so er ikki – hóast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so treingja ábøtur. Men størstan týdn­ing­in hevur tó hugburður til mál og mál­røkt. Um vit hildu árliga móð­ur­máls­dagin, so kundu vit á tann hátt sett ­málrøkt í hásæti – og giv­ið okkum øllum, sum dagliga nýta má­l­ið í okkara starvi, íblástur og nak­að at stremba eftir. At hava góðan hugburð til málið er eis­ini at stuðla hvør øðrum. Og her er tað, at vit sum heild ikki eru nóg til­vitað, tí mangan verður funn­ ist harðliga at fólki, ið ikki nýta góð­ an mál­burð – ella ikki stava nóg væl – held­ur enn at stuðla og stimbra. Hóast vit harmast, at dagurin ikki hev­ur verið hildin seinastu tvey ár­ini, so fegnast vit um, at mál­ ið nú er reist á tingi. Vit taka fult undir við uppskotinum hjá Tjóð­ veldi um at lýsa 25. mars sum móð­ ur­máls­dag. Vit skulu gera okkara til, at ljós verð­ur varp­að á dagin á hvørj­um ári. 200 ára dagurin hjá Hammers­ haimb í 2019 er eitt gylt høvi at varpa serligt ljós á móðurmálið. Hann hevur uppiborið heið­urin – og okkum øllum tørvar ein slíkan dag. 25. mars eigur at verða lýstur sum móðurmálsdagur móðurmálsdagur 25. mars Sam­ ráð­ingar fyri framm­an Samtak síða 2 Viður­ kenna teknmál Tór Marni weihe Tíðargrein síða 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í heyst og vetur fer Mu­s­ ikk­skúlin at hava konsertir í Reinsarínum hvørt mik­u­ kvøld. Talan er um konsertir við ung­um bólkum og ein­ stak­ling­um, ið ganga á Musikk­skúl­a­num. Fyrsta konsertin verður nú miku­kvøldið, har teir báðir bólk­ar­nir Stolen Moments og Dropar framføra. Dropar er barnakór við rútm­ubólki, ið Sigrið Siv­ ert­sen og Jónleif Jensen sam­starva um, kórið hevur nokkso nógv ár á baki, og hev­ur framført til nógv ym­ isk tiltøk. Eisini í Tórsgøtu hava Dropar framført áð­ur, tí bólkurin var eitt av nøvnu­ num á skránni hjá Asfalt í 2006. Stolen Moments er ungur jazz­bólkur, ið Rógvi á Rógvi er orke­stur­leiðari fyri. Stolen Moments og Dropar í Reinsaríinum Hóast íslendski sendiharrin í Føroyum, Þórður Bjarnir Gu- ðjónsson í gjár vant íslendska flaggið í húnarhátt á íslendska aðalkonsulátinum í fornu Fútastovu í Gongin í Havn í gjár, so vildi veðrið tað øðrvísi. Helst hevur vindurin rivið og skrykt í flaggstongina, sum heykk á suðurskjøldrinum í gamla fútabústaðnum seinastu dagarnar. Um vindurin var meira tráður í gjár skal ikki sigast fyri vist, men flaggstongin hoknaði kortini undan trýstinum og flaggstong og flagg endaðu niðri í flagnum seinnapartin í gjár. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Lot av landnyrðingi og fríggjadagin okkurt æli, men leygardagin yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið týsnáttina: Eitt lágtrýst, 972 hPa. á 56n-23v fer eystureftir og brúgvalagið við Føroyar fer suðureftir. Veðrið mikunáttina: Lágtrýstið yvir Skotlandi fer spakuliga í landnyrðing. týsdag mikudagin hósdagin 5-10 m/s 5-10 m/s 12-17 m/s 12-17 m/s 3-8 m/s 6-11 m/s Íslendska flaggið hoknaði Íslendska flaggið hokna við flaggstongini í vindinum mánadagin Ungir bólkar royna seg á Reinsarínum í heyst og í vetur