týsdagur 7. oktober 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Danjal av Rana
23-ára gamli maðurin var
skuldsettur fyri fimm lógar
brot, har ímillum tvær ferðir
at hava koyrt ávirkaður av
rúsdrekka ella rúsevni, ein
ferð at hava framt harðskap
móti løgreglukvinnu og eina
ferð at hava hótt løgreglu
mann við byrsu. Øll fimm
lógarbrotini eru framd sein
astu tvær vikurnar. Maðurin
játtaði seg sekan í rúsdrekka
koyringini, men ósekan í hin
um ákærunum.
Ungi
maðurin
hevur
drukkið nógv seinastu tveir
mánaðirnar, og er ferð eftir
ferð komin í hóslag við løg
regluna.
- Hesa seinastu vikuna
havi eg sovið meiri í gegli
num enn heima, segði mað
urin heldur speiskliga.
Roytti løgreglukvinnu
Høvuðsevni í grundlógar
avhoyrinum
vóru
tvær
hendingar, onnur seinasta
vikuskifti, hin júst farna
vikuskifti. Leygardagin fyri
góðari viku síðani varð hann
steðgaður av løgregluni, tá
hann koyrdi ólógliga á eini
motocross, ið einans hevði
loyvi at koyra á bana. Har
umframt koyrdi hann ávirk
aður. Ungi maðurin vil vera
við, at løgreglan rendi á hann
fyri at steðga honum, og tí
gjørdist hann í øðini inn á
løgregluna.
Komin inn í løgreglubilin
gevur
hann
ilt
av
sær
og roynir í fyrsta lagi at
bróta rútin í bilinum við
alboganum.
Síðani
royn
ir hann at skumpa ein
løgreglumann út úr bilinum.
Meðan hesin løgreglumaður
in fer úr bilinum og fer eftir
piparsprayinum, tekur ungi
maðurin í knokkin á eini
løgreglukvinnu
og
roytir
hana so hart, at hon missir
hárið á einum øki, sum svar
ar til eina fimm-krónu. Hann
sleppur takinum, tá hin løg
reglumaðurin sprænir pipar
spray í eyguni á honum.
23-ára
gamli
maðurin
sigur, at løgreglan nýtti
óneyðugan harðskap móti
honum, bæði undir sjálvari
handtøkuni og í bilinum.
Hann skilir als ikki, hví tey
nýttu piparspray móti hon
um.
Hesa
seinastu
vikuna
hevur hann framt herverk
ymsastaðni í heimbygdini,
umframt at hann er sæddur
veipandi við byrsu í hond.
Byrsuna hevur hann stolið
úr húsunum hjá beiggja
sínum.
Hótti við byrsu
Og sunnudagin var aftur gal
ið. Løgreglan fekk boð um,
at 23-ára gamli maðurin lá
og koyrdi ørt í bili sínum og
allarhelst koyrdi ávirkaður.
Tá løgreglan sóu bilin, bóðu
teir hann steðga, men skuld
setti vildi ikki gera eftir
boðunum og koyrdi undan
teimum. Maðurin játtaði seg
sekan í hesi ákæruni í Føroya
Rætti. Hann var ávirkaður
bæði av rúsdrekka og øðrum
rúsevnum, segði hann.
Ferðin endar við eitt port
ur, nærindis einum stalli
hjá familjuni hjá skuldsetta.
Maðurin fer úr bilinum, men
løgreglan steðgar honum.
Meðan
løgreglumenninir
tosa við mannin, kemur
pápi hansara upp í leikin.
Hann biður løgregluna slep
pa dreinginum, tí hann einki
skeivt hevur gjørt, og fara
av ogn síni. Pápin snøgt sagt
noktar løgregluni at hand
taka mannin, sum er rætti
liga uppøstur.
Tað er meðan løgreglan
og pápin tosa saman, at ungi
maðurin tekur eina byrsu,
sum lá við vegjaðaran, upp.
Hetta er sama byrsa, sum
hann stjól frá bróðir sínum,
og sum hann hevur veipað
við í bygdini fyrr í vikuni.
Ungi maðurin sigur, at
hann tók byrsuna upp og
tømdi hana, fyri at eingin
annar skuldi koma til skaða
av henni, men at løgreglu
menninir gjørdust frá sær
sjávum, tá teir sóu hann við
byrsuni.
Løgreglumenninir
siga
hinvegin, at ungi maðurin
tók byrsuna upp og løddi
hana við tveimum patrón
um, áðrenn hann meddaði
eftir øðrum av løgreglu
monnunum. Hin løgreglu
maðurin leyp til, og fekk
stýrt byrsuni vekk frá fólki.
Skuldsetti,
løgreglumað
urin og pápin standa so og
togast um byrsuna, áðrenn
hin løgreglumaðurin kemur
til og fær tikið byrsuna av
manninum.
Tá maðurin varð handtik
in, løgdu løgreglumenninir
til merkis, at skuldsetti hevði
eitt patrónbelti á sær.
Skuldsetti
kundi
ikki
greiða frá, hví byrsan, hann
hevði stolið fyrr í vikuni og
gekk og veipaði við, lá við
vegjaðaran. Hann mintist
eiheldur, hví hann hevði eitt
patrónbelti á sær.
23-ára
gamli
maðurin
greiddi í rættinum frá, at
hann var farin at drekka
meiri fyri seks-sjey mán
aðum síðani, og at seinastu
tveir
mánaðirnar
hevði
hann drukkið heilt illa. Hann
hevði framvegis starv, men
hevði ikki verið førur fyri at
arbeiða seinastu vikurnar, tí
hann hevði gingið fullur.
Varðhaldsfongslaður
í fýra vikur
Ákærin kravdi mannin varð
haldsfongslaðan í fýra vikur.
Hon vísti á, at tað er grund
aður illgruni um, at hann
er sekur í ákærunum, og at
vandin fyri endurtøku má
sigast vera stórur. Hon vísti á,
at hann hevur verið í hóslag
við løgregluna ofta seinastu
tíðina og hevur nú tvær
ferðir innan sjey dagar verið
í álvarsligum samanbrestum
við løgreglufólk. Fyrru ferð
hevði hann roytt, seinnu ferð
hótt við byrsu. Hvat kann
hann hugsast at gera næstu
ferð aftur, spurdi hon.
Verjin metti, at tað als ikki
var prógvað, at skuldsetti
hevði hótt nakran. Ei heldur
var hann revsaður fyrr. Hann
ásannaði tó, at skuldsetti
hevði trupulleikar við rús
evnum og bað tí dómaran
um í fyrsta lagi at lata mann
in leysan, men í øðrum lagi,
at døma hann til viðgerð fyri
trupulleikar sínar heldur
enn varðhaldsfongsling.
Dómarin valdi at lurta
eftir ákæranum. Maðurin
varð varðhaldsfongslaður í
fýra vikur. Orsøkin var, at har
var grundaður illgruni um, at
hann hevur framt harðskap
móti tænastumanni og hótt
annan tænastumann. Dóm
arin metti eisini, at vandin
fyri endurtøku var stórur,
serliga tá hugsað varð um, at
skuldsetti sjálvur segði seg
drekka illa.
Verjin og skuldsettu valdu
ikki at kæra dómin.
Roytti løgreglukvinnu og
hótti løgreglumann við byrsu
23-ára gamli maðurin, ið var handtikin í Miðvági sunnudagin, varð í
grundlógaravhoyri mánadagin dømdur at sita fýra vikur í varðhaldi