Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Higartil í ár hava sostatt 200.314 ferðafólk verið á flog, og er hetta ein samlaður vøkst­ur á gott sjeuy prosentí mun til somu tíð í fjør, sigur ein væl nøgdur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hann sigur, at tað gongur væl at fylla flogførini, sum flúgva umvegis Vága Flog­ havn. Bæði tey seinastu ár­ ini hevur ferðafólkatalið sett met, og vøksturin sær út til at halda sær, og sum tað sær út so verður 2014 aftur eitt met­ár. – At Atlantic Airways í stór­an mun hevur lækkað prís­in og flýgur longri til eitt nú Barcelona, sær út til at hava havt eina jaliga ávirk­an á eftirspurningin og ferðsluna, umframt at ólju­ virk­semi í summar hevur givið nakað av sær, sigur Jákup Sverri Kass. Hann sigur, at eisini hevur 2014 verið merkt av ein­um stórum vøkstri í tali­ num av øðrum flogførum frá øðrum flogfeløgum. – Hesi hava verið nýtt til ad hoc chartertúrar av før­oysk­um og útlendskum veitar­um og serliga til charter­túrar í samband við mann­inga­skift og annað, sigur hann. Síðani flogbreytin varð útbygd, nýggj inn­flúgv­ ingar­tól og nýggjar ljós­ mastr­ar blivu settar upp hev­ur regulariteturin á flog­ vølli­num sett met ár eftir ár. Eisini RNP-tøknin hjá Atlantic Airways hevur bøtt mun­andi um regularitetin. Vága Floghavn skrásetir allar avlýsingar og seink­ ing­ar, sum standast av eitt nú mjørka og vindi. Aðrar seink­ingar sum standast av eitt nú teknikki ella seinkað­ ari fráferð frá øðrum flog­ vall­um, verða ikki tikin við í regularitetstølini hjá Vága Floghavn. Tølini sum fram­ ganga eru seinkingar upp á meira enn 15 minuttir. – Higartil í ár er regulari­ tet­urin á flogvøllinum 99,3 prosent. Hetta merk­ir, at 99,3 prosent av flog­føru­num eru komin og far­i­n við einari seinking á minni enn 15 minuttir. Til saman­ber­i­ngar kann nevn­ast at regular­it­ eturin í 2008 var 96,6 prosent, sigur Jákup Sverri Kass. tíðindi Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 til meiri enn eitt vikuskifti fríggjadagin er mentan aftur í sosialinum Hesa ferð við eini fantastiskari flottari plakat eftir una Árting og eini inspirerandi grein eftir silju strøm um listaheimin í skotlandi. les eisini tríggjar áhugaverdar samrøður við ávikavíst jóanes nielsen, annfinn Heinesen og jóhan martin Christiansen. í mentan er eisini ein spennandi grein um evropeiskar ímyndir og sjálvsmynd okkara. meinhard jensen hugleiðir um Hermann jacobsen og kyndavalsin. Harumframt eru bókaummæli og ein greining av, hvussu e-bókin fer at ávirka bókabransjuna. sjálvandi er barnamentanarsíðan aftur í blaðnum. og hesu ferð bjóða vit eisini lesaranum til listakviss, so vit kunnu bergtaka okkara næstu við vitan um list. 5 • 5. september 2014 2 • 11. apríl 2014 1 • 14. mars 2014 í vikuskiftis Sosialinum 21.281 fólk fóru um flogvøllin Aftur í septem­ ber setti flog­vøll­ urin í Vág­um met í ferða­fólka­tali. 21.281 ferða­fólk komu og fóru um­ vegis nýggju far­ støðina, og tað er ein vøkstur á 5,3 prosent í mun til september í fjør